Munurin millum rættingarnar hjá "Samos"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Samos 049 2009.JPG|200px|thumbnail|Vathy, høvuðsstaðurin á oynni Samos]]
[[Mynd:2011 Dimos Samou.png|200px|thumbnail|Samos oyggj og kommuna]]
'''Samos''' er ein oyggj í [[Grikkaland]]i, sum liggur í eystur Egearahavinum, sunnanfyri [[Khios]], norðanfyri [[Patmos]] og Dodekanes oyggjarnar og 1,6 km vestanfyri [[Turkaland|turkisku]] vesturstrondina, sum fyrr var nevnd Lítla Asia. Í fornøldini var Samos ein maktfullur býarstatur. Á Samos er Pythagoreion og Hereion, sum í 1992 vóru útnevnd til UNESCO [[World Heritage Sites]] (mentanar heimsarv). Tann kendi filosoffurin og matematikarin, [[Pythagoras]], varð føddur á Samos. Vín av oynni Samos var væl kent í fornøldini, tað verður enn framleitt har.
 
== Landafrøði ==
Oyggin er 478 km<sup>2</sup> til støddar, 43 km long og 13 km breið. Oyggin er atskild frá [[Anatolia]] við tí 1,6 km breiða Mykale sundinum. Samos hevur fjallalendi, men eisini fruktagóðar víddir. Ein stórur partur av oynni er yvirvaksin við vínberjarunnum, sum verður gjørt til muskat vín. Tær týdningarmestu markirnar á Samos eru við høvuðsstaðin Vathy, í Karlovasi í útnyrðingspartinum av oynni, í Pythagoreio í landssynningspartinum og í Marathokampos í útsynningspartinum av oynni. Fólkatalið á oynni er 33.814, sum er tað 9. mestastørsta fólkatalið á griksku oyggjunum.
 
== Keldur ==