Munurin millum rættingarnar hjá "Føroya Realkreditstovnur"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Topper 1 (kjak | íkøst)
Linja 8:
Í 1945 var málið tikið uppaftur, og í samband við samráðingarnar um [[Heimastýrislógin|heimastýrisskipanin]]a var í uppskotinum til heimastýrislóg tilsøgn givin frá donsku stjórnini um at hjálpa at seta á stovn eitt kredittfelag ("Kredittforening"). Sambært heimastýrislógini, ið varð samtykt í 1948, varð "kredittfeløg" føroyskt sermálsøki, og hóast nakrar royndir vóru gjørdar, steðgaði tilgongdin at stovna realkreditfelag í Føroyum aftur hesuferð.
 
Sum part av Marshall-hjálpini samtykti Fólkatingið lóg nr. 209 frá 7. juni 1952 ''om anvendelse af modydelsen af Det i henhold til det Europæiske genopbygningsprogram modtagne gaveydelser'', ið m.a. heimilaði donsku stjórnini at lata 10 mió. kr. av [[Marshallhjálpin|Marshallhjálpini]] til føroysk endamál. Av hesum skuldi 2 mió. kr. latast sum grundfæ til eitt realkredittfelag í Føroyum, meðan restin skuldi lánast til føroyskt vinnulív, og skuldu rentur og avdráttir síðani fara til grundfæið í realkredittfelagnum. Fyri at uppfylla lógina var [[21. august]] [[1953]] sett nevnd "med den opgave at overveje spørgsmålet i forbindelse med oprettelsen af et realkreditinstitut for Færøerne og fremsætte forslag til lov om oprettelse af et sådant institut". Í nevndina vóru valdir 16 limir, og gjørdist [[Viggo Kampmann]] formaður. Av teimum 16 fingu føroyingar 2 limir, [[Hákun Djurhuus]], landsstýrismann, og [[Jóhann Djurhuus]], skrivstovustjóra í landsstýrinum. Arbeiðssetningurin hjá nevndini segði onki um, hvat skuldi lánast út til, men valdi nevndin at avmarka seg til at ummæla realkredit til sethúsa- og skipafígging, umframt lán til kommunur og Løgtingið. Í álitinum frá nevndini, ''Betænkning angående oprettelse af et realkreditinstitut på Færøerne afgivet af det af statsministeriet den 21. august 1953 nedsatte udvalg'', ið var útgivið í [[1954]], varð niðurstøðan, at realkredittstovnurin, ið skuldi hava heitið ''Færøernes Realkreditinstitut'' skuldi avmarka seg til lán við veð í fiskiskipum, men at tað seinni kundi verða ynskiligt við lóg at víðka virksemi til onnur endamál seinni. Við støði í álitinum samtykti Fólkatingið 12. mars 1955 ''Lov om Færøernes Realkreditinstitut''.
 
Grundarfæið á 2. mió. kr. plus rentur og avdráttir av hinum 8 mió. kr. munaði ov lítið, og tí fekk stovnurin ymsa aðra fígging, bæði við og uttan veðhald frá donskum myndugleikum. Seinasta veðhaldið frá danska statinum til Realin var 300 mió. kr. gekk út 31. mars 1994.
 
Tann [[10. juni]] [[1998]] varð avtala gjørd millum [[landsstýrið]] og donsku stjórnina fyri at enda tað sonevndu [[Bankakreppan|Bankakreppuna]] millum londini. Í avtaluna var m.a. semja gjørd um, at føroyskir skuldu yvirtaka rættin, ið danski staturin hevði yvir fyri Realinum. Tí var fólkatingslógin um Realin avtikin, og nýggj løgtingslóg, Løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn, varð samtykt av løgtinginum. Realurin hevur tí ikki longur nakað tilknýti til danska statin.<ref>[http://www.logting.fo/files/casestate/12797/023.12%20Skjal%20A.PDF Hoyringsskriv frá Realinum ísv. uppskot til broyting í lóginiløgtingslógini um Realin s. 1-4]</ref>
 
==Skipan av Realinum==