Munurin millum rættingarnar hjá "New York"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
s →‎9. september 2001: 11.september (sikkurt bland komið við 9/11)
Linja 50:
=== 11. september 2001 ===
[[Mynd:September 11 Photo Montage.jpg|250px|thumb|Myndir frá 11. september 2001 og frá staðnum í New York, har Tvíburðatornini stóðu.]]
Hin [[11. september]] [[2001]] gjørdist ein dagur, ið setti stór spor fyri eftirtíðina. Tann dagin fóru fleiri [[Yvirgangsálopið 9/11|yvirgangsálop]] og atsóknir fram móti USA innanfyri fáir tímar. Fýra flogfør vóru rænd, og síðan vóru trý av teimum brúkt til at raka bygningar í USA meint. Tann mest álvarsama av atsóknunum, og sum eydnaðist til fulnar fyri yvirgangsmenninar, var álopið á [[World Trade Center]] á [[Manhattan]] í New York City. Har stóðu tvey høghús, sum vóru kend sum [[Twin Towers]] (Tvíburðatórnini). Har vóru nógvar skrivstovur inni í báðum bygningunum, matstovur og mangt annað. Hendingarnar fóru fram um morgunin, amerikanska tíð. Fyrst fleyg eitt flogfar inn í tað eina tornið, sum alt í einum stóð í loga. Umleið ein hálvan tíma seinni kom eitt annað flogfar og rendi inn í hitt tornið. Áðrenn tveir tímar vóru farnir frá tí at fyrra tornið var rakt, rapaðu báðir bygningarnir og nógv fólk doyðu. Tað vísti seg tá, at talan var um sjálvmorðsatsóknir, har yvirgangamenn høvdu tikið ræði á flogførum og stýrdu tey beint inn í týdningarmikil mál í USA. Eitt flogfar fleyg inn í Pentagon-bygningin í Virginia.

Meiningin var at øll fýra [[Flogfar|flogførini]] skuldu brúkast uppá sama máta móti fýra bygningum, men í tí fjórða flogfarinum varnaðust nøkur av ferðafólkunum, hvat ið fór at henda og tóku tí ræði á flogrænarunum, úrslitið var, at flogfarið datt niður á ein bø í [[Pennsylvania]]. Í alt doyðu nærum 3000 fólk í øllum fýra yvirgangsálopunum, íroknað tey 246 sivilu ferðafólkini í flogførunum og teir 19 flogránararnir. Tað vardi ikki longi, áðrenn illgruni var um, at arabiski yvirgangsfelagskapurin [[al-Qaeda]] stóð aftanfyri yvirgangsatsóknunum, og í 2004, átók al-Qaeda leiðarin [[Osama bin Laden]], sum til tá hevði noktað at hava nakað við atkóknirnar at gera, sær ábyrgdina.<ref>[http://www.cbc.ca/world/story/2004/10/29/binladen_message041029.html CBC.ca, Bin Laden claims responsibility for 9/11]</ref> Í mai 2002 vóru tey liðug við uppruddingina av staðnum, har World Trade Center stóð. Ætlanin er at byggja ein nýggjan høgan bygning, sum skal standa liðugur í 2013 á Ground Zero, sum staðið verður rópt, har tvíburðatórnini stóðu. Bygningurin skal eita [[One World Trade Center]]. Bygningurin verður 541,3 metrar høgur íroknað spírið, og verður harvið triðhægsti bygningur í heiminum og hægsti bygningur í vestaru hemisferu.<ref>{{cite web|url=http://skyscraperpage.com/diagrams/?cityID=8 |title=Skyscraperpage.com, tallest buildings in NY |publisher=Skyscraperpage.com |date= |accessdate=2012-06-23}}</ref><ref>{{cite web|url=http://skyscraperpage.com/diagrams/?25002165 |title=Tallest buildings under construction in the world |publisher=Skyscraperpage.com |date= |accessdate=2012-06-23}}</ref> 1 WTC has been the tallest building in New York since April 30, 2012<ref>{{cite web | url=http://www.nydailynews.com/life-style/real-estate/official-1-wtc-york-tallest-building-article-1.1069925?localLinksEnabled=false | title=It’s official: 1 WTC is New York's new tallest building| publisher=NY Daily News | date=April 30, 2012 | accessdate=2012-04-30}}</ref>
 
== Politikkur ==