Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: nds:Løgting
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Logting about 1900, faroe islands.jpg|thumb|250px|right|250px|Tingsalurin innan um aldarskiftið.]]
{{mánaðargrein}}
'''Løgtingið''' er hægsti politiski myndugleiki í [[Føroyum]]. Løgtingið viðtekur lógir um, hvussu samfelagsviðurskiftini í Føroyum skulu verða skipað. Á løgtingi sita fólk, ið vald eru av øllum teimum, sum hava valrætt í Føroyum, og sum hava verið á vali. Vanliga er val til løgtingið fjórða hvørt ár. Eitt valskeið er fýra ár. Tað merkir, at løgtingslimur er valdur fyri fýra ár í senn. Men tó kunnu løgtingið og løgmaður samtykkja, at val kann verða, áðrenn eitt fýra ára valskeið er runnið. Føroya løgting hevur røtur heilt aftur til landnámstíð umleið [[825]] og er nú við tí lóggávuvaldi, sum løgtingið fekk við [[heimastýrislógin]]i [[1948]], sostatt eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum.
[[Mynd:Logting about 1900, faroe islands.jpg|thumb|250px|right|Tingsalurin innan um aldarskiftið]]
 
'''Føroya løgting''' hevur røtur heilt aftur til landnámstíð umleið [[825]] og er nú við tí lóggávuvaldi, sum løgtingið fekk við [[heimastýrislógin]]i [[1948]], sostatt eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum.
 
== Søga ==
 
Upprunaliga var tingið eitt [[alting]], sum bæði hevði dómsvald og lóggávuvald. Útinnandi vald var einki í landinum. Tað var tí ættin, ið setti eitt nú dómar altingsins í verk. Eftir at Føroyar umleið [[1035]] gjørdust [[Noreg|norskt]] skattland, minkaði vald altingsins. Altingið verður í 1300-1400 talinum til eitt løgting, hvørs høvuðsuppgáva er at vera dómsvald. [[Løgmaður]], sum tingformaðurin nevndist, verður nú tilnevndur av kongi, og løgrættumenn, sum tingmenn nevndust, verða tilnevndir av kongsins umboðsmanni í Føroyum. Um [[1380]] koma Føroyar saman við Noregi undir [[Danmark]], men oyggjarnar hava tó eina serstøðu sum gamalt norskt land. Hóast hesa gongd varðveitti Føroya løgting ávirkan á lóggávu, og landsins stýri fram til tíðarskeiðið við einaveldi, sum byrjar frá umleið [[1660]], tá myndugleiki løgtingsins av álvara tók at vikna. Henda gongd endaði við, at aldagamla Løgtingið varð avtikið við kongligari fyriskipan í [[1816]], samstundis sum dómsvald Løgtingsins var lagt til aðrar stovnar eitt nú Føroya rætt.
 
Line 14 ⟶ 13:
Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í [[1923]] varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í [[1935]] fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir [[seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði [[1945]], var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin [[1. apríl]] [[1948]]. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá [[1995]] var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.
 
== At skipa løgtingið ==
 
 
== At skipa løgtingið ==
Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður [[løgtingsval]], tá ið valið er av, koma 32 fólk at sita á tingi tey næstu fýra árini. Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.
 
Line 25 ⟶ 23:
3. Viðgerð: Hetta er tann endaliga viðgerðin. Eitt politiskt orðaskifti verður, og lógaruppskotið verður møguliga samtykt um meirilutin eru fyri.
 
Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir [[Landsstýrið]] fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. Løgmaðurin tilnevnir [[landsstýrismenninar]], og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum.
Hóast [[Løgtingið]] hevur valdið, syrgja [[fakfeløg]] fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, [[eftirløn]] o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu [[fakfeløg]] ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at [[fakfeløg]] eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot.
 
=== Floksbýtið á løgtingi [[2004]] - [[2008]] ===
 
=== Floksbýtið á løgtingi [[2004]] - [[2008]] ===
Á løgtingsvalinum [[20. januar]] [[2004]] vóru 31.788 fólk á vali, hetta er ein valluttøka uppá 92,3%.
<table border="1">
Line 80 ⟶ 77:
 
== Sí eisini ==
*Thorsteinsson, Arne: Ráðstova-gildisskáli-tinghús. Í: Mondul, nr. 3, 1978.
* [[Løgtingsformenn í Føroyum]]
* [[Løgmenn í Føroyum]]
* [[Amtmenn í Føroyum]]
* [[Ríkisumboð í Føroyum]]
 
* Thorsteinsson, Arne: Ráðstova-gildisskáli-tinghús. Í: Mondul, nr. 3, 1978.
*Petur Ove Petersen, Tú og samfelagið 1 (1996)
* [[Løgtingsformenn í Føroyum]].
* [[Løgmenn í Føroyum]].
* [[Amtmenn í Føroyum]].
* [[Ríkisumboð í Føroyum]].
* Petur Ove Petersen, Tú og samfelagið 1 (1996).
 
== Útvortis ávísing ==
 
* [http://www.logting.fo/ Løgtingið]
* [http://www.ksflogting.fo/ Løgtingið].
* [http://www.ksf.fo].
* [http://www.stamps.fo/default.asp?catalog%5Fname=Frim%E6rker&category%5Fname=Historie&product%5Fid=417 Stamps.fo] ('''kelda''').
 
{{commons|Løgting}}