Munurin millum rættingarnar hjá "Dagur og vika"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá Niceley (kjak) til seinastu versjón hjá EileenSanda
No edit summary
Linja 2:
'''Dagur og vika''' er tíðindasendingin í [[sjónvarp]]inum hjá [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]]. Sendingin er til dagfesting einasta regluliga tíðindasending í landinum, har móttakarin hevur møguleika at uppliva tíðindi við livandi myndum. Meginparturin av tíðindunum eru [[Føroyar|føroysk]], men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er [[Kringvarp Føroya]] í tøttum samstarvi við hinar [[Norðurlond|norðurlendsku]] "public service" rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum [[Norðanlond]]um. Tað var [[Finnbogi Ísakson]], ið kom við heitinum, "Dagur og vika", og hevur tað hingið við síðan. Navnið varð valt, so at ein ikki bant seg til at koma við dagsaktuellum tíðindum, men bæði tí nýggjasta og tíðindum gjøgnum alla vikuna.
 
Dagur og vika fór í luftina á fyrsta sinni í [[Mai|meimai]] [[1984]], og fram til [[1. septembur]] sama ár varð ein sending víst um [[Vika|vikuna]]. Hesir fýra mánaðirnir vórðu sæddir sum ein royndartíð, og tá tíðin royndist væl, varð farið undir at senda tvær ferðir um vikuna eftir hetta. Fólkini handan Dag og viku vóru tá m.o. [[Finnbogi Ísakson]], [[Bergljót D. Hentze]], [[Jógvan Jespersen]], [[Zacharias Hammer]], [[Jógvan Olsen]], [[Árni Gregersen]] og [[Johnsigurd Johannesen]] <ref>http://www.imdb.com/title/tt1444844/</ref>.
 
Framleiðslan av Degi og viku er nógv broytt gjøgnum árini. Tá innsløg skuldu gerast fyrstu árini, varð farið út um landið við útgerð á virði á umleið hálva millión, og innsløgini vardu okkurt um fimm minuttir. Útlendsku tíðindini komu við [[flogfar]]i úr [[Danmark]] og vóru í minsta lagi ein dag gomul, tá tey vórðu send. Í dag er útgerðin bæði bíligari og lættari, og útlendsku tíðindi verða fingin til vega sama dag, í samstarvi við altjóða tíðindastovur ella varpað beinleiðis gjøgnum talgilt sendinet.