Munurin millum rættingarnar hjá "Robert A. Dahl"

Content deleted Content added
Tosjjo (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "Robert Alan Dahl (føddur 17. desemeber 1915) er ein amerikanskur granskari av norskum uppruna. Hann er professori í stjórnmálarfrøði í fróðskaparsetrinum Yale. Ha..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 29. okt 2012 kl. 01:23

Robert Alan Dahl (føddur 17. desemeber 1915) er ein amerikanskur granskari av norskum uppruna. Hann er professori í stjórnmálarfrøði í fróðskaparsetrinum Yale. Hann er kendur fyri sítt sjónarhorn á, hvussu fólkaræðið skal skipast.

Fólkaræðið

Dahl meinar at øll fólkaræðislig umboð skulu hava somu møguleikar fyri verða hoyrd og sædd. Tí skulu fjølmiðlar vísa allar politikarar fyri almenningin á ein neutralan hátt. Veljarin kann hugsa kritiskt. Samstundis verða avmarkingar lagdar á fjølmiðlar, tá talan er um, hvussu nógv tann einstaki politikarin kann eksponerast, meðan valstríð er.

Høvuðspunktini:

  • Allar atkvøður telja líka nógv
  • Somu møguleikar fyri øll at vísa sítt sjónarhorn
  • Vitan gjøgnum upplýsing
  • Borgararnir seta ta politisku dagsskránna
  • Allir vaksnir borgarar skulu hava somu rættindir