Munurin millum rættingarnar hjá "Palestina"

Content deleted Content added
YFdyh-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (Bottur: Broytir fa:فلسطین til fa:منطقه فلسطین
No edit summary
Linja 17:
Hamas tók valdið í [[Gasageirin|Gaza]] í [[2007]]<ref>http://www.usatoday.com/news/world/2007-06-14-gaza_N.htm</ref>. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir [[ísrael]]skar bygdir og sært og dripið nógvar [[ísrael]]ar hesi seinastu árini. Í [[2008]] vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úr [[Gasageirin|Gaza]] inn í [[Ísrael]] <ref>http://www.nytimes.com/2009/10/09/world/middleeast/09israel.html?_r=1</ref>. [[Ísrael]] leyp á [[Gasageirin|Gaza]] í [[2008]]. Vápnaða deildin hjá [[Hamas]] segði í [[januar]] [[2009]], at hon misti "einans" 48 mans undir [[ísrael]]sku innrásini í [[Gasageirin|Gaza]]. [[Ísrael]] sigur hinvegin, at herurin drap meira enn 500 [[Hamas]]-limir í krígnum, sum byrjaði [[27. desember]] í [[2008]].
 
Tað er trupult at ferðast hjá teimum, ið búgva í Palestinskum øki. Tey fáa ikki loyvi at ferðast gjøgnum høvuðslufthavnina í [[Ísrael]], [[Ben Gurion Airport]]. Ístaðin mugu tey fara til ein flogvøll í [[Jordan]], og so flúgva haðani. Tað tekur teimum vanliga tveir dagar at ferðast frá [[Betlehem]] til flogvøllin í [[Jordan]]. Tað er eisini sera trupult við loyvum og tekur langa tíð at ferðast millum býir á palestinskum økjum. Næstan 200.000 palestinar í landbúnaðarøkum á [[Vestari Áarbakki|Vestara Áarbakka]] hava onga atgongd til rennandi vatn. Í [[Gasageirin|Gaza]] er millum 90 og 95 prosent av vatninum dálkað og óegnað til menniskju.
 
=== Sameindu Tjóðir ===
 
Frøin var stór á [[Vestara Áarbakka]] og í [[Gasageirin|Gazageiranum]], tá [[ST]]-aðalfundurin 29. nov. 2012 samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu í heiomsfelagsskapinum <ref>http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Soleklar-FN-seier-for-palestinerne-7058528.html</ref>. Hóast harða mótstøðu frá serliga [[USA]] og [[Ísrael]] atkvøddu 138 av teimum 193 limalondunum fyri. Teirra millum vóru eitt nú [[Noreg]], [[Danmark]] og [[Ísland]]. Samtyktin gevur Palestina eygleiðarastøðu sum ikki-limaland, og tað er sama støða, sum [[Vatikanríkið]] hevur. [[Týskland]], [[Stóra Bretland]] og [[Avstralia]] vóru millum londini, sum ikki atkvøddu. USA, [[Kanada]], Ísrael, [[Kekkia]], [[Panama]], [[Palau]], [[Nauru]], [[Mikronesiasamveldið]] og [[Marshalloyggjar]] atkvøddu ímóti. Ísraelski ST-sendiharrin, [[Ron Prosor]], segði at samtyktin er eitt afturstig fyri friðartilgongdina í [[Miðeystur|Miðeystri]]. Tað sama segði amerikanski ST-sendiharrin, [[Susan Rice]].
 
== Fólkið ==