Munurin millum rættingarnar hjá "Sjóvinnubankin"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Topper 1 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
'''Sjóvinnubankin''' varð stovnaður [[6. oktober]] [[1932]] fyri at bøta um fíggingarmøguleikarnar í fiskivinnuni. Stigtakari var [[Føroya Skipara- og Navigatørfelag]]. Bankin læt fyrstu ferð upp [[15. desember]] [[1932]], við [[Thorstein Petersen]] sum stjóra. Sjóvinnubankin kom í fíggjarliga kreppu í [[1951]], men varð hann tó endurreistur. Kreppan í 1951 kostaði [[Thorstein Petersen]] starvið sum stjóri í bankanum.

[[6. oktober]] [[1992]] - 60 ára stovningardagin - var Sjóvinnubankin aftur um at fara á húsagang, men varð bjargaður við at [[Fíggingargrunnurin frá 1992]] - við fígging frá Føroya Landsstýri við hjálp frá donsku stjórnin - setti nýggjan partapening í bankan. [[11. apríl]] [[1994]] avgjørdu nevndirnar í Sjóvinnubankanum og [[Føroya Banki|Føroya Banka]], at bankarnir skuldu leggja saman frá [[1. januar]] [[1994]] at rokna. Sjóvinnubankin varð framhaldandi partafelag, og samanlagdi bankin tók navnið hjá Føroya Banka og búmerkið hjá Sjóvinnubankanum.
 
== Sí eisini ==