Munurin millum rættingarnar hjá "Mánin"

Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (bottur leggur aftrat: crh:Ay (kök cismi)
sNo edit summary
Linja 7:
 
Mánin er okkum 400 ferðir so nær sum [[sólin]], men hann er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin. Tí eru hesir knøttir um leið líka stórir at síggja til á luftini. Tá ið mánin er ímillum okkum og sólina, kemur hann stundum fyri sólina. Tá er sólarmyrking. Full sólarmyrking var í [[Føroyar|Føroyum]] [[30. juni]] [[1954]]. Øðrvísi enn sólin er hann ein kaldur knøttur, sum melur um jørðina. Mánin lýsir ikki sjálvur, men bara við afturkastaðum sólarljósi, sum vit nevna mánalýsi. Til støddar er hann góðan fjórðing av [[jørðin]]i, og frástøðan er um leið 30 ferðir tvørmálið í jørðini. Mánin hevur fasur, t.e., lýsandi mánaeygað broytir skap, alt eftir hvar hann er í ringrásini um [[jørðin]]a.
 
Fyrstu menn at ganga á mánanum vóru amerikanararnir [[Neil Armstrong]] og [[Edwin Buzz Aldrin]] í juli 1969. Teir fóru við rúmdarfarinum Apollo 11, og mánafarinum Eagle førdi síðan tveir av monnunum niður á mánan, meðan hin triði ([[Michael Collins]]) fleyg í ringrás um mánan. Armstrong hevði leiðsluna á Apollo tann 20. juli í 1969, tá ið rúmdarfarið lendi á mánanum. Hann varpaði aftur til Jørðina við kendu orðunum: "That's one small step for a man, one giant leap for mankind". Í tríggjar tímar gingu [[Neil Armstrong]] og felagi hansara Edwin Buzz runt á mánanum.
 
== Keldur ==