Munurin millum rættingarnar hjá "Vestmanna"

Content deleted Content added
No edit summary
Érico (kjak | íkøst)
s Tók burtur rættingar hjá 80.77.143.142 (kjak) til seinastu versjón hjá 212.55.36.117
Linja 10:
}}
 
'''Vestmanna''' er ein bygd í [[Føroyar|Føroyum]], sum liggur á vestursíðuni av [[Streymoy]]nni. Vestmanna er eisini ein [[Vestmanna kommuna|kommuna]]. Alt sambandið millum [[Vágar]], og [[Vága Floghavn|floghavnina]] í [[Vágar|Vágum]], og restina av [[Føroyar|Føroyum]], gongur um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum [[Streymoy]]nna og [[Vágar]]nar. Í Vestmanna er Fiskivinnuskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað.
VESTMANNA ER THE PLACE !!!
 
Í fólkaskúlanum ganga 228 næmingar. Umframt fólkaskúlan er fiskivinnuskúli í bygdini (Føroya Yrkisskúli fyri Fiskiídnað og Havbúnað). Á fiskivinnuskúlanum ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar, í løtuni er næmingatalið 35.
 
== Búskapur ==
 
Til bygdina hoyra fimm størri fiskifør og nøkur fiskifør undir 20 skrásett bruttotons. Á fjørðinum eru tvær alistøðir og á landi eru tvey flakavirki, harav annað í stóran mun er sláturvirki, sum tekur ímóti og hagreiðir alifisk. Í bygdini er ein útflutningsfyritøka, eitt plastvirki, skipasmiðja, oljugoymsla, fleiri fyritøkur í byggivinnuni, bilverkstøð og aðrar tænastu- og ídnaðarfyritøkur, umframt stóra vatnorkuverkið hjá [[SEV]]. Grundvøllurin undir landsumfatandi felagskommunala elfelagið varð í síni tíð lagdur í Vestmanna.
 
== Áhugaverd støð ==
 
Har er banki og sparikassi, gistingarhús, samkomuhús, ítróttarhøll, kirkja, prestur og prestagarður, kommunulækni og læknaviðtaluhøli, eldrasambýli, dagtilhald fyri eldri, undirhús, ungmannafelag, sangkór, bridgefelag og talvfelag. Í skúlanum er innbygdur svimjihylur og var hesin, sum er bygdur í [[1950]], tann næsti aftaná tann, sum bleiv bygdur í Eysturskúlanum í Havn. Í Vestmanna er ferjulega og ferðafólkafarstøð.
 
[[Mynd:Wiking.voxmuseum.1.jpg|thumb|left|150px|Søgusavnið í Vestmanna.]]
 
== Ferðavinna ==
 
Seinastu árini hevur Vestmanna ment seg nógv sum ferðavinnubýur. Vestmannabjørgini eru væl vitjað ferðavinnumál hvørt summar. Kamping er omanfyri bygdina og møguleiki fyri at fiska har eru eisini til staðar. Einasta savn í Føroyum við voks dukkum, Søgusavnið í Vestmanna, er at finna í Vestmanna. Savnið lat upp í 2009.<ref>[http://planet.portal.fo/?lg=61214 Planet.portal.fo]</ref>
 
== Ítróttur ==
 
[[VÍF]] er Vestmanna Ítróttarfelag sum fevnir um ítróttargreinarnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið eigur fleiri bátastøddir eitt nú Vestmenningur, sum er 10-mannafar, Havfrúhgving og Jómfrúgvin, sum eru 5-mannafør.<ref>[http://www.vif.fo/sida68 VIF.fo]</ref>
 
== Myndir ==
 
<gallery>
Mynd:Vestmanna, Faroe Islands (3).JPG|Vestmanna
Mynd:Vestmenningur a Wooden Row boat from Vestmanna rowing in Tórshavn 2010.JPG|Vestmenningur á Ólavsøku 2010.
Mynd:Vestmannabjørgini.2.jpg|Túrur til Vestmannabjørgini
Mynd:Vestmanna_foto_1_2006.jpg|Vestmanna
Mynd:Kappróður 5mannafør dreingir Fjarðastevna 2012.JPG|Kappróður á Fjarðastevnu 2012 í Vestmanna, fimmmannafør dreingir. Havfrúgvin úr Vestmanna gjørdist nummar trý.
</gallery>
 
== Keldur ==