Munurin millum rættingarnar hjá "Pauli Ellefsen"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
s Uppseting
Broytti uppsetanin við yvirskriftum, skrivaði meira tekst og gjørdi smærri rættingar, útfrá minningarorðunum, sum Edmund Joensen hevur skrivað.
Linja 9:
}}
 
'''Joen Pauli Højgaard Ellefsen''', best kendur sum '''Pauli Ellefsen''', ( [[20. apríl]] [[1936]] - [[24. august]] [[2012]]), føddur í [[Miðvágur|Miðvági]]), var føroyskur politikari og ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann varð [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]] frá [[5. januar]] [[1981]] til til [[10. januar]] [[1985|85]].
 
== Lívsleiðin ==
Sum ungur var hann fiskimaður, róði út og lærdi harumframt til fjarritara. Síðan flutti hann niður til [[Keypmannahavn]]ar at lesa til HD í grannskoðan. Meðan hann læs, var hann í starvi hjá revisiónsfirmanum C. Jespersen. Í 1969 gjørdist hann statsgóðkendur grannskoðari. Hann flutti heimaftur til Føroya fyrst í 1970-árunum, har hann eitt skifti hevði grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen saman við [[Jógvan Sundstein|Jógvani Sundstein]]. Pauli gjørdist av álvara virkin í føroyskum politikki í 1974, tá hann fyri fyrstu ferð var valdur inn á [[Føroya Løgting]] fyri [[Sambandsflokkurin|Sambandsflokkin]]. Táverandi formaður Sambandsfloksins, [[Trygvi Samuelsen]], varð ikki afturvaldur, og tí bleiv nýggjur formaður valdur, og valið fall á nývalda Paula Ellefsen. Hann varð formaður floksins til hann valdi ikki at stilla upp aftur í 1990. Pauli var eisini virkin á danska Fólkatinginum, 1. mars 1977 varð hann valdur inn á Fólkatingið fyri fyrstu ferð.<ref>[http://www.sudurras.fo/16894 Sudurras.fo, Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, deyður]</ref>
 
=== Arbeiðsroyndir og útbúgving ===
 
Sum ungur var hann fiskimaður og útróðrarmaður. Miðskeiðis í fimtiárunum var hann við sluppini William Martin í tvey ár, sum abbi hansara, Dánjal Petur Højgaard úr Rituvík, átti. Sluppin var til fiskiskap undir Føroyum og [[Ísland]]i.
Seinni fór hann í skúla og lærdi til telegrafist og hevði kjans hjá danska reiðarínum Dansk-Fransk í tvey ár. Hann las til grannskoðara í [[Keypmannahavn]]. Meðan hann las arbeiddi hann samstundis sum grannskoðari. Eftir at hann var liðugur at lesa, arbeiddi hann í nøkur ár hjá revisiónsfirmanum C. Jespersen. Í 1969 gjørdist hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann flutti heimaftur til Føroya fyrst í 1970-árunum, har hann eitt skifti hevði grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen saman við [[Jógvan Sundstein|Jógvani Sundstein]]. Í 1975 stovnaði hann sítt egna virki. Hann arbeiddi sum grannskoðari til 2006. Meðan Pauli var upptikin av politikki hevði hann onnur at taka sær av grannskoðaravirkinum. Robert LeFevre var stjóri eitt skifti, meðan Pauli var í politikki. Ein sonur og síðani ein verdóttur komu sum frá leið upp í fyritøkuna, seinni eisini sum ríkisgóðkendir grannskoðarar.<ref>[http://www.sudurras.fo/16966 Sudurras.fo]</ref>
 
=== Politiska lívleiðin ===
 
Sum ungur var hann fiskimaður, róði út og lærdi harumframt til fjarritara. Síðan flutti hann niður til [[Keypmannahavn]]ar at lesa til HD í grannskoðan. Meðan hann læs, var hann í starvi hjá revisiónsfirmanum C. Jespersen. Í 1969 gjørdist hann statsgóðkendur grannskoðari. Hann flutti heimaftur til Føroya fyrst í 1970-árunum, har hann eitt skifti hevði grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen saman við [[Jógvan Sundstein|Jógvani Sundstein]]. Pauli gjørdist av álvara virkin í føroyskum politikki í 1974, tá hann fyri fyrstu ferð var valdur inn á [[Føroya Løgting]] fyri [[Sambandsflokkurin|Sambandsflokkin]]. Táverandi formaður Sambandsfloksins, [[Trygvi Samuelsen]], varð ikki afturvaldur, og tí bleiv nýggjur formaður valdur, og valið fall á nývalda Paula Ellefsen. Hann varð formaður floksins til hann valdi ikki at stilla upp aftur í 1990. Pauli var eisini virkin á danska Fólkatinginum, 1. mars 1977 varð hann valdur inn á Fólkatingið fyri fyrstu ferð.<ref>[http://www.sudurras.fo/16894 Sudurras.fo, Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, deyður]</ref> Tað var meðan Pauli Ellefsen var løgmaður, at samtíðarskattaskipanin varð sett í verk.
 
* [[1974]] - [[1990]] Formaður [[Sambandsflokkurin|Sambandsfloksins]].
Line 17 ⟶ 26:
* [[1978]] - [[1989]] Fólkatingslimur (undantikin árini sum løgmaður)
* [[1981]] - [[1985]] Løgmaður
 
=== Privatlívið ===
Foreldrini hjá Paula vóru Sofía, fødd Højgaard, úr [[Rituvík]] og Joen Elias Ellefsen úr [[Miðvágur|Miðvági]], hann var elstur av átta syskjum. Pauli giftist í 1963 við Henni Egholm Ellefsen, fødd Rasmussen. Eftir at hava búð nøkur ár í Danmark, fluttu tey til Føroya og búsettust í [[Hoyvík]]. Har vuksu børn teirra eisini upp.<ref>[http://www.sudurras.fo/16966 Sudurras.fo, Ein av teimum stóru er farin (Minningarorð eftir Edmund Joensen)]</ref>
 
== Keldur ==
<references/>
* ''Løgtingið 150 - Hátíðarrit''. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 276 ([http://www.logting.fo/Ymiskt/Løgtingssøgan%202.pdf PDF-Download])
 
{{stubbi}}
 
{{Løgmenn}}