Munurin millum rættingarnar hjá "Tvøroyrar Bóltfelag"

754 bytes løgd afturat ,  8 ár síðan
Venjarar hjá TB
(Setti eina mynd inn)
(Venjarar hjá TB)
[[Mynd:TB 2012.jpg|thumb|TB aftur í bestu deildini, fyrsti dysturin varð leiktur móti Víkingi hin 25. mars 2012 í Vági, tí nýggi vøllurin Við Stórá ikki var liðugur.]]
Síða TB varð stovnað og til [[16. oktober|16. okt.]] [[2010]] hevur TB spælt fótbólt á vøllinum á Sevmýri. Vøllurin var blivin skeivur og leyk ikki altjóða krøv. Hann bleiv ikki góðkendur til at spæla fótbólt í vaksnamanna deildum í 2011. Hin 16. oktober 2010 varð seinasti dystur leiktur á [[Sevmýri]], TB, sum tá spældi í 1. deild, spældi ímóti [[NSÍ]] og vann dystin 5-2. Í apríl Í 2011 var heimavøllurin hjá TB [[Á Skørinum]] í [[Hvalba]]. <ref>[http://www.sudurras.info/519 Sudurras.info]</ref> Nýggjur fótbóltsvøllur er gjørdur inni í [[Trongisvágur|Trongisvági]] beint eystanfyri [[Høllin í Trongisvági|høllina í Trongisvági]].<ref>[http://www.portal.fo/?lg=77273 Portal.fo]</ref> Arbeiðið við at gera vøllin í Trongisvági byrjaði í 2011 og væntaðist liðugt áðrenn kappingin byrjaði um mánaðarskiftið mars/apríl 2012 ella í seinasta lagi tá TB fyllir 120 ár 13. mai 2012. Vøllurin bleiv tó ikki klárur til fyrsta landskappingardystin, og teir fyrstu heimadystirnir hjá TB blivu tí spældir á Eiðinum í Vági. Til dystin móti B36 var sjálvur vøllurin liðugur,<ref>[http://www.tb.fo/?p=8358 TB.fo, Hvar vitja føroyameistararnar]</ref> men hann bleiv ikki góðkendur, m.a. tí at har manglaðu 300 sitipláss, sum er eitt krav til øll feløgini, sum hava lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, TB mátti sostatt spæla dystin móti B36 í Vági. Flaggdagin 2012 var arbeiði við at seta 300 setur við at vera liðugt og 27. apríl varð vøllurin so góðkendur til fótbóltdystir í bestu mansdeildini. Fyrsti landskappingardystur í Effodeildini var dysturin millum TB og ÍF, sum varð leiktur sunnudagin 29. apríl 2012.<ref>[http://www.sudurras.info/13756 Sudurras.info, TB-ÍF við Stórá]</ref> TB vann henda fyrsta dystin 1-0.
 
== Venjarar hjá TB ==
 
* Benadikt Valdisson (1984)
 
* Egill SteinÞórsson (1986–1987)
* Svend Petersen (1988)
 
* Per Henning Jensen (1990)
* Finn Røntved (1991–1992)
* Dánjal Hovgaard (1993)
* Jacek Burkhardt (1994)
* Frank Skytte (1995)
* Sigvald Steinkross (1995)
* Rolf Christensen (1996)
 
* Zoran Pavlovic (1998)
* Egill Steinþórsson (1998)
 
* Håkon Winther (2001)
* Milan Cimburovic (2001)
* Zoran Mancic (2002)
* Lynge Nielsen (2002)
* Jón Johannesen (2002)
 
* Jón Johannesen (2004)
* [[Milan Milanović]] (2005)
* Oddbjørn Joensen (2006)
* Jan Nielsen (2007)
* Milan Cimburovic (2007)
* Krzysztof Popczynski (2007–2008)
* Jón Johannesen (2008)
* [[Pól F. Joensen]] (2009)
* [[Jón Johannesen]] (2010–2011)
* [[Milan Kuljić]]
 
== Keldur ==