Munurin millum rættingarnar hjá "Kannabis"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Cannabis_sativa_plant_(4).JPG|thumb|right|250px|Kannabis sativa.]]
[[Mynd:Discount_Medical_Marijuana_-_2.jpg|thumb|right|250px|Marijuana er lógligt í t.d. [[Kalifornia]] um tú hevur læknaváttan.]]
'''Marijuana''' er blómur, sprotar ella bløð, sum verða turkað, skorin sundur og stoytt. Marijuana verður eisini rópt '''kannabis''', '''pott''', '''weed''', '''mold''', '''tað brúna''', '''tjums''', '''hamp''', '''skunk''' og '''joint''' (ein roykingarháttur). Marihuana eru teir grá-grønu turkaðu og morlaðu blómuknapparnir og smáu bløðini av kannabisplantuni. Kannabisplantan hevur mjá og spísk bløð. Marijuana verður gjørt úr bløðum. Hashish er ein hashklumpur, og alt eftir hvaðan hashið stavar, kann liturin vera reyður, gulur, brúnur ella svartur, og hash kann vera bæði bleytt og hart. Hasholja er tað sterkasta slagið av kannabis við grøndimmum liti. Hash verður roykt. Hashish og hasholja verða næstan altíð blandað upp í [[tubbak]] í [[Evropa]], tað verður roykt í til dømis pípu, vatnpípu ella í einari bong. Harumframt verður marijuana eisini etið t.d. sum kannabis-køka. Tá ið hash verður roykt, vísir rúsurin seg eftir fáar minuttir og varir í 2-3 tímar. 9 % av øllum næmingum í 9. flokki í [[Føroyum]] hava, sambært kanningum hjá ESPAD, roynt at roykja marijuana <ref>http://www.apotek.fo/Default.aspx?pageid=7182</ref>.
 
== Rúsurin ==