Munurin millum rættingarnar hjá "Benelukslondini"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "Mynd:Benelux_schematic_map.png|thumb|right|220px|Tey trý smáu londini Belgia, Niðurlond og Luksemburg hava tikið seg saman um felags áhugamál og kalla seg Beneluks..."
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Benelux_schematic_map.png|thumb|right|220px|Tey trý smáu londini Belgia, Niðurlond og Luksemburg hava tikið seg saman um felags áhugamál og kalla seg Benelukslondini eftir teimum fyrstu stavunum í nøvnum teirra.]]
'''Benelukslondini''' - [[Belgia]], [[Niðurlond]] og [[Luksemborg]] - eru trý fræls ríki, sum samstarva í [[Búskapur|búskaparliga]] felagsskapinum '''Beneluks''', ið varð stovnaður í [[1948]]. Samstarvið landanna millum hevur við sær, at vørur hava frítt at fara ímillum londini, hóast tey høvdu egið [[gjaldoyra]] (nú nýta øll trý londini [[Evra|evruna]] sum gjaldoyra) og egna skattaskipan. Benelukslondini eru fjølbygdastu lond í [[Evropa]], men tey eru rík. Tungídnaðurin, t.d. kola- og stálídnaðurin, ið áður var týdningarmesta vinnan, hevur verið fyri afturgongd, men nýmótans [[ídnaður]], ið ger lidnar vørur, og vinnugreinir í tænastuvinnuni eru komnar ístaðin. Benelukslondini hava eisini til dømis handilsmál í felag: tey kunnu í felag úr útlondunum keypa vørur í størri nøgdum, enn hvørt landið kundi, og soleiðis fáa vørurnar bíligari, enn teir fyrr fingu. Tollur er eingin Benelukslandanna millum. Vørur, sum eru gjørdar í einum Benelukslandi, kunnu seljast tollfríar í hinum Benelukslondunum, meðan vørur av sama slag úr øðrum londum koma undir toll og eru tí minni kappingarførar; tí kunnu vørur úr til dømis [[Stóra Bretland]]i vera væl dýrari í Hollandi enn vørur av sama slag úr Belgia. Hesin felagsskapur hevur eisini sínar tvørleikar, til dømis kunnu ídnaðarvirki í Belgia framleiða eina vøru bíligari enn ídnaðarvirki í Hollandi og vinna í sølukappingini, uttan at stjórnin í Hollandi kann hjálpa tí hollendska virkinum. Men samtikið hevur hesin felagsskapur so nógvar fyrimunir, at hann hevur verið til fyrimyndar fyri felagsmarknaðin [[ES]] og fríhandilsøkið [[EFTA]] (stytting fyri ''European Free Trade Association'').
 
{| class="wikitable"
|-
! Land !! Høvuðsstaður !! Íbúgvatal <br/><small>2011</small> !! Stødd !! Íbúgvatættleiki
|-
! colspan="2" | Benelukslondini
| 28,365,937 || 74,640 km² || 380/km²
|-
| {{flagicon|Niðurlond}} [[Niðurlond]] || [[Amsterdam]] || 16,847,007 || 41,543 km² || 403.7/km²
|-
| {{flagicon|Belgia}} [[Belgia]] || [[Brussel]] || 11,007,020 || 30,528 km² || 354.7/km²
|-
| {{flagicon|Luksemborg}} [[Luksemburg]] || Luksemburg || 511,840 || 2,586 km² || 194.1/km²
|}
 
[[Bólkur:Felagsskapir]]