Munurin millum rættingarnar hjá "Ørðavík"

Content deleted Content added
Hundabrævið
sNo edit summary
Linja 9:
viðmerkingar =
}}
'''Øravík''' er ein bygd í [[Suðuroy]]. Har búgva 42 fólk ([[2010]]). Øravík er partur av [[Tvøroyrar kommuna|Tvøroyrar kommunu]]. Øravík er á eystursíðuni á [[Suðuroy]]nni, miðskeiðis í oynni. Grannabygdirnar eru [[Fámjin]], [[Hov]] og [[Trongisvágur]]. Fyri at koma til [[Fámjin]]s, sum er bygd á vestursíðuni av Suðuroynni, má ein koyra gjøgnum Øravík fyrst og snara av har. Ferjulegan í Suðuroynni, [[Krambatangi]], er ber fáir minuttir norðanfyri bygdina Øravík, í Øravíkarlíð.
Eitt hotel er í Øravík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Bæði hotel og matstova lat aftur í mai 2012, eftir at eldur varð settur á hotelli. Serliga køkurin og matstovan fóru illa.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/05/07/setti-eld-a-hotel-oravik-fleiri-stadni Kringvarp.fo Setti eld á Hotel Øravík fleiri staðni]</ref> Summarhús verða eisini útleigað í Øravík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Øravík umframt seyð og gæs.
Úr Øravík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til [[Hov]]s antin gjøgnum [[Hovstunnilin]], sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla [[Vegurin um Hovsegg|vegnum um Hovsegg]] sum gongur gjøgnum [[Tjaldavík]] og eftir Hovseggini.