Munurin millum rættingarnar hjá "Filipsoyggjar"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Filipsoyggjar''' ([[Filipinskt mál|filipinskt]]; ''Repúbliká ng̃ Pilipinas'', [[Enskt mál|Enskt]]; ''Republic of the Philippines'') er eitt stórt land í [[Landsynningsásia]]. Filipsoyggjar hevur 92 mió íbúgvar. Høvuðstaðurin kallast [[Manila]], og størsti býurin er [[Quezon City]]. Almennu [[mál]]ini eru tvey í tali, [[Filipinskt (mál)|filipinskt]] og [[Enskt (mál)|enskt]]. Í næstan 400 ár vóru Filipsoyggjar undir [[Spania]], og landið er kallað upp eftir [[Spania|spanska]] konginum [[Filipi 2.]] Í [[1898]] legði [[USA]] Filipsoyggjar undir seg og hevði ræðið, til landið gjørdist frælst ríki í [[1946]].
 
Einki land í heiminum verður so illa plágað av náttúruvanlukkum sum Filipsoyggjarnar. Har eru umleið 20 [[ódnir]] um árið, og [[Jarðskjálvti|jarðskjálvtar]] eru rættiliga ofta.
Linja 33:
== Fólkið ==
 
Flestu filipinar eru av [[Maleisia|maleiiskarimaleiskari]] ætt, men har eru eisini [[Kina|kinverskir]] tilflytarar og [[mestitsar]], fólk av blandaðum blóði. Í summum fjarskotnum og avbyrgdum oyggjum í Filipsoyggjum búgva fólk, ið liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær við at fiska, veiða [[dýr]], henta ber, savna frukt og grønmeti. Hesi upprunafólk eru ímillum tey seinastu í heiminum, sum liva soleiðis, men tilvera teirra er hótt, tí at skógirnir, har tey halda til, verða høgdir niður.
 
Í summum fjarskotnum og avbyrgdum oyggjum í Filipsoyggjum búgva fólk, ið liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær við at fiska, veiða [[dýr]], henta ber, savna frukt og grønmeti. Hesi upprunafólk eru ímillum tey seinastu í heiminum, sum liva soleiðis, men tilvera teirra er hótt, tí at skógirnir, har tey halda til, verða høgdir niður.
 
=== Átrúnaður ===
 
Viðgitni rannsóknarfarin [[Ferdinand Magellan|Magellan]] var fyrsi maður, ið boðaði filipinum [[Rómversk-katólska kirkjan|katólska]] trúgv, tá ið hann á ferð síni kring [[jørðin]]a fór í land í oynni [[Cebu]] í [[1521]]. Meðan [[spania]]menn ráddu, tóku mangir filipinar við [[katólskari]] trúgv, og hon gjørdist [[átrúnaður]] um alt landið uttan í syðstu oynni [[Mindanao]], har fólkið er [[MuslimarIslam|muslimskt]]. Filipsoyggjar eru einasta [[Kristindómur|kristna]] land í [[AsiaÁsia]], og [[Rómversk-katólska]] [[kirkjakirkjan|katólska]]n kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins.
 
== Búskapur ==
[[Mynd:Ph_regions_and_provinces.png|thumb|right|250px|LandsluturLandslutir í Filipsoyggjar.]]
Fyrr vóru Filipsoyggjar ímillum tey ríkastu londini í [[Asia]], men seinastu 50 árini eru tær heilt dotnar burtur ímillum, skulu tær bera seg saman við grannalond síni. Helvtin av fólkinum livir í fátækradømi, og mangir filipinar verða noyddir at fara av landinum at arbeiða, so at teir kunnu breyðføða seg og síni. Um 2 % av vinnuføra fólkinum arbeiða uttanlands og senda pening heim til húski sítt at liva fyri. Hvørt ár senda filipinskir fremmandaarbeiðarar um 7 milliardir krónur heim til landið.
 
Kokospálmin trívst væl í heita og slavna veðurlagnum í Filipsoyggjum og ber frukt í næstan 70 ár. Nøtirnar hanga í tyssum, einar 15-20 nøtir í hvørjum, og tá ið tær eru búnar, verða tær slignar niður við bambusstongum. Bara [[Indonesia]] dyrkar meiri meiri kokosnøtir enn Filipsoyggjar, og einki annað land í heiminum ger so nógv kopra, sum fræhvítin inni í nøtini verður nevndur. Filipsoyggjar flyta út nógva vøru, sum verður gjørd úr kokosnøtum. Alt á kokospálmanum kann verða nýtt. Røturnar verða nýttar til heilivág og litevni, bulurin til við og trækol, bløðini til tekjur og flættað til kurvar og mottur. Úr nøtini fæst matur og ráevni til mottur, smyrsl og sápu.
 
[[Ifugaofólkið]] hevur í mong túsund ár velt í fjallalendinum í norðara parti í oynni [[Luzon]]. Tað, sum eyðkennir landslagið her, eru vandaliga løgdu rísbríkarnar, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Mong ferðafólk koma eisini at síggja fornu rísbríkarnar, ið eisini verða kallaðar áttanda undurverk heimsins. Men allir rísbøndur í Filipsoyggjum dyrka ikki rís sum [[ifugaaofólkið]]. [[Altjóða Rísgranskingarstovnurin]] hevur sætið í Filipsoyggjum og hevur alt fram nýggj ríssløg, sum hava fleiri korn á aksinum; stovnurin hevur eisini ment maskinur at sáa og heysta við.
 
Nógv náttúrutilfeingi er í landinum, m.a. gull, kopar og krom. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar, ið verða fluttar út, eru tubbak, sukur og frukt.
 
== Landafrøði ==
Line 61 ⟶ 59:
== Søga ==
 
Síðan [[1965]] hevði [[Ferdinand Marcos]] ([[11. september]] [[1917]] – [[28. september]] [[1989]]) havt valdið í Filipsoyggjum; harðræðisstýri hansara køvdi alla mótstøðu, armaði landið og elvdi til mikla misnøgd ímillum fólkið. Hann stýrdi við harðari hond, svikaði hvørja ferð, val var, til tess at hava valdið, og stjól til sín sjálvs ovurstórar ognir frá landi og fólki. Fremsti andstøðingur hansara var [[Benigno Aquino]] ([[27. november]] [[1932]] – [[21. august]] [[1983]]), ið viðhaldsmenn [[Ferdinand Marcos|Marcos]] drupu í [[1986]]. Andstøðan ímóti einræðisstýrinum flyktist síðan um einkjuna eftir [[Benigno Aquino|Benigno]], [[Corazon Aquino|Corazon]]. Í [[1986]] gjørdi [[Ferdinand Marcos|Marcos]] grovt valsvik á tjóðartingsvalinum. Herurin setti seg upp ímóti honum, og hann mátti flýggja til [[USA|Sambandsríki Amerika]]. [[Corazon Aquino|Frú Aquino]] tók við valdinum og vann stórsigur á valinum árið eftir, og fólkaræði varð aftur sett í gildi.
 
== Handil ==