Munurin millum rættingarnar hjá "Ørðavík"
Content deleted Content added
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: eo:Øravík |
EileenSanda (kjak | íkøst) Hundabrævið |
||
Linja 9:
viðmerkingar =
}}
'''Øravík''' er bygd í [[Suðuroy]]. Har búgva 42 fólk ([[2010]]). Øravík er partur av [[Tvøroyrar kommuna|Tvøroyrar kommunu]].
Eitt hotel er í Øravík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Bæði hotel og matstova lat aftur í mai 2012, eftir at eldur varð settur á hotelli. Serliga køkurin og matstovan fóru illa.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/05/07/setti-eld-a-hotel-oravik-fleiri-stadni Kringvarp.fo Setti eld á Hotel Øravík fleiri staðni]</ref> Summarhús verða eisini útleigað í Øravík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Øravík umframt seyð og gæs.
Úr Øravík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til [[Hov]]s antin gjøgnum [[Hovstunnilin]], sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla [[Vegurin um Hovsegg|vegnum um Hovsegg]] sum gongur gjøgnum [[Tjaldavík]] og eftir Hovseggini.
Øravík verður fyrstu ferð nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]], sum varð skrivað millum 1350 og 1400.<ref>[http://heimabeiti.fo/default.asp?menu=152 Heimabeiti.fo]</ref>
== Vegurin úr Øravík um Hovsegg ==
Line 31 ⟶ 32:
== Keldur ==
<references/>
* Suðuroyarsagnir
* [http://www.visitsuduroy.fo/ Suðuroyar Kunningarstova]
|