Munurin millum rættingarnar hjá "Joseph Schumpeter"

Content deleted Content added
Tosjjo (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "Joseph Schumpeter (8. februar 1883 – 8 januar 1950) var ein eysturrískur búskapar- og stjórnmálafrøðingur. Eitt sum hann er kendur fyri er, hvussu hann lýsir fól..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 29. okt 2012 kl. 00:47

Joseph Schumpeter (8. februar 1883 – 8 januar 1950) var ein eysturrískur búskapar- og stjórnmálafrøðingur. Eitt sum hann er kendur fyri er, hvussu hann lýsir fólkaræðið. Fólkaræðið er tað, at mann fer a val og ikki meir enn tað. Sambært Schumpeter fer veljarin ikki á val og velur út frá tí, sum mett verur at føra við sær tað felags besta. Harafturímóti velur veljarin út frá tí, sum er best, men einans fyri hann sjálvan. Tann sum verður mest hoyrdur og sæddur verður valdur, og tað er sjálv maktin, sum fólkaræðið snýr seg um.

Fólkaræðið

Hann setti spurnartekin við ta klassisku doktrinuna, sum hann málbar seg. Har fólkaræðið er ein mannagongd, sum fær veljaraskaran at fata, hvat tað felags besta er, og politikararnar at útinna tað. Schumpeter metti hetta vera veruleikafjart. Lítla vitanin hjá fólkinum um evnini ger tað lætt hjá politikarum, sum seta dagsskránna, at manipulerað við fólk. Hinvegin ynskti Schumpeter eitt model, har fólkaræðið er ein mekanisma fyri kapping, júst sum bygnaðurin á einum marknaði er tað. Sjálvt um fólkið fer á reglulig val og gevir stjórnini eksistensgrundarlag, so er tann skipaði politikkurin mettur sum politikkur hjá stjórnini og ikki viljin hjá fólkinum. Leikluturin hjá tí einstaka er serstakuliga avmarkaður.