Munurin millum rættingarnar hjá "Svøríki"

Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur broytur: ia:Sveda
Linja 37:
Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysiðhevur verið eitt hitt lægsta í [[Evropa]], men tað er vaksið nógv í búskaparkreppuni í [[1990-árini|1990-árunum]]. Nú á døgum er 6,1 % av fólkinum er arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Sparingar, ið búskaparkreppan seinastu árini hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar.
 
Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í [[Evropa]] eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða [[Dálking|dálkað]], og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka [[dálking]]ina í [[Eystarasalt]]i. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu.
 
Svøríki er fyrsta landið í heiminum í 1972, sum letur [[Transkyndur|transpersónar]] alment skifta kyn og gevur teimum ókeypis viðgerð til endamálið.
 
== Fólkið ==