Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
Linja 36:
 
=== Eineias ===
'''Eineias''' Troyabúgvi([[Grikskt mál|grikskt]]: Αἰνείας, ''Aineias'') var troyabúgvi og kappi; sonur AnkusevsAnkisevs og [[Afrodita|Afroditu]]. (Sí AnkusevsAnkisevs um staklutirnar um, hvussu hann varð føddur). Í Ilionskvæðnum sigst Eineias vera næstdjarvasti maður í Troya eftir Hektor. Tað var tó eftir kríggið, at hann munaði eftirtíðini við at føra troyar til Italia at leita eftir nýggjum heimlandi. Eineias var einasti troyi, ið framtíðarvónir vórðu givnar - Posidon segði, at hann skuldi valda troyum. Eineias varð tí eftirmaður Priamosar, hóast tað Troya, ið hann valdaði, ikki var tað rætta. Eineias hoyrdi ikki til ta valdandi familjuna, men tá Ankusevs og Afrodita høvdu parast, avdúkaði Afrodita seg og segði: 'Tú fert at fáa ein son, sum fer at valda troyabúgvum, og hann fer at eiga synir, og hansara synir aftur synir, og so framvegis í allar ævir'.
Eineias vaks upp í fjøllunum hjá dísum til hann var fimm ár; tá fór faðir hansara inn í býin við honum og leit Alkatosi, ið antin var konubróðir ella konusystirmaður hansara, honum upp í hendur, og hesin tók sær av hansara skúlagongd. Í troyakrígnum stóð Eineias á odda fyri dardaana herliði (Dardaanos var býur í líðunum við Iðafjall). Eineias var ónøgdur við, at Hektor ráddi meir enn hann, og at Priamos tóktist hava lyndi til at niðra seg. Í krígnum við Troya hittust Akillevs og Eineias á Iðafjalli, og Akillevs rak hann til Lyrnessos; og tá Akillevs týndi tann býin, bjargaði Zevs honum undan Akillevsi. Diomedevs (2) særdi eisini Eineias: tá Afrodita vildi bjarga honum, varð hon sjálv særd, men Apollon fjaldi Eineias í toku og flutti hann av vígvøllinum. Seinni kom hann aftur, drap Kreton og Orsilokos, leyp á leguna hjá akeium, bardist móti Idominevsi, drap fleiri grikkar og stóð undir liðini á Hektori, tá hesin rak akeiarnar burtur. Hann var millum teirra, ið bardust um líkið av Patroklosi, og bardist aftur við Akillevs: hesuferð bjargaði Posidon honum við at gera mjørka beint framman fyri Akillevsi, draga spjótið úr skjøldrinum hjá Eineiasi og flyta kappan aftur millum sín egna her. Grundin til, at Posidon bjargaði einum troyabúgva var, at hann mintist spádómin hjá Afroditu, at Eineias ein dag skuldi ráða yvir troyabúgvum, og at hansara eftirkomar skuldu taka við. Ein grund var kanska eisini, at Eineias ikki var av ætt Laomedons, men beinleiðis skyldur við Tros umvegis Ankusevs, Kappis og Assarakos. Eineias hjá Homerosi er tí ein kappi, sum gudarnir vardu (og hann virdi eisini teir nógv) og hvørs lagna var mikil: tí hann átti lívið í øllum tí troyanska fólkaslagnum. Alt hetta sambindir Virgil í sínum kvæði, ið eitur Eineian.
Tá Hektor var deyður, tók Eineias aftur á seg at verja býin. Man tá Laokoon doyði, skilti Eineias, at tað var jarðtekin, ið sýndi, at Troya fór at verða týndur, og flýddi saman við Ankusevs, Krevsu (4) og soninum Askaniosi. Eitt annað brigdi av søgnini sigur, at Eineias varð tikin á bóli av grikskum álopi á býin og kláraði at flýggja við Ankusevs á rygginum og berandi Askanios, ið aftur bar penatar, penatur, og palladiumið. Krevsa gekk aftaná, men misti teir burtur; Eineias fór at leita eftir henni, men sá ham hennara fyri sær, og hamurin bað hann uppgeva at leita. Hann fór upp á Iðafjall og stevndi øllum teimum troyabúgvum, ið yvirlivdu, saman og grundlegði ein annan bý og ráddi í honum, og soleiðis gekk spádómurin hjá Afroditu út - ið sigst var atvoldin til kríggið í Troya, fyri at ræna trónuna frá Priamosi og geva sínum egnu eftirkomarum hana
Søgnin, sum er grundarlagið undir Eineiuni eftir Virgilius er hon um ferðir Eineiasar. Eftir ein stuttan steðg á Iðafjalli (sí Oxynios) fór hann til Hesperia, ið er tað sama sum [[Italia]]. Hann steðgaði í Samotraku[[Samotraki]], Traku, har hann droymdi Polydoros, yngsta son Priamosar, ið bað ahnn fara víðari sum skjótast. Síðani fór hann til Makudonia[[Makedonia]], [[Delos]], har Apollons orakkul bað hann søkja røtur sínar. Tískil fór hann til Kreta, haðani Tevkor var, hvørs abbasonur, Ilos, grundlegði Troya. Á Kreta var tá hungurssótt, og Eineias droymdi Penatos, ið segði honum, at [[Apollon]] ikki meinti heimland Tevkors, men tað hjá soni hansara, Dardanosi, faðiri Ilos, ið var úr Hesperia. Stormur kom, og tey ruku fyrst til Sitera, so Lakonia, so Arkadia, har harpurnar rændu frá teimum (harpurnar vóru kvinnur, ið líktust fuglum, og vóru hildnar hava stolið alt, ið hvarv sporleyst). Ein harpa, Selano, segði teimum, at tá tey vóru so svong, at tey fóru at eta borðini eisini, tástani vóru tey í nýggja heimlandi sínum. Úr [[Arkadia]] fóru troyar til Sakuntos[[Sakyntos]], [[Levkas]], [[Epiros]], har Helenos og Andromakka ráddu. Helenos dugdi at spáa og spáddi, at Eineias fór at grunda eina mæta tjóð, og bað tey fara umvegis Drepanon. Tey løgdu til havsaftur, sluppu undan Skyllu (1) og Karybdis og náttu at endans Drepanon, har Ankusevs doyði. Tá Eineias legði til havsaftur, vildi (Juno á rómverskum) forða fyri, at eitt nýtt Troya varð bygt og gav Eiolosi boð um at sleppa vindunum eftir teimum. Posidon gjørdi tó logn aftur, og Eineias og hinir troyarnir ruku til [[Kartago]] (sí Dido). Haðani fór hann aftur eftir boðum frá gudunum, ið ikki vildu, at hann í friðum skuldi búsetast í býi, ið skuldi vera fíggindi Róms, og kom til Kumei, har hann seinni fór at vitja sibyluna (ið var spákvinna), og hon fór við honum niður til Haddevs. Har hitti hann millum aðrar skuggar Didosa, ið tagdi og vendi sær frá honum. Skuggin av faðir hansara segði honum í nýtum orðum um framtíð sína og framtíð Róms[[Róm]]s. Hesi orð góvu Eineiasi styrk, og hann fór upp aftur úr deyðans ríki og legði frá Kumei við skipum sínum og legði at í Keietu at jarða gomlu bróstmóðir sína, og nevndi oynna eftir henni, stýrdi undan oynni hjá Kirku og kom at endans til har tiberáin rann út í havið. Har løgdu tey at og fingu sær at eta; og so svong vóru tey, at tey eisini ótu brettini, ið tey høvdu nýtt sum borð. Tá mintist Eineias spádóm Selanos. Tað staðið, har tey vóru, æt Latium, og Latinos kongur ráddi. Hann og konan, Amata, høvdu lovað Turnosi rutulakongi einasta barn sítt, Laviniu. Men eitt orakkul hevði langt áðrenn Eineias kom spátt, at Lavinia skuldi giftast fremmandum manni. Latinosi kongi líktist væl á Eineias og bjóðaði honum dóttrina, men Hera legði uppíaftur furiuna Alekto úr Haddevs at venda Amatu ímóti hesum. Alekto eggjaði eisini Turnosi at leypa á tey fremmandu. Millum hansara sameindu var etruskin Mezentios - men bara Mezentios sjálvur, tí fólkið hevði verið so kúgað undir hansara ræði, at tey fóru upp í part við Eineiasi og hansara troyabúgvum. Eineias droymdi, at ein tiberiagudur bað hann fara til Pallantium, og at hann á vegnum fór at síggja eina hvíta súgv við tríati ungum, og at har skuldi Askanios byggja ein bý og nevna hann 'Alba Longa', ið merkir 'langi hvíti'. Eineias fann súnna, ofraði Heru hana og vónaði at blíðka hana, fór eftir tiberánni til Pallantium, har Róm seinni bygdist (á Palatinheygi), og har søkti hann um at sleppa upp í part við Evandur kongi (3), ið einaferð hevði gist Ankusevs. Evandur var blíður við Eineias og sendi alt fyri eitt herlið undir leiðslu av soni sínum, Pallasi (4), at hjálpa honum móti rutulakongi og Mezentiosi. Evandur ráddi Eineiasi at fara til Agylla í Evtruria at øsa fólkið hjá Mezentiosi til uppreistur. Men meðan hann var burturstaddur, leyp Turnos rutulakongur á leguna hjá troyabúgvum við liði sínum. Men Eineias kom júst aftur við sínum liði í røttu løtu og fekk rikið teir burtur. Fyrst vóru Turnos og Mezentios við yvirlutan, men Eineias drap Mezentios og sonin Lavsos, og tá viknaðu hinir nógv. Bardagin endaði við, at Eineias drap Turnos í einvíggi. Eineian eftir Virgilius endar, tá Turnos doyr.
Eineias giftist Laviniu og ráddi teimum sameindu latínum og troyum. Men Zevs lútaði fyri vreiðini hjá Heru og gjørdi so troyar gloymdu tjóðskap sín og gjørdust fult og heilt sum fólkið í [[Italia]] - fóru enntá at tosa teirra mál. Oftast sigst, at Romulus grundlegði Róm, at Eineias grundlegði Lavinium, og at sonur Eineias, Askanios (ella Julos) grundlegði Alba Longa, ið gjørdist høvuðsstaður sameindu latína og troya - til Remus og Romulus nakrar øldir seinni grundløgdu Róm, har Eineias hevði vitjað Evandur kong. Í summum sagnum grundlegði Eineias Róm (sí Odyssevs, iv); í øðrum hevur hann fýra synir - Askanios, Evryleon, Remus og Romulus.
Virgiliusar brigdi av søgnini, sum tað stendur skrivað í verki hansara, Eineiuni, varð støðið undir øllum ritum, ið komu aftaná. Søgnin um Eineias gav Róm virðing við at reka ættina hjá teimum, ið grundløgdu hann, heilt aftur til søgunnar byrjan, og við at geva teimum guddómligar forfedrar (Zevs og Afroditu). Haraftrat tykist tað sum um, at Homeros sjálvur spáddi stórtíð Róms. [[Julius Cesar]] sigst vera av Eineiasar ætt.
 
=== Hektor ===