Munurin millum rættingarnar hjá "Bosnia og Hersegovina"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "{{Infoboks Land | uppruna_navn = Bosna i Hercegovina<br/>Босна и Херцеговина | navn = Bosnia og Hersegovina | mynd_flagg = Flag_o..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 27. aug 2012 kl. 22:45

Bosna i Hercegovina
Босна и Херцеговина
Flagg Bosnia og Hersegovina
(Flagg Bosnia og Hersegovina)
Skjaldarmerki Bosnia og Hersegovina
(Skjaldarmerki Bosnia og Hersegovina)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "Državna himna Bosne i Hercegovine" / "Државна химна Босне и Херцеговине"
Alment mál Bosniskt, Kroatiskt, Serbiskt
Høvuðsstaður Sarajevo
Forseti Bakir Izetbegović
Forsætisráðharri Vjekoslav Bevanda
Fullveldi 1. mars 1992
(frá Jugoslavia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
51,197 km²
0.02 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
3,839,737
75.0/km²
Gjaldoyra Mark (BAM)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .ba
Telefonkota +387

Bosnia og Hersegovina (bosniskt og kroatiskt: Bosna i Hercegovina, serbiskt: Босна и Херцеговина) er land í Landsynningsevropa. Í øldir hava ymisk fólkasløg búð her, t.d. muslimskir bosniar, katólskir kroatar, ortodoksir serbar og jødar. Tá ið londini tóku sjálvstýri, elvdi stríð ímillum fólkasløgini til blóðugt borgarakríggj. Friðarsamráðingar í Dayton í Ohio fingu partarnar at leggja vápnini síðstí 1995. Fyri borgarakríggið var høvuðsstaðurin, Sarajevo, nýmótans stórbýur, men tá ið kríggið brast á, víggirdu serbar seg í fjøllunum uttan um býin og bumbaðu hann í trý ár, og mong fólk doyðu. Tey, sum vórðu eftir í býnum, toldu nógv hesi árini, og trot var á øllum neyðsynjarvørum. Tá ið serbar tóku seg inn í Bosnia, gjørdu teir tað, ið verður kallað fólkareinsan. Endamálið varð at rudda økið fyri muslimar og kroatar, hóast teir og serbar høvdu búð síð um síð so leingi, nakar visti. Tíggjutúsundtals fólk, ið ikki vóru serbar, vórðu myrd. Upp aftur fleiri flýddu av landinum. Mangir bosniskir muslimar búgva nú sum flóttafólk í m.ø. Týsklandi og Noregi.

Hygg eisini at