Munurin millum rættingarnar hjá "Føroya Realkreditstovnur"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
Søgan, skipan + ymiskt annað
Topper 1 (kjak | íkøst)
Linja 15:
 
==Skipan av Realinum==
Realurin er stýrdur av eini stjórn, hvørs tríggir limir verða tilnevndir av landsstýrinum fyri eitt 5 ára tíðarskeið hvørja ferð. Stjórnin kann seta undirstjóra og metingarmenn. Eisini hevur Realurin eitt umboðsráð við 8 limum, ið verða tilnevndir fyri 4 ár í senn. í umboðsráðnum sita 2 umboð fyri landsstýri, 2 fyri skuldararnar hjá Realinum, 2 fyri [[Føroya Reiðarafelag]], meðan [[Føroya Fiskimannafelag]], [[Føroya Skipara- og Navigatørfelag]] og [[Maskinmeistarafelagið|Føroya Maskinmeistarafelag]] saman velja 2 limir í umboðsráðið.<ref>[http://www.logir.fo/foldb/llofo/1998/0000075.htm Løgtingslógin um Realin § 2-3]</ref>
Í løtunu (2012) eru limirnir í stjórnini Óli E. Heinesen, Virgar Dahl og Ulla Svarrer Wang. Undirstjóri er Leivur D. Michelsen<ref>[http://www.realurin.fo/get.file?ID=6882 Ársroknskapurin 2010/11 hjá Realinum s. 5]</ref>.