Munurin millum rættingarnar hjá "Marita Petersen"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 20:
Fyri at sleppa undan hópuppsagnum innan tað almenna samráddist Marita við almennu fakfeløgini um lønarniðurskurð. Eisini legði hon stóran dent á skipanarlig viðurskifti og var stigtakari til nýggju [[Føroyar|føroysku]] stýrisskipannarlógina frá [[1994]].
 
Í [[1993]] bleiv Marita Petersen eisini forkvinna fyri [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkin]] eftir [[Atli Dam|Atla Dam]], ið ikki stillaði uppaftur sum formaður. Innanfloks arbeiddi hon við at útbyggja demokratiið í flokkinum og at endurnýggja politikkin hjá flokkinum.
 
Hon legði dent á, at kvinnurnar eisini vóru virknar bæði innan- og uttanfloks. Hon hevði eitt netverk av kvinnum, ið hon eisini gjørdi brúk av, meðan hon var landstýrismaður og [[løgmaður]]. Hon hevði ein virknan leiklut í samband við at [[løgting]]ið í [[1994]] samtykti [[Javnstøðulóg]]ina.