Munurin millum rættingarnar hjá "Hvítusunna"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|220px '''Hvítusunna''' (á skandinaviskum "pinse", á týskum "Pfingsten"), hin fimmtiundi dagur eftir páskir. Ke..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 7. des 2012 kl. 10:08

Hvítusunna (á skandinaviskum "pinse", á týskum "Pfingsten"), hin fimmtiundi dagur eftir páskir. Kemur av grikska "pentekoste", sum er "tann 50. dagurin". Hvítusunna kemur helst frá gomlum enskum: "hwita sunnandæg". Í kristnu kirkjuni (49 dagar eftir páskir) hátíð til minnis um Heilaga Andans komu. Upprunaliga jødisk heystfest. Jødar nevna hesa hátíð sjeyvikuhátíðina, tí at hon verður hildin sjey vikur eftir páskir. Upprunaliga var sjeyvikuhátíðin ein takkarhátíð fyri kornheystingina, men rabbinarnir hildu hana til minnis um sáttmálan á Sinai.

Mynd:Icon-Pentecost.jpg