Munurin millum rættingarnar hjá "Sveis"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Sveis''' ([[Týskt mál|týskt]] ''Schweizerische Eidgenossenschaft'', [[Franskt mál|franskt]] ''Confédération Suisse'', [[Italskt mál|italskt]] ''Confederazione Svizzera'', [[Rætoromanskt mál|rætoromanskt]] ''Confederaziun Svizra'') er eitt land í [[Miðevropa]]. Í norðri hevur Sveis mark við [[Týskland]], í eystri við [[Liktinstein]] og [[Eysturríki]], í vestri við [[Frakland]] og í suðri við [[Italia]]. Hóast [[Zürich]] er størsti býur í Sveis, er [[Bern]] høvuðsstaður.
 
Sveis gjørdist uttanveltaland í [[1815]] og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í [[Evropa]] síðan. Nú er landið býtt í 26 landspartar (kantonir), og hesir hava so skipað seg sum eitt [[tjóð]]veldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama [[mál]]. Í Sveis eru fýra almenn mál: franskt, sveisaratýskt, retoromanskt og italskt. 63 % av fólkinum talar sveisaratýskt. Í Zürich og Bern tala tey týskt, men í t.d. [[Genève]] og [[Lausanne]] tala tey franskt.
 
== Søga ==
''Høvuðsgrein: [[Sveisisk Søgasøga]]''
 
== Politikkur ==
''Høvuðsgrein: [[Sveisiskur Politikkurpolitikkur]]''
 
Sveis, sum verður stýrt sum [[tjóð]]veldi, er í fleiri smáum ríkjum, sum teir kalla ''kantonir''. Hvør kantonin hevur heimastýri, men allar hava felags samveldisforseta. Í Sveis eru fýra [[mál]]: í vestara parti er móðurmálið [[Franskt mál|franskt]], í syðra parti [[Italskt mál|italskt]], í útsynningspartinum er eitt fornt romanskt mál, tey kalla [[Retoromanskt mál|retoromanskt]], og í norðara og mittasta partinum er eitt týskt mál, sum tey kalla [[Týskt mál|sveisartýskt]].
Sveis gjørdist uttanveltaland í [[1815]] og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í [[Evropa]] síðan.
 
Sveis hevur ikki verið í nøkrum bardaga í 200 ár, men hevur ofta verið nýtt av teimum stríðandi at halda friðarsamráðingar í. Í Genève verða á hvørjum ári hildnir alheims friðarfundir. [[Reyði Krossur]], sum sveisarin [[Jean Henri Dunant]] (1828-1910) setti á stovn í [[1864]] at veita krígsherjaðum medisin og læknahjálp, hevur høvuðssetur sítt í Genève. Landið er eitt av ríkastu londum í [[Evropa]].
 
== Fólkið ==
 
Hóast Sveis er so lítið og hevur ligið innbyrgt millum stórlond, hevur tað mesta havt sjálvræði. Men tað hevur ikki kostað teimum lítið, mangan hava teir staðið í harðari orrastu, men oftast vóru teir við yvirlutan, og sveisarar vóru so gitnir fyri dirvi, at fremmandir kongar bóðu sær vaktarmenn úr Sveis. Fýra eru [[mál]]ini, sum verða tosað í landinum; í Suðursveis tosa tey italskt, í Vestursveis [[Franskt mál|franskt]], í norðara partinum [[Týskt mál|týskt]], og so eru tað einstøk pláss í landsynningshorninum, hvar tey tosa eitt gamalt mál, sum sipar til týskt. Sum við málinum, so við trúnni; summi eru [[katolikkar]] og summi trúbótarmenn.
Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama [[mál]].
 
Skúlar eru nógvir í landinum, og tað bæði lægri og hægri. Sveisarar verða roknaðir fyri eitt kunnskapsríkt fólk, og hópur av fremmandum ungfólki kemur hagar at ganga í kostskúla. Landið verður roknað fyri eitt av teimum ríkastu í [[Evropa]], og tað arbeiðandi fólkið hevur góð livikor.
 
=== Mál ===
 
Fýra ymisk [[mál]] verða talað í Sveis, fjølmæltasta landi í [[Evropa]]. Almenn [[mál]] eru [[Týskt mál|týskt]], [[Franskt mál|franskt]] og [[Italskt mál|italskt]]. Fjórða [[mál]]ið er [[Retoromanskt mál|retoromanskt]], sum verður talað í summum fjarløgdum bygdaløgum uppi í fjøllunum. [[Retoromanskt mál|Retoromanskt]] hevur nú eisini fingið støðu sum alment [[mál]] - 1 % av fólkinum talar [[Retoromanskt mál|retoromanskt]].
 
== Mentan ==
''Høvuðsgrein: [[Sveisisk Mentanmentan]]''
 
== Landafrøði ==
''Høvuðsgrein: [[Sveisisk Landafrøðilandafrøði]]''
[[Mynd:Sanetsch.jpg|thumb|left|250px]]
[[Mynd:Central Switzerland.jpg|thumb|right|250px]]
[[Mynd:Hauteroute.jpg|thumb|right|250px]]
Í Sveis eru tveir fjallaryggir, [[Jurafjøll]] og [[Alpurnar]]. Ímillum fjøllini er ein breiður háslætti, sum eitur [[Sveisar Háslættin]]. Miðjan av Sveis er ein fløta, Sveisiski Háslættin teir kalla, men hitt er alt fjallalendi. Sveisar Háslættin gongur frá [[Bodensvatn]]i til [[Genèvevatn]]ið. Háslættin er ein langur og breiður dalur við stórum vøtnum og góðum kornlendi. Jørðildið er mest eyrmold, sum er komin við ísinum í ístíðini. Á háslættanum býr meginparturin av fólkinum, og har eru eisini teir størstu býirnir. Háslættin ber væl korn, og hann er eisini væl dyrkaður. Summastaðni hava teir avbera stórar súreplagarðar, og frálíka vakurt er at síggja, tá ið alt um várarnar stendur í blóma. Mesta fólkið býr á fløtuni, og har eru teir flestu býirnir.
 
Fyri vestan eru [[Jurafjøll]]ini fram við [[Frakland|franska]] markinum. Tey eru heldur lág og fyri tað mesta skógvaksin. [[Alpurnar]] aftur ímóti standa við nógvum skínandi fannaklæddum tindum og daga ímóti himni. Fyri sunnan fløtuna ganga Alpurnar ígjøgnum alt landið úr vestri í eystur. Hægst uppi í Alpunum í bæði Sveis og [[Eysturríki]] eru nógvir jøklar. Frálíka vakurt er í Alpunum, og hagar koma fólk úr øllum ættum at halda feriu. Um veturin standa tey á skíðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum stórslignu og vøkru fjøllunum. Fjallarustirnar eru bæði hvassar og brattar, men millum teirra ganga nógvir breiðir og djúpir dalar. Í dølunum er veðurgott og góður bøur. Bygdirnar eru ofta heldur smáar. Vøtn eru nógv í dølunum. Í dølunum á suðursíðuni er veðurlagið frálíka lýtt, og har yður av litføgrum blómum um summarið. Men uppiyvir standa teir hvøssu tindarnir avtaktir við ísi, sum ongantíð tiðnar. Um veturin legst ofta nógvur kavi niður í fjøllunum. Tá kann tað henda, at tað kemur turrur, heitur vindur, sum teir kalla ''føhnin''. Termometrið rýkur upp, og tiðningur kemur í kavan. Áirnar standa á bredda um nakrar tímar, og tá hendir ofta, at skalvar leypa. Summir av hesum skalvunum kunna vera óføra stórir, og teir taka bæði garðar og hús við sær; einki stendur fyri teimum.
 
Úr Sveis koma fleiri stórar áir; undir tí gitna Sankta Gothards fjallinum springa [[Rhone]] og [[Rín]] upp.
 
=== Býir ===
 
Í [[Bern]] kemur samveldistingið saman, og verður hann tí oftast roknaður fyri at vera [[høvuðsstaður]]. Størsti býurin er [[Zürich]], har eru stór klædnavirkir. Í [[Genève]] við Genèvevatnið eru nógvar ursmiðjur, í hesum býi plaga eisini ofta sendimenn úr ymsum londum at koma saman at tingast. [[Luzern]] og [[Lugano]] eru viðgitnir ferðamannabýir. Í [[Basel]] við Rín er stórt havnarlag.
 
== Samferðsla ==
 
Torført hevur verið at koma úr Sveis suður til [[Italia]]; skørðini eru fá, og vegirnir vánaligir; eisini kundi ofta henda, at knappligt kavarok kom á ferðafólkið. Nú er koyrandi bæði við toki og bili; vegirnir hava verið ógvuliga ringir at gera, og menn hava noyðstat spreingja bæði nógvar og langar tunlar. Tunnilin ígjøgnum Sankta Gothardsfjallið er 14 km. langur. Ein annar tunnil, Simplon tunnilin er 20 km. Í øllum Sveis eru 2500 tunlar<ref>http://wtc2013.ch/fileadmin/user_upload/WTC_2013_Bulletin.pdf</ref>. Vegasambandið í Sveis er av tí besta í [[Evropa]]; har eru nógvir og góðir vegir og tætt við jarnbreytir. Eisini kann komast til og frá landinum eftir Rínánni; har sigla skip í heilum. Annars ferðast nógv av ferðafólkinum í [[flogfar]]i.
 
== Búskapur ==
''Høvuðsgrein: [[Sveisiskur Búskapurbúskapur]]''
 
Uttanveltaða støðan og tryggu politisku viðurskiftini eru tvær av atvoldunum til, at Sveis er vorðið altjóða fíggjarmiðdepil. Mangar fyritøkur og mangir bankar hava høvuðsskrivstovu í vakra býnum, [[GeneveGenève]], við [[GenevevatnGenèvevatn]]. Eisini hava mangir altjóða felagsskapir høvuðssæti her, tí landið er uttanveltað og politisku viðurskiftini trygg. Nevnast kunnu [[Reyði Krossur]], [[Heims Heilsustovnurin]] (WHO) og høvuðsdeild [[ST]] í [[Evropa]]. Eisini mong stór fleirtjóðafeløg eru sveisisk. Hóast lítil rávøra er í landinum, er Sveis týdningarmikið ídnaðarland. Mong teirra, ið arbeiða í ídnaðinum, eru serútbúgvin at gera ídnaðarvørur, sum eru dýrar og viga lítið. Meginparturin av tí, gjørt verður, verður flutt út, tí at heimamarknaðurin er lítil.
 
=== Landbúnaður ===
[[Mynd:Swiss cheese cubes.jpg|thumb|right|250px|Emmentalaostarnir ella sveisarostarnir eru heimsgitnir fyri gøðsku.]]
Fyrr í tíðini livdi at kalla alt fólkið í Sveis av landinum, men hetta er ikki so longur; nú livir stív helvtin av [[Ídnaður|ídnaði]]. Sveisiska fløtan ber væl korn, men tað, sum velt verður har, munar ov lítið; landið má tí flyta hópin inn av mjøli. Summarið er heitt, og tí fáast summir bøndurnir við at dyrka vín, meðan aðrir hava fruktgarðar. Neytum og svínum hava teir nógv av. Í [[Jurafjøll]]unum er eisini nógv av [[ross]]um. Garðarnir eru ofta smáir; teir flestu munna vera millum 5 og 10 hektarar til støddar. Í [[Alpurnar|Alpunum]] hevur neytahaldið mest at siga fyri bøndurnar. Um summarið verða neytini rikin langt niðan í fjøllini; har kunna vera góðir slættar, og grasið er bæði gott og nógv. Smáttur standa har uppi í haganum, og ta tíðina, neytini ganga har uppi, liggur fólk hjá teimum sum í [[Noreg]]i. Um kvøldarnar verða tey rikin heim á støðilin, sum er rundan um smáttuna, og so hava tey náttból har. Mjólkin verður gjørd til ost, og sveisarostur er sera viðgitin fyri góðsku. Teir bøndurnir, sum búgva ovarlaga, hava ofta brattan bø, og ikki er óvant sum í [[Føroyum]] at bera hoyggið til garðs.
 
Landbúnaðarumstøðurnar eru ikki av teimum bestu, men niðri í fruktagóðu dølunum verður nógv velt og dyrkað, og í lýggju líðunum, ið horva suðureftir, dyrka bøndurnir frukt og vínber. Vanligt er at hava mjólkarframleiðslu her um leiðir. Neyt, [[seyður]] og geitir verða tíðliga slept út á tað gróðrarmikla summarbeitið uppi í hálendinum og verða tikin oman aftur í dalarnar um heystið. Mjólkin verður kæsað til ymisk ostasløg, til dømis ''emmentaler''. Teir bøndur, sum búgva á háslættanum og niðast í dølunum, velta gras og korn, vín og frukt. Teir hava nógv neyt, sum ganga á tí góða beitinum niðast í dølunum. Mjólkina selja teir í býunum ella gera til ost. Fjallabøndurnir búgva uppi í teimum ovaru dølunum, sum eru oman fyri túsund metrar. Har uppi velta teir ikki korn, men røtur, epli og gras. Líðirnar eru vaksnar við skógi upp í 2.000 metra hædd. Ovari partur av skóginum er tunnur, og ímillum trøini eru víðar grasfløtur. Har niðan rekur fjallabóndin fenaðin um summarið. Til at sita hjá [[Seyður|seyði]], neytum og geitum hevur bóndin tríggjar mans, sum búgva har uppi fyri summarið. Teir mjólka og gera mjólkina til ost. Tá ið summarið er av, kemur fenaðurin oman aftur á básin at standa. Um veturin høggur bóndin trø í skóginum, sum hann hevur til smíð, brenni og at selja.
 
=== Hygg eisini atÍdnaður ===
[[Mynd:Vintage Omega Speedmaster 145.012-67.jpg|thumb|right|250px|Menn hava í øldir á Sveisar Háslættanum íðkað handaverkið ursmíð.]]
Kol og jarn er ikki í Sveis, men kortini eru nógv ídnaðarvirkir. Tað, teir gera, er mest vara, sum lítið tilfar fer til, men sum er putlut at gera. Til dømis eru nógvar ursmiðjur, og sveisisku urini eru viðgitin fyri góðsku og verða seld um alla verðina. Læknatólum og heilivági gera teir eisini nógv av, somuleiðis sjokoladu. Klædnaídnaðurin stendur frammarlaga. Sum vit síggja á kortinum, er Sveis mitt inni á meginlandinum, og vit kundu tí hildið, at landið eigur eingi skip, uttan tey sum sigla á Rín og vøtnunum í sjálvum landinum, men so er ikki, yvir 50 sveisisk farmaskip sigla á stórhøvunum. Verksmiðjurnar og tokini við ganga við elmegi. Fossarnir eru bæði stríðir og nógvir, og el-verkini eru so mong, at ikki bert landið sjálvt er hjálpið, men tað kann selja nógvan streym til onnur lond. Stívur helmingurin av fólkinum í Sveis livir av ídnaði, hóast hvørki finst jarn, kol ella annar málmur í jørðini. Tann nógvi elstreymurin, sum teir framleiða við vatnmegini, fær teimum tey túsundtals ídnaðartólini at ganga. Teir gera til dømis skógvar, medisin, sjokulátu og klædnavørur. Teir eru heimsgitnir fyri at gera góðar ostar, góð silkipløgg og góð ur.
 
Um ár 1800 vóru í [[Genève]] fleiri hundrað ursmiðir, sum árliga gjørdu 14 000 gullur og 45 000 silvurur. Í fjallabygdunum høvdu menn ursmíð til vetrararbeiði, og har runnu upp sannar ursmíðbygdir, har ursmíð var hvørsmans yrki. Sveisaraurini vórðu seld um allan heimin. Men um ár 1850 fóru menn í [[USA]] at gera ur við maskinu. Tey maskingjørdu urini vóru nógv bíligari enn tey hondgjørdu. Men sveisararnir góvust ikki, tí um 1870 gjørdu teir í Genève tað fyrsta urvirkið. Síðani eru bygd ein mongd av urvirkjum bæði á bygd og bý í Sveis, og tað gamla urhandaverkið er skift um til urídnað. Tey mongu smáu urvirkini úti á bygdunum gera hvør sín serlutin til urini. Serlutirnir verða sendir til savningarvirkini. Har sita virkisursmiðirnir í longum røðum og seta saman, hvør setir sín lutin í, til urið er liðugt. Og so út á marknaðin. Hóast urvirkir eru í hópatali í mongum londum, til dømis [[Stóra Bretland|Bretlandi]], [[Japan]], [[USA]] og [[Týskland]]i, so eru tað tó tey sveisisku urini, sum hava allar fyrimunur á heimsmarknaðinum og verða mest keypt. Árliga koma í millióntali av maskingjørdum urum út á marknaðin, men tó hevur eitt handilsfelag í Sveis hondgjørd ur at selja, men tey kosta 10 ferðir so nógv sum tey virkisgjørdu.
== Útvortis ávísing ==
 
=== Handil ===
*
 
Sveis, sum hevur stóran uttanlandahandil, liggur langt frá [[hav]]inum. Tað kemur teimum tí væl við, at teir hava so nógvar og góðar vegir og jarnbreytir, sum teir kunnu flyta vørurnar á út í onnur lond. Teir hava eisini ein stóran havnarbý við ánna Rín, sum eitur [[Basel]]. Basel stendur úti móti markinum til bæði [[Týskland]] og [[Frakland]]. Í havnini í Basel liggja áarbátar og taka inn tær vørur, sum skulu seljast út av landinum, og føra tær til [[Rotterdam]] ella [[Antverpen]]. Har verða vørurnar skipaðar inn í stór skip, sum sigla tær út á heimsmarknaðin. Áarbátarnir skipa so inn aftur olju, kol og ráevni, sum teir sigla til Basel og leggja upp har. Sveisararnir eiga sjálvir ein farmaskipaflota, sum telur eini 50 skip, men tey flóta ikki inn í havnina í Basel, og leggja tí ongantíð at í Sveis.
[[Mynd:Zermatt and Matterhorn.jpg|thumb|right|250px|[[Zermatt]] og [[Matterhornið]]]]
 
=== Ferðavinna ===
 
Annars er tað at siga, at nógv av fólkinum, sum býr í [[Alpurnar|Alpunum]], fæst við at vísa tí nógva ferðafólki, sum kemur hagar, veg í fjøllunum ella arbeiðir á teimum stóru og nógvu gistingarhúsunum, hvar tey halda til. Summi koma til at standa á skíð, summi til at royna at ganga upp á teir høgu tindarnar, og summi bert fyri at síggja tað vakra landslagið.
 
== Keldur ==
<references/>
 
== Hygg eisini at ==
 
== Útvortis ávísing ==
 
{{Evropa}}