Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
internar wikileinkur + bólkar + yvirskriftir + mynd
Linja 18:
 
=== Andromakka ===
'''Andromakka''' Dóttir([[Grikskt mál]]: Ἀνδρομάχη - Andromake) var dóttir Eetion, kona [[Hektor]] og verdóttir [[Priamos]]. Hon og Hektor áttu bert ein son, Astyanax. Eftir at [[Troya]] fall og Hektor var deyður, varð móður Andromakku givin Akillevsi, sum part av ráninum úr [[Troya]], og Andromakka sjálv fall í Neoptolumosar lut. Neoptolumos tók hana við sær til [[Epiros]], har hann var kongur, og har føddi hon honum tríggjar synir, Molossos, Pielos og Pergamos. Neoptolumos fór seinni frá henni og giftist Hermionu, dóttur [[Menilaos]] og Helenu, ið ikki fekk átt børn og tí bar agg til Andromakku, tí hon var so fruktagóð. Evripidevs sigur, at Hermiona vildi drepa Andromakku og børn hennara meðan Neoptolumos var burturi í Delfi, men at Pelevs vardi tey. Hetta hendi antin í Ftitia ella í [[Epiros]]. Tá Neoptolumos varð myrdur í [[Delfi]], arvaði síggjarin Helenos, bróðir Hektor, bæði kongaríkið í [[Epiros]] og Andromakku. Tey áttu ein son, ið tey nevndu Sestrinos (sí Molossos). Tá Eineias ferðaðist í Epiros ráddu Andromakka og Helenos har í friði. Tá Helenos doyði, sigst, at hon fór við soni sínum Pergamosi heilt til Mysia, har hesin grundlegði Pergamon. Sambært sagnunum var Andromakka høg, myrk og ráðarík.
 
=== Askanios ===