Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: bxr:Франци
Linja 75:
 
== Búskapur ==
 
=== Landbúnaður ===
 
Høvuðsvinnuvegurin i Fraklandi er [[landbúnaður]]. Í norðara og vestara parti av fronsku fløtuni velta teir mest hveiti og sukurrøtun. Neytum hava teir nógv av, og fronsku neytini bera orð fyri at vera góð. Nógv av mjólkini verður gjørt til ost, og nógvastaðni er tann franski osturin væl umtóktur. Garðarnir eru nú oftast ikki størri enn so, at maður og kona við børnum fáa gjørt tað sum er at gera. Á franska hálendinum og upp móti Pyrenearljøllunum hava teir stór fylgir av seyði og nakað av geitum eisini. Summastaðni í Fraklandi, t. d. rundan um [[Bordeaux]] og í landspartinum Champagne eru stórar fløtur avplantaðar við [[vín]]i. Tað lýggja veðurlagið og tann góði sólargangurin ger, at vinviðjurnar trívast væl, og einki annað land í verðini framleiðir so nógv vín sum Frakland. Teir flyta vín út í stórum. men nógv verður eisini drukkið í landinum, tí teir brúka tað aftur við [[Matur|mati]]. Í Normandinum ber ikki til at dyrka vin, tí veturin er ov kaldur, men so hava teir stórar súreplagarðar i staðin fyri. Í Rhonedalinum er fult av morberjatrøum á gørðunum, og fólk ala upp nøgd av silkiormum. Suðuri við [[Miðjarðarhavið]] dyrka teir nakað av risi og suðurí móti Pyreneunum mais.
 
=== Ídnaður ===
 
Í eystara parti av Fraklandi er bæði nógv kol og nógv jam, mesta jarnið er vestan fyri Vogesurnar og mesta kolið eystur móti [[Belgia|belgiska]] markinum. Teir stoyta so nógv jarn í Fraklandi, at teir mugu flyta hópin av koli inn úr [[Týskland]]i og Belgia. I teimum stóru verksmiðjunum gera teir m. a. bilar, maskinur, brúgvar, vápn og ymisk amboð. Harafturat flyta teir eisini út ein hóp av jarnbjálkum og skinnarum. Stálskípum smíða teir eisini nógv av. Tó at tað eru nógvar ídnaðarvirkir í Fraklandi, so er ikki so stórt svarðloysi rundan um tey sum í [[Bretland]]i. Summastaðni í [[Alpurnar|Alpunum]] eru tjúkkar fláir av einum leirslagi, sum teir kalla bauxit; úr hesum gera teir aluminium, og verður tað gjørt við elmegi. Einamest eru fraklendingar gitnir fyri klædnavarur sínar. Teir hava gløgt eyga fyri vakurleika, og sum mótakongamir i [[París]] skipa fyri, fara konufólkini um tað mesta av Evropa at ganga klødd. Nógv av tilfarinum er silki, og tó at væl av silki verður framleitt í Fraklandi, so flyta teir nógv inn eisini, og tað mesta av lf er kunstsilkí. Umframt konufólkatoy flyta teir eisini út nógv luktilsi, sum verður gjørt úr blómum.
 
=== Fiskiskapur ===
 
Fiskiveiðan í Fraklandi er hópin stór. Flestu fiskiførini eru úr [[Bretagne]] og Normandinum. Summi skipini eru heilt stór, og teir royna bæði undir [[Grønland]]i, [[Ísland]]i og [[Nýfundland og Labrador|Nýfundlandi]] í [[Kanada]].
 
== Keldur ==