Munurin millum rættingarnar hjá "Kina"

Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (Bottur: Broytir chy:People's Republic of China til chy:China
Linja 67:
 
== [[Búskapur]] ==
 
Kina hevur havt stóra [[Búskapur|búskaparliga]] framgongd seinastu árini, men kortini rýma fólk í besta aldri úr landinum sum ongantíð fyrr. Fólk í hópatali rýma úr Kina til onnur meira [[Fólkaræði|demokratisk]] lond, hóast Kina seinastu árini hevur havt risastóra búskaparliga framgongd. Bara í 2011 fluttu 87 000 kinverjar til [[USA]] <ref>http://www.migrationinformation.org/USFocus/display.cfm?id=876</ref>. Tey stúra fyri framtíðini hjá sær og børnunum í einum landi við framburði, sum ikki øll fáa lut í.
 
Ógvuliga nógv kol er í Kina, og flestu steinsløg eru eisini í jørðini. Eftir at [[Kommunisma|kommunistarnir]] tóku valdið í [[1949]], legði stýrið stóran dent á at menna tungídnaðin og læt byggja ovurstór jarn- og stálverk og evnafrøðiverksmiðjur. Seinastu árini hevur stýrið eggjað til at menna lættan maskinídnað og nýtsluvøruídnað. Kina er nú ímillum tey lond í heiminum, sum ger mest av handilstøðum, klæðum, ravmagnslutum og ravtøkni.