Munurin millum rættingarnar hjá "Kannabis"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Cannabis_sativa_plant_(4).JPG|thumb|right|250px|Kannabis sativa.]]
[[Mynd:Discount_Medical_Marijuana_-_2.jpg|thumb|right|250px|Marijuana er lógligt í t.d. [[Kalifornia]] um tú hevur læknaváttan.]]
'''Marijuana''' er blómur, sprotar ella bløð, sum verða turkað, skorin sundur og stoytt. Marijuana verður eisini rópt '''kannabis''', '''pott''', '''weed''', '''mold''', '''tað brúna''', '''tjums''', '''hamp''', '''skunk''' og '''joint''' (ein roykingarháttur). Marijuana eru teir grá-grønu turkaðu og morlaðu blómuknapparnir og smáu bløðini av kannabisplantuni. Kannabisplantan hevur mjá og spísk bløð. Marijuana verður gjørt úr bløðum. Marijuana verður roykt. Marijuana og [[hash]] verða næstan altíð blandað upp í [[tubbak]] í [[Evropa]], tað verður roykt í til dømis pípu, vatnpípu ella í einari bong. Harumframt verður marijuana eisini etið t.d. sum kannabis-køka. Tá ið marijuana verður roykt, vísir rúsurin seg eftir fáar minuttir og varir í 2-3 tímar.

9 % av øllum næmingum í 9. flokki í [[Føroyum]] hava, sambært kanningum hjá ESPAD, roynt at roykja marijuana <ref>http://www.apotek.fo/Default.aspx?pageid=7182</ref>.
 
== Rúsurin ==
 
Marijuana gevur eina kenslu av vælveru, mildari eydnusælu og hvíld, og síðan vísir møði seg. Allir sansir verða ávirkaðir, og tíðarfatanin hjá persóninum broytist. Evnini at hugsavna seg broytast somuleiðis. Áhaldandi marijuananýtsla ávirkar evnini at læra nýtt og minnið, og harumframt kann hin ungi liva í einari ostaklokku og uppliva seg sjálvan sum nógv klókari enn øll onnur. Marijuana ávirkar teir anandamidu receptorarnar í heilanum. Ein receptorur er tað staðið, har evnini úr nervakyknunum binda seg føst eftir tað, at nervakyknurnar hava úrskilt tey. Anadamidi receptorurin liggur í teimum pørtunum av heilanum, sum eru við til at hava eftirlit við rørslu, og gevur eina kenslu av at vera sterkt rúsaður. Marijuana ávirkar harumframt fleiri aðrar receptorar í kroppinum, sum hava hjáárin við sær. Tá ið marijuana verður roykt, vísir rúsurin seg eftir fáar minuttir og varir í 2-3 tímar.
 
Eyðkenni: Hjartabankan, títtari hjartasláttur, reyðrandað eygu, eygnalokini 'detta niðurfyri', ógreið tala, gnisar at ongum, turrur í munninum og eygunum.