Munurin millum rættingarnar hjá "Bosnia og Hersegovina"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "{{Infoboks Land | uppruna_navn = Bosna i Hercegovina<br/>Босна и Херцеговина | navn = Bosnia og Hersegovina | mynd_flagg = Flag_o..."
 
No edit summary
Linja 28:
 
'''Bosnia og Hersegovina''' (bosniskt og kroatiskt: ''Bosna i Hercegovina'', serbiskt: ''Босна и Херцеговина'') er land í [[Evropa|Landsynningsevropa]]. Í øldir hava ymisk fólkasløg búð her, t.d. [[Muslimar|muslimskir]] bosniar, [[Katolikkar|katólskir]] kroatar, [[Ortodoksa kirkjan|ortodoksir]] serbar og [[jødar]]. Tá ið londini tóku sjálvstýri, elvdi stríð ímillum fólkasløgini til blóðugt [[borgarakríggj]]. Friðarsamráðingar í Dayton í [[Ohio]] fingu partarnar at leggja vápnini síðstí 1995. Fyri borgarakríggið var høvuðsstaðurin, [[Sarajevo]], nýmótans stórbýur, men tá ið kríggið brast á, víggirdu serbar seg í fjøllunum uttan um býin og bumbaðu hann í trý ár, og mong fólk doyðu. Tey, sum vórðu eftir í býnum, toldu nógv hesi árini, og trot var á øllum neyðsynjarvørum. Tá ið serbar tóku seg inn í Bosnia, gjørdu teir tað, ið verður kallað fólkareinsan. Endamálið varð at rudda økið fyri muslimar og kroatar, hóast teir og serbar høvdu búð síð um síð so leingi, nakar visti. Tíggjutúsundtals fólk, ið ikki vóru serbar, vórðu myrd. Upp aftur fleiri flýddu av landinum. Mangir bosniskir muslimar búgva nú sum flóttafólk í m.ø. [[Týskland]]i og [[Noreg]]i.
 
== Søga ==
 
=== Jugoslaviakríggið ===
 
Í juni 1991 tóku [[Kroatia]] og [[Slovenia]] loysing frá samveldinum [[Jugoslavia]]. Í 1992 gjørdi Bosnia-Hersegovina tað sama. Eftir fáum mánaðum varð Jugoslavia syndrað sundur í fleiri sjálvstøðug ríki, har [[Serbia]] varð sterkasta landið, og blóðugasta kríggj í [[Evropa]] eftir [[Seinni heimsbardagi|Annan heimsbardaga]] brast á. Allir partar framdu grov krígsbrotverk, hóast altjóða royndir vórðu gjørdar at fáa partararnar at binda frið. Mong tjóðveldið skipaðu fyri tí, sum varð kallað ''tjóðskaparlig rensan'' og róku fólk, ið høvdu annan uppruna, frá húsum og heimi. Serbar bumbaðu, kringsettu og skutu inn í høvuðsstaðin í Bosnia-Hersegovina, [[Sarajevo]], í trý ár. Kríggið í Bosnia-Hersegovina endaði í november í 1995 við friðartinginum, sum [[USA]] stóð fyrsi. Bosniska, serbiska og kroatiska tingið skrivaðu undir endaliga friðarsáttmálan í [[París]], og Bosnia-Hersegovina skuldi gerast eitt sameint land, hóast tríggjar tjóðir - serbar, bosniar og kroatar - búgva har. Umsíðir varð friður aftur eftir bardagar í fýra ár. Kríggið kostaði fleiri enn 200 000 mannalív. Tað fer enn at vera ár at grøða tey sár, kríggið voldi.
 
== Hygg eisini at ==