Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Content deleted Content added
Linja 35:
 
=== Franska Kollveltingin ===
[[Mynd:Eugène_Delacroix_-_La_liberté_guidant_le_peuple.jpg|thumb|left|250px|Trikolorurin, trílitt flagg í reyðum, bláum og hvítum, var nýggja merkið í franska lýðveldinum.]]
 
[[Franska Kollveltingin]] var ein fullkomilig uppgerð við feudalu samfelagsskipanina. Síðan 1740 hevði Frakland verið í trimum stórum kríggjum og var avmergjað, og nú, ið grøðin sveik, ruku matvøruprísirnir upp. Kongur hevði [[Einaræði|einaveldi]], og bannað var at finnast at stýrinum. Aðalin, ið enn stýrdi sum skattafrælsir feudalharrar, kroysti enn hægri avgjøld úr fátæku og alsamt ónøgdaru bóndunum, ið oman á alt guldu meginpartin av landsskattinum. Eisini miðalstætturin var ónøgdur. Ímillum teirra, sum tóku undir við kollveltingini, vóru keypmenn, arbeiðarar, hermenn og bøndur. Øll vóru tey samd um, at valdsharrarnir vóru farnir illa við teimum. Vaktur av upplýsingarheimspekini kravdi hann rætt og vald í samfelagnum. Í 1789 stevndi Ludvík 16. kongur stættatinginum saman fyri fyrstu ferð í 150 ár at greiða búskaparstøðuna í landinum. Í stættatinginum var prestastætturin hægst, so aðalstætturin og lægst triðistætturin, har øll hini vóru. Triðistætturin kravdi stættatingið tikið av og tjóðarting sett í staðin. Tá ið kongur og hinir báðir stættirnir noktaðu fyri hesum, kunngjørdi triðistættur, at hann var tjóðarting Fraklands. Stór mannamúgva herjaði á fangahúsið í [[París]], Bastilluna, 14. juli, ið síðan hevur verið tjóðardagur Fraklands. Tjóðartingið gjørdi í skjótari vending nógvar broytingar, ið tóku av feudalskipanina. M.a. viðgitnu yvirlýsingina um mannarættindi og fólkaræðiliga grundlóg, sum var grundað á javnað, frælsi og brøðralag.