Munurin millum rættingarnar hjá "Kjøt"

Content deleted Content added
No edit summary
Skrivaði meira tekst og setti eina mynd inn
Linja 1:
[[Mynd:FoodMeat.jpg|thumb|right|250px]]
[[Mynd:Tvost og spik.jpg|250px|thumbnail|Tvøst er vanligt at eta í Føroyum, tó er tað minni vanligt nú enn fyrr, eitt nú orsakað av dálking]]
Tað, vit nevna '''kjøt''', er vøddar, feitt, bein, brósk og æðrar. Vøddarnir eru gjørdir úr vøddatægrum. Bindivevnaður bindur tægrarnar saman í bundi og bundini saman í tann stóra vøddan. Vøddarnir eru so festir at beinunum við sinum. Kjøtið av ungum [[dýr]]um er vanliga ljósari reytt enn kjøtið av eldri [[dýr]]um. Kjøtið av ungum [[dýr]]um hevur minni bindivevnað enn kjøtið av eldri [[dýr]]um. Tað merkir, at kjøtið av eldri dýrum er seigari. Mesti bindivevnaðurin er í teimum vøddunum, ið verða mest nýttir, t.d. í bógvunum. Í lundunum er næstan eingin bindivevnaður. Kjøtið av eldri dýrum er vanliga feitari enn kjøtið av ungum dýrum.
 
Nýflett kjøt er hart og seigt. Skal kjøtið verða moyrt og gott, skal tað hanga eina tíð, áðrenn tað verður havt til matna. Vit siga, at kjøtið ''búnast''. Neytakjøt skal hanga ikki styttri enn 14 dagar í kuldarúmi. Hongur kjøtið ikki í kuldarúmi, men í hjalli, skal tað ikki hanga so leingi. SeyðakjøtiSeyðakjøt og svínakjøtisvínakjøt nýtist ikki at hanga longur enn í ein dag.
 
Kjøtið, vit eta mest av í Føroyum, er [[Seyður|seyðakjøt]] og neytakjøt, men vit eta eisini nokk so nógv av svínakjøti, sum verður innflutt. Sjálvt um vit hava nógvan seyð í Føroyum, so verður seyðakjøt eisini innflutt úr Íslandi og Ný Sælandi. Vit eta eisini høsnarungar, dunnu og kalkun. Dunna og kalkun er tó ikki so vanligt sum høsnarungi. Føroyingar eta eisini kjøt av villum djórum og fuglum. Eitt nú eta vit tvøst av grindahvali, tað er ikki vanligt í flestu øðrum londum, og nógv fólk, serliga úr øðrum londum, hava ringt við at skilja, at nakar kann finna uppá at drepa grindahvalir. Aðrastaðni eta tey eisini rossakjøt, men tað er ikki vanligt í [[Føroyar|Føroyum]], tó hevur tað verið nokk so vanligt í summum bygdum fyrr í tíðini, tá tey høvdu arbeiðshestar, t.d. í Hvalba, har tey brúktu ross til arbeiði við koli. Fleiri sløg av bjargafugli eru eisini vanligir at eta í Føroyum, t.d. havhestur, lomvigi og lundi. Kjøt av haru verður eisini etið í Føroyum, tá harutíðin er, og menn veiða villa haru.
Kjøtið, vit eta mest av, er [[Seyður|seyðakjøt]] og neytakjøt, men vit eta eisini nokk so nógv av svínakjøti. Aðrastaðni eta tey eisini rossakjøt, men tað er ikki so vanligt í [[Føroyar|Føroyum]].
 
[[Bólkur:Matur og drekka]]