Munurin millum rættingarnar hjá "Portugal"

Content deleted Content added
Diupwijk (kjak | íkøst)
→‎Intro: ->Portugisiska lýðveldið
Malafaya (kjak | íkøst)
→‎Søga: correcting some Portuguese names
Linja 31:
== Søga ==
 
Portugal, sum var mæt siglingartjóð og átti [[Hjáland|hjálond]] í [[Afrika]], [[Suðuramerika]] og [[Asia]], fekk sjálvræðið aftur í [[1640]], og hevði tá verið undir [[Spania]] í 60 ár. [[José kongur]] í Portugal setti [[Markisur í Pombal|SebastianSebastião de Carvalho]] (seinni [[Markisur í Pombal]]) í høgt embætisstarv í [[1750]] og sum forsætisráðharra í [[1756]]. [[Markisur í Pombal|Pombal]] var helst kendasti politikarin í Portugal í nýggjari tíð. Hann stýrdi í stívliga 20 ár og nýskapaði portugisiska [[Búskapur|búskapin]], herin og skúlaverkið, styrkti ídnaðin, skapaði menning í [[Hjáland|hjálondunum]], skerdi vald aðalsmanna, steðgaði inkvisitiónini og rendi jesuittarnar av landinum. Men hann stýrdi harðliga og fór ikki fram við mýkindum ímóti mótstøðumonnum sínum. Tá ið [[José kongur]] doyði í [[1777]], varð [[Markisur í Pombal|Pombal]] settur frá.
 
Fólkaslagið sigst vera einsartað, men eygleiðir tú fólkamongdina í býunum, til dømis [[Lisboa]], leggur tú skjótt til merkis, at tey [[Evropa|suðurevropeisku]] andlitini fáa mótspæl av [[Afrika|afrikanskum]]. Hesi stava í høvuðsheitum frá fyrrverandi portugisiskum [[Hjáland|hjálondum]], m.a. [[Angola]] og [[Mosambik]], har tað var frítt at fara ímillum, áðrenn londini leysrivu seg frá Portugal.
Linja 37:
Í [[1800-árini|1800-árunum]] fluttu nógvir portugisar til [[Brasilia]], og eftir [[seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] fluttu nógvir til [[Frakland]]s og [[Týskland]]s. Samstundis eru nógvir portugisar fluttir aftur til Portugals frá [[Afrika|afrikansku]] hjálondunum.
 
Fyrst í [[15. øld]] stovnaðu portugisar sjómansskúla, og ta øldina og næstu hildu portugisiskir sjófarar um allan heim og løgdu landøki undir Portugal í [[Asia]], [[Afrika]] og [[Suðuramerika]]. Frá [[1932]] til [[1986]] stýrdi einaræðisharrin [[OliveraOliveira Salazar]] landinum, men eftir hernaðarkvett í [[1974]] tók herurin seg heilt burtur úr politikki. Portugal gjørdist limur í [[ES]] [[1986]], men er enn eitt av fátakastu londunum í [[Evropa|Vesturevropa]]. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á [[Algarvestrondini]].
 
== Fólkið ==