Munurin millum rættingarnar hjá "Marita Petersen"

28 bytes løgd afturat ,  10 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s (r2.7.1) (bottur leggur aftrat: es:Marita Petersen)
sNo edit summary
 
Tíðin, sum Marita var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]], frá [[januar]] [[1993]] til [[september]] [[1994]], var eitt av svárastu tíðarskeiðunum í [[Føroyar|Føroya]] [[Søga|søgu]]. Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landi var við at fara sama veg. Arbeiðsloysið var methøgt, fráflyting úr [[Føroyar|Føroyum]] og tvangsauktiónir av sethúsum vóru gerandishendingar.
Sum [[løgmaður]] stóð Marita Petersen á odda fyri samráðingunum við [[Danmark|danir]] og [[Den Danske Bank]] fyri at forða fyri, at [[Føroyar]] fóru av knóranum. Úrslitið av hesum samráðingum var millum annað, at [[Føroyar|Føroya]] landsstýri keypti partabrøvini í [[Føroya Banki|Føroya Banka]] frá [[Den Danske Bank]]. Hetta keypið hevði seinni sokallaða "bankamálið" við sær, har ákærur vórðu reistar ímóti [[Den Danske Bank]] fyri ikki at hava kunnað [[Føroyar|Føroya]] landsstýri um veruligu fíggjarstøðuna í [[Føroya Banki|Føroya Banka]] innan søluna av partabrøvunum.
 
Marita Petersen stóð sum [[løgmaður]] eisini á odda, tá ið semja var gjørd við [[Danmark|donsku]] stjórnina um eina bjarging fyri [[Føroyar|føroyska]] [[Búskapur|búskapin]]. Henda avtalan hevði við sær, at [[Danmark|danska]] stjórnin afturfyri setti krøv um kvotuskipan innan fiskivinnuna og skipanina av [[Føroya Fiskavirking]].
697

rættingar