Munurin millum rættingarnar hjá "Sambia"

Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: ce:Замби
Linja 74:
=== Fátækradømi ===
[[Mynd:Chisokone_Market_Kitwe.jpg|thumb|right|250px]]
Fólkið er ógvuliga fátækt, lønirnar eru lágar og arbeiðsloysið stórt. Allan vegin fram við jarnbreytini ímillum koparbeltið og høvuðsstaðin [[Lusaka]] eru fatækrabýlingar. Alt er bráðfeingisbygging, og húsini hava hvørki vatn, ravmagn ella kloakkskipan; tí eru sjúkur elvdar av skittføri og troti vanligar. Størsti handilsmidepilin í høvuðstaðnum, [[Lusaka]], har 1 mió. fólk búgva, er á stødd við [[SMS (sølumiðstøð)|SMS]]. Tó keypir vanligi afrikanarin keypir ikki har, men á marknaðum. Har er eisini vanligt, at fólk býta um vørur sínamillum.
 
Tað er at undrast á, at fátækradømið er so stórt, tí landið er fruktagott. Men fólk eru máttleys og uttan áræði. Hóast tey fáa tilboð um jarðarstykki, sum tey sjálvi skulu eiga grøðina av, so taka tey ikki av. Møguliga er orsøkin tann, at tey, sum royna at tjena pening, ongan kjans hava at savna nakað til sín sjálvs. Tey verða noydd fyrst at syrgja fyri familjuni, bæði systkjum og foreldrum. Lønirnar hjá afrikanarum í Sambia eru ógvuliga lágar. Ein lækni tjenar ikki meiri enn 3000 og ein lærari um 700 krónur (DDK) um mánaðin. Ein vællønt arbeiðsgenta fær bara 500 krónur í mánaðarløn. Orsaka av lágu lønunum, trívast tey, sum fáa sær útbúgvingar, ikki í landinum, men leita uttanlands at arbeiða.
 
== Skúlaskapur ==