Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
internar wikileinkur + bólkar + yvirskriftir + mynd
Linja 1:
[[Mynd:Zeus Otricoli Pio-Clementino Inv257.jpg|thumb|Busta av Zevs]]
== A ==
Tær '''klassisku gudalærurnar''' eru tann grikska og tann rómverska gudalæran. Á øðrum málum verður orðið ''mytologi'' brúkt um hesar gudalærur.
 
== Gudar og persónar úr griksku og rómversku gudalærunum ==
 
=== Afrodita ===
Line 12 ⟶ 14:
Í grikskari gudalæru var Afrodita ofta ónd og enntá láturlig, men í rómverskari varð hon tikin nógv meira í álvara, og eisini søgd at vera blíðari.
 
=== Amulios ===
'''Amulios''' Fimtandi kongur í Alba Longa, sonur Prokas og bróðir Numitor. Prokas býtti kongaliga arvin í tvey: annar var dýrgripirnir, hin kongaríkið. Numitor valdi tann seinna, men Amulios leit á ríkidømi sítt, rak hann burtur og settist á trónuna. Hann noyddi bróðurdóttur sína, Reu Silviu (1) í kleystur, so Numitor ongan arving skuldi fáa; Mars neyðtók hana, og hon føddi teir báðar Remus og Romulus. Tá Amulios frætti hetta, bað hann hirðar sínar drepa hana og drukna nýføðingarnar í tiberánni. Hirðarnir druknaðu teir tó ikki, men løgdu teir bara í eina kurv og løgdu kurvina á ánna. Hirðin Faustulos fann teir og ól teir upp heima hjá sær. Tá tvíburðarnir vóru vaksnir, gjørdust teir seyðatjóvar; á eini ránsferð at stjala seyð, varð Remus fangaður og tikin fyri kong, ið fann út av, at Numitor átti seyðin, og gav bróðuri sínum hann. Numitor fann út av, hvør hann var. Hann sendi eisini boð eftir Romulusi, og tað endaði við, at tvíburðarnir róku Amulios av trónuni, drupu hann og góvu abba sínum Numitori valdið aftur
 
=== Andromakka ===
'''Andromakka''' Dóttir Eetion, kona [[Hektor]] og verdóttir [[Priamos]]. Hon og Hektor áttu bert ein son, Astyanax. Eftir at Troya fall og Hektor var deyður, varð móður Andromakku givin Akillevsi, sum part av ráninum úr [[Troya]], og Andromakka sjálv fall í Neoptolumosar lut. Neoptolumos tók hana við sær til [[Epiros]], har hann var kongur, og har føddi hon honum tríggjar synir, Molossos, Pielos og Pergamos. Neoptolumos fór seinni frá henni og giftist Hermionu, dóttur [[Menilaos]] og Helenu, ið ikki fekk átt børn og tí bar agg til Andromakku, tí hon var so fruktagóð. Evripidevs sigur, at Hermiona vildi drepa Andromakku og børn hennara meðan Neoptolumos var burturi í Delfi, men at Pelevs vardi tey. Hetta hendi antin í Ftitia ella í Epiros. Tá Neoptolumos varð myrdur í Delfi, arvaði síggjarin Helenos, bróðir Hektor, bæði kongaríkið í [[Epiros]] og Andromakku. Tey áttu ein son, ið tey nevndu Sestrinos (sí Molossos). Tá Eineias ferðaðist í Epiros ráddu Andromakka og Helenos har í friði. Tá Helenos doyði, sigst, at hon fór við soni sínum Pergamosi heilt til Mysia, har hesin grundlegði Pergamon. Sambært sagnunum var Andromakka høg, myrk og ráðarík.
 
=== Askanios ===
'''Askanios''' Sonur Eineiasar og Krevsu (4). Ein onnur søgn sigur, at Eineias og Lavinia fingu hann tá Eineias kom til Italia. Tann elsta søgnin sigur, at Eineias rýmdi við Askaniosi úr Troya, tá býurin fall, og sendi hann til Propontisoy, meðan hann fór at leita eftir einum nýggjum heimlandi, nú ið einki Troya var; seinni bygdu Askanios og Skamandrios (1) (sí Astyanax) Troya upp av nýggjum. Ein onnur søgn sigur, at Askanios búði í Italia hjá Eineiasi. Á gamalsaldri skal Eineias vera farin aftur til Troya at ráða, og sonurin arvaði kongaríkið eftir hann. Rómversku sagnirnar um Eineias siga, at Askanios búði í Italia og var tann fyrsti av sínari ætt.
Í Eineiuni eftir Virgilius er Askanios við. Har er hann ungur og er við í troyaleikunum, er á veiðiferð í skógunum við Latium, er bæði Eineiasi og ommu síni, Venus, kærur, tí hann eigur framtíðina í troyabúgvum. Eftir at Eineias doyði, bar Askanios sigur av etruskum við numikosvatn og grundlegði býin Alba Longa á tí staðnum, har ið Eineias hevði ofrað eina hvíta súgv og hennara tríati ungar. Hetta noyddu latínar hann at gera, tí teir vóru í parti við stjúkmóðir hansara, Laviniu, og ímóti honum. Tá Eineias var deyður, flýddi Lavinia, ið var upp á vegin, tí hon óttaðist, at Askanios fór at drepa hennara ófødda barn. Hon flýddi til ein hirða, ið æt Tyrros, og átti barn sítt, Silvius, heima hjá honum. Tá Askanios doyði, arvaði Silvius trónuna í Alba.
Askanios eitur onkuntíð Julos.
 
=== Astyanax ===
'''Astyanax''' Sonur Hektor og Andromakku. Faðirin kallaði hann Skamandrios (1) eftir ánni, ið rann fram við Troya, men vanliga fólkið kallaði hann Astyanax, ið merkir 'býarinnar valdsharri'. Tá Troya var týndur, tveittu antin [[Akillevs]] og Neoptolumevs, ella Menilaos og grikska herlið hansara, hann av einum torni, so hann doyði - tí Odyssevs hevði varað teir við, at hvørki dreingir ella menn av Priamosar ætt skuldu liva eftir. Aðrar sagnir siga, at Astyanax ikki varð dripin, men livdi at byggja Troya upp av nýggjum (sí Askanios)
 
== D ==
 
=== DDísar ===
'''dísar''' Kvenngudar ella ondir, sum búðu ymsastaðni í náttúruni; tær vóru hildnar vera ódeyðiligar, ella í øllum førum livdu tær sera leingi (sí 'hammadriturnar' niðanfyri). Tær vóru flogsur, sera vakrar og ungar, eldust ikki, og áttu nógv børn, bæði við gudum og monnum. Summar dísar dugdu at spáa. Í homerisku kvæðunum eru tær døtur Zevs. Tær búðu í stórum og smáum holum, har tær nýttu tíðina til at syngja og spinna. Tær ganga ofta týdningarmiklari gudinnum (serliga Artumis) ella onkrari aðrari dís, ið er týdningarmiklari enn tær, til handa. Kalypso (1) og Kirka høvdu soleiðis fylgidísar.
Dísar kunnu bólkast eftir dvølstøðum sínum: meljur vóru askardísar (tvs tær búðu í aski, sum er eitt træslag) og ikki døtur Zevsar, men Uranosar: tær føddust úr blóðsdropunum frá evkvettu kynsgøgnum hansara. Neiur búðu í keldum og áum og vórðu ofta hildnar vera døtur áargudin í ánni, har tær búðu. Nereiur vóru havdísar (tær vóru døtur Nerevsar, ið var nevndur 'gamli á havbotninum'). Tetis, mamma Akillevs, og Amfitrita, kona Posidon, eru tvær kendar nereiur. Okuanurnar vóru eisini havdísar, og døtur Okuanos og Tetis. Oreiur búðu í fjøllunum, alsur í viðarlundum (úr grikskum alsos, ið merkir 'heilagur skógur'), driturnar búðu í trøum, hammadriturnar búðu hvør í sínum einstaka træi, og tá trøini doyðu, doyðu tær eisini. Nógvar aðrar dísar vóru nevndar eftir ávísum støðum í náttúruni, til dømis akkuloyurnar, ið búðu í akkulosánni. Dísar eru ofta við í sagnum um kærleika (sí Dafnu, ekkó, Kallisto (1)). Teir, tær makaðust við, vóru sum oftast gudar sum Pan, satýrarnir og Priapos, men eisini drógu tær slíkar týdningarmiklar gudar sum Zevs, Apollon, Hermis, Dionysos og aðrar. Í summum sagnum gjørdust tær góðar við og burturfluttu dreingir; Hylas var ein teirra.
 
=== EEetion ===
 
'''Eetion''' Ein kongur í Tepis í Mysialandi, pápi at Andromakku. Hann og sjey synir hansara doyðu fyri Akillevsi, tá hesin týndi Tepis. Akillevs virdi Eetion somikið fyri dirvi og reystleika, at hann ikki tók brynjuna av honum, men jarðaði hann við henni og gjørdi nógv burturúr jarðarferð hansara. Dísarnar plantaðu ein álm á grøv hansara
 
=== Eineias ===
'''Eineias''' Troyabúgvi og kappi; sonur Ankusevs og Afroditu. (Sí Ankusevs um staklutirnar um, hvussu hann varð føddur). Í Ilionskvæðnum sigst Eineias vera næstdjarvasti maður í Troya eftir Hektor. Tað var tó eftir kríggið, at hann munaði eftirtíðini við at føra troyar til Italia at leita eftir nýggjum heimlandi. Eineias var einasti troyi, ið framtíðarvónir vórðu givnar - Posidon segði, at hann skuldi valda troyum. Eineias varð tí eftirmaður Priamosar, hóast tað Troya, ið hann valdaði, ikki var tað rætta. Eineias hoyrdi ikki til ta valdandi familjuna, men tá Ankusevs og Afrodita høvdu parast, avdúkaði Afrodita seg og segði: 'Tú fert at fáa ein son, sum fer at valda troyabúgvum, og hann fer at eiga synir, og hansara synir aftur synir, og so framvegis í allar ævir'.
Eineias vaks upp í fjøllunum hjá dísum til hann var fimm ár; tá fór faðir hansara inn í býin við honum og leit Alkatosi, ið antin var konubróðir ella konusystirmaður hansara, honum upp í hendur, og hesin tók sær av hansara skúlagongd. Í troyakrígnum stóð Eineias á odda fyri dardaana herliði (Dardaanos var býur í líðunum við Iðafjall). Eineias var ónøgdur við, at Hektor ráddi meir enn hann, og at Priamos tóktist hava lyndi til at niðra seg. Í krígnum við Troya hittust Akillevs og Eineias á Iðafjalli, og Akillevs rak hann til Lyrnessos; og tá Akillevs týndi tann býin, bjargaði Zevs honum undan Akillevsi. Diomedevs (2) særdi eisini Eineias: tá Afrodita vildi bjarga honum, varð hon sjálv særd, men Apollon fjaldi Eineias í toku og flutti hann av vígvøllinum. Seinni kom hann aftur, drap Kreton og Orsilokos, leyp á leguna hjá akeium, bardist móti Idominevsi, drap fleiri grikkar og stóð undir liðini á Hektori, tá hesin rak akeiarnar burtur. Hann var millum teirra, ið bardust um líkið av Patroklosi, og bardist aftur við Akillevs: hesuferð bjargaði Posidon honum við at gera mjørka beint framman fyri Akillevsi, draga spjótið úr skjøldrinum hjá Eineiasi og flyta kappan aftur millum sín egna her. Grundin til, at Posidon bjargaði einum troyabúgva var, at hann mintist spádómin hjá Afroditu, at Eineias ein dag skuldi ráða yvir troyabúgvum, og at hansara eftirkomar skuldu taka við. Ein grund var kanska eisini, at Eineias ikki var av ætt Laomedons, men beinleiðis skyldur við Tros umvegis Ankusevs, Kappis og Assarakos. Eineias hjá Homerosi er tí ein kappi, sum gudarnir vardu (og hann virdi eisini teir nógv) og hvørs lagna var mikil: tí hann átti lívið í øllum tí troyanska fólkaslagnum. Alt hetta sambindir Virgil í sínum kvæði, ið eitur Eineian.
Tá Hektor var deyður, tók Eineias aftur á seg at verja býin. Man tá Laokoon doyði, skilti Eineias, at tað var jarðtekin, ið sýndi, at Troya fór at verða týndur, og flýddi saman við Ankusevs, Krevsu (4) og soninum Askaniosi. Eitt annað brigdi av søgnini sigur, at Eineias varð tikin á bóli av grikskum álopi á býin og kláraði at flýggja við Ankusevs á rygginum og berandi Askanios, ið aftur bar penatar, penatur, og palladiumið. Krevsa gekk aftaná, men misti teir burtur; Eineias fór at leita eftir henni, men sá ham hennara fyri sær, og hamurin bað hann uppgeva at leita. Hann fór upp á Iðafjall og stevndi øllum teimum troyabúgvum, ið yvirlivdu, saman og grundlegði ein annan bý og ráddi í honum, og soleiðis gekk spádómurin hjá Afroditu út - ið sigst var atvoldin til kríggið í Troya, fyri at ræna trónuna frá Priamosi og geva sínum egnu eftirkomarum hana
Søgnin, sum er grundarlagið undir Eineiuni eftir Virgilius er hon um ferðir Eineiasar. Eftir ein stuttan steðg á Iðafjalli (sí Oxynios) fór hann til Hesperia, ið er tað sama sum Italia. Hann steðgaði í Samotraku, Traku, har hann droymdi Polydoros, yngsta son Priamosar, ið bað ahnn fara víðari sum skjótast. Síðani fór hann til Makudonia, Delos, har Apollons orakkul bað hann søkja røtur sínar. Tískil fór hann til Kreta, haðani Tevkor var, hvørs abbasonur, Ilos, grundlegði Troya. Á Kreta var tá hungurssótt, og Eineias droymdi Penatos, ið segði honum, at Apollon ikki meinti heimland Tevkors, men tað hjá soni hansara, Dardanosi, faðiri Ilos, ið var úr Hesperia. Stormur kom, og tey ruku fyrst til Sitera, so Lakonia, so Arkadia, har harpurnar rændu frá teimum (harpurnar vóru kvinnur, ið líktust fuglum, og vóru hildnar hava stolið alt, ið hvarv sporleyst). Ein harpa, Selano, segði teimum, at tá tey vóru so svong, at tey fóru at eta borðini eisini, tástani vóru tey í nýggja heimlandi sínum. Úr Arkadia fóru troyar til Sakuntos, Levkas, Epiros, har Helenos og Andromakka ráddu. Helenos dugdi at spáa og spáddi, at Eineias fór at grunda eina mæta tjóð, og bað tey fara umvegis Drepanon. Tey løgdu til havsaftur, sluppu undan Skyllu (1) og Karybdis og náttu at endans Drepanon, har Ankusevs doyði. Tá Eineias legði til havsaftur, vildi (Juno á rómverskum) forða fyri, at eitt nýtt Troya varð bygt og gav Eiolosi boð um at sleppa vindunum eftir teimum. Posidon gjørdi tó logn aftur, og Eineias og hinir troyarnir ruku til Kartago (sí Dido). Haðani fór hann aftur eftir boðum frá gudunum, ið ikki vildu, at hann í friðum skuldi búsetast í býi, ið skuldi vera fíggindi Róms, og kom til Kumei, har hann seinni fór at vitja sibyluna (ið var spákvinna), og hon fór við honum niður til Haddevs. Har hitti hann millum aðrar skuggar Didosa, ið tagdi og vendi sær frá honum. Skuggin av faðir hansara segði honum í nýtum orðum um framtíð sína og framtíð Róms. Hesi orð góvu Eineiasi styrk, og hann fór upp aftur úr deyðans ríki og legði frá Kumei við skipum sínum og legði at í Keietu at jarða gomlu bróstmóðir sína, og nevndi oynna eftir henni, stýrdi undan oynni hjá Kirku og kom at endans til har tiberáin rann út í havið. Har løgdu tey at og fingu sær at eta; og so svong vóru tey, at tey eisini ótu brettini, ið tey høvdu nýtt sum borð. Tá mintist Eineias spádóm Selanos. Tað staðið, har tey vóru, æt Latium, og Latinos kongur ráddi. Hann og konan, Amata, høvdu lovað Turnosi rutulakongi einasta barn sítt, Laviniu. Men eitt orakkul hevði langt áðrenn Eineias kom spátt, at Lavinia skuldi giftast fremmandum manni. Latinosi kongi líktist væl á Eineias og bjóðaði honum dóttrina, men Hera legði uppíaftur furiuna Alekto úr Haddevs at venda Amatu ímóti hesum. Alekto eggjaði eisini Turnosi at leypa á tey fremmandu. Millum hansara sameindu var etruskin Mezentios - men bara Mezentios sjálvur, tí fólkið hevði verið so kúgað undir hansara ræði, at tey fóru upp í part við Eineiasi og hansara troyabúgvum. Eineias droymdi, at ein tiberiagudur bað hann fara til Pallantium, og at hann á vegnum fór at síggja eina hvíta súgv við tríati ungum, og at har skuldi Askanios byggja ein bý og nevna hann 'Alba Longa', ið merkir 'langi hvíti'. Eineias fann súnna, ofraði Heru hana og vónaði at blíðka hana, fór eftir tiberánni til Pallantium, har Róm seinni bygdist (á Palatinheygi), og har søkti hann um at sleppa upp í part við Evandur kongi (3), ið einaferð hevði gist Ankusevs. Evandur var blíður við Eineias og sendi alt fyri eitt herlið undir leiðslu av soni sínum, Pallasi (4), at hjálpa honum móti rutulakongi og Mezentiosi. Evandur ráddi Eineiasi at fara til Agylla í Evtruria at øsa fólkið hjá Mezentiosi til uppreistur. Men meðan hann var burturstaddur, leyp Turnos rutulakongur á leguna hjá troyabúgvum við liði sínum. Men Eineias kom júst aftur við sínum liði í røttu løtu og fekk rikið teir burtur. Fyrst vóru Turnos og Mezentios við yvirlutan, men Eineias drap Mezentios og sonin Lavsos, og tá viknaðu hinir nógv. Bardagin endaði við, at Eineias drap Turnos í einvíggi. Eineian eftir Virgilius endar, tá Turnos doyr.
Eineias giftist Laviniu og ráddi teimum sameindu latínum og troyum. Men Zevs lútaði fyri vreiðini hjá Heru og gjørdi so troyar gloymdu tjóðskap sín og gjørdust fult og heilt sum fólkið í [[Italia]] - fóru enntá at tosa teirra mál. Oftast sigst, at Romulus grundlegði Róm, at Eineias grundlegði Lavinium, og at sonur Eineias, Askanios (ella Julos) grundlegði Alba Longa, ið gjørdist høvuðsstaður sameindu latína og troya - til Remus og Romulus nakrar øldir seinni grundløgdu Róm, har Eineias hevði vitjað Evandur kong. Í summum sagnum grundlegði Eineias Róm (sí Odyssevs, iv); í øðrum hevur hann fýra synir - Askanios, Evryleon, Remus og Romulus.
Virgiliusar brigdi av søgnini, sum tað stendur skrivað í verki hansara, Eineiuni, varð støðið undir øllum ritum, ið komu aftaná. Søgnin um Eineias gav Róm virðing við at reka ættina hjá teimum, ið grundløgdu hann, heilt aftur til søgunnar byrjan, og við at geva teimum guddómligar forfedrar (Zevs og Afroditu). Haraftrat tykist tað sum um, at Homeros sjálvur spáddi stórtíð Róms. Julius Cesar sigst vera av Eineiasar ætt.
 
=== HHektor ===
'''Hektor''' Sonur Priamos og Hekubu - óivað elsti sonur. Summar sagnir gera hann tó til son Apollons[[Apollon]]s. Hóast Priamos var kongur í Troya, var tað Hektor, ið av sonnum ráddi. Hann skipaði fyri kjakfundunum og stevndi herferðir. Hann var troyabúgvum kæærurkærur, og bæði fyri vinir og óvinir var hann tann, sum av sonnum vardi býin. Aggamemnon[[Agamemnon]] vildi drepa [[Hektor]] so skjótt sum gjørligt, tí hann visti, at so leingi Hektor var á lívi, kundi Troya ikki týnast. Persónsmenskan hjá Hektori er væl lýst í longum broti í Ilionskvæðnum. Hann var giftur við Andromakku, og tey áttu ein son, ið troyar nevndu Astyanax og foreldrini Skamandrios (1). Ein søgn, ið er lítið vird sigur, at Hektor og Andromakka áttu ein annan son, ið æt Laodamas. Ein onnur søgn aftur nevnir ein son, ið Oxynios.
 
'''Hektor''' Sonur Priamos og Hekubu - óivað elsti sonur. Summar sagnir gera hann tó til son Apollons. Hóast Priamos var kongur í Troya, var tað Hektor, ið av sonnum ráddi. Hann skipaði fyri kjakfundunum og stevndi herferðir. Hann var troyabúgvum kæærur, og bæði fyri vinir og óvinir var hann tann, sum av sonnum vardi býin. Aggamemnon vildi drepa Hektor so skjótt sum gjørligt, tí hann visti, at so leingi Hektor var á lívi, kundi Troya ikki týnast. Persónsmenskan hjá Hektori er væl lýst í longum broti í Ilionskvæðnum. Hann var giftur við Andromakku, og tey áttu ein son, ið troyar nevndu Astyanax og foreldrini Skamandrios (1). Ein søgn, ið er lítið vird sigur, at Hektor og Andromakka áttu ein annan son, ið æt Laodamas. Ein onnur søgn aftur nevnir ein son, ið Oxynios.
Hóast Hektori lítið dámdi, at Paris hevði rænt Helenu, var hann tó tann fyrsti at drepa grikka, ið stein á troyajørð; tað var Protisilaos.
Til kríggið hevði varað í tíggju ár, bar Hektor seg undan at berjast úti á vígvøllinum, tí hann visti, at Akillevs var millum grikkarnar. Tá Akillevs og Aggamemnon fóru at skeldast og Akillevs tók seg úr krígnum, drap Hektor nógvar grikkar. Akillevs royndi einaferð at hitta Hektor andlit til andlits, men Hektor rýmdi inn í býin. Arevs vardi hann, til Diomedevs (2) særdi Arevs. Millum teir fremstu av teimum, hann drap, vóru Mnestis, Ankualos, Tevtras (2), Orestis (ikki son Aggamemnons), Trekos, Oynumevs (ikki pápi Hippodamiu (1)), Helenos (ikki tvíburði Kassandru) og Orespios. Síðani bjóðaði Hektor hvørjum grikka tað skuldi vera, av í hólmgongu. Menilaos reistist, men Aggamemnon helt honum aftur. At endans tók Eas av. Teir bardust allan dagin og góvu síðani hvørjum øðrum gávur.
Hektorsa mest framúrskarandi vandaferð var, tá hann leyp á skipini hjá grikkum. Gudarnir máttu leggja uppí, tí annars hevði hann dripið slíkar kappar sum Nestor og Diomedevs (2). Posidon eggjaði grikkum at halda ímóti, og Patroklos stóð á odda fyri myrmidonum (herliði Akillevsar) í brynju Akillevsar; tá rýmdi Hektor. Apollon vardi tó Hektor, og hjálpti honum at drepa Patroklos. Og Zevs bað hinar gudarnar lata Hektor sleppa at drepa so leingi sum Akillevs ikki vildi koma upp í leikin. Men tá Akillevs frætti, at vinmaðurin Patroklos var dripin, kom hann uppíaftur kríggið. Hann drap Polydoros (2), ein bróðir Hektors, og Hektor royndi til fánýtis at hevna hann. Hektor var hjálparleysur móti Akillevsi, tí hansara lagna var at doyggja fyri honum. Apollon fjaldi Hektor í toku, og Akillevs søkti til fánýtis at honum; men tá herurin úr Troya tók seg inn aftur í býin, varð Hektor verandi einsamallur eftir við skeiaportrið. Mamman og pápin bønaðu hann um at flýggja og fjala seg, men hann noktaði og bíðaði eftir Akillevsi. Men tá Akillevs so kom, flýddi Hektor undan honum. Teir báðir runnu tríggjar ferðir rundan um býin áðrenn Atena skapti seg í líki Deifoposar og eggjaði Hektori at stríðast og halda ímóti. Meðan Hektor møtti Akillevsi, hvarv Atena. Tá skilti Hektor, at sín síðsta stund var komin. Uppi á Olympos sat Zevs við lagnunnar vekt og vigaði lagnurnar hjá teimum báðum fíggindunum, og Hektors var tyngri. Eisini Apollon vendi sær frá Hektori, og Akillevs gav honum banahøgg. Sum Hektor lá doyggjandi, bað hann Akillevs geva Priamosi líkið, men Akillevs noktaði. Tá spáddi Hektor, at Akillevs eisini fór at doyggja ungur. Akillevs festi líkið av Hektori fast í vagn sín og dró tað runt um Troya, beint undir eygunum á øllum troyum. Síðani varð líkið lagt óvart í leguni hjá grikkum, til villar hundar og rovfuglar at eta, til Zevs sendi Iris at geva Akillevsi boð um at geva Priamosi líkið av Hektori. Priamos kom fyri seg sjálvan til Akillevs og loysti líkið av soni sínum fyri nógvan pening. Grikkar drupu son Hektor, Astyanax, tí teir vildu ikki lata nakran, ið kundi hevna Hektor, liva eftir. Ilionskvæðið endar við, at vápnahvíld er í ellivu ella tólv dagar og troyar fingu jarðað verndara sín á rættan hátt. Andromakka, Hekuba og Helena syrgdu hann mest.
 
=== Helenos ===
'''Helenos''' Sonur Priamos og Hekubu, og tvíburður [[Kassandra|Kassandru]]. Tey fingu spádómsgávuna samstundis: tað var tá tey svóvu í templi Apollons og slangur numu tey um oyru og munn við tungum sínum (sí eisini Kassandru). Apollon var góður við Helenos og gav honum ein fílabeinsboga, og við honum særdi hann Akillevs í hondina. Helenos spáddi Parisi[[Paris (gudalæra)|Paris]]i allan sorgarleikin, ið fór at verða, um hann fór ferð sína til Grikkaland at ræna Helenu. Í krígnum við Troya stríddist Helenos undir liðini á Hektori; tá Hektor var deyður, ráddi Helenos stríðandi troyunum. Menilaos særdi hann. Eftir at Paris var deyður, hamskiftist Helenos. Priamos noktaði honum Helenu og gav Deifoposi hana. Helenos tók seg aftur og fór niðan á Iðafjall. Grikski síggjarin Kalkas (1) hevði kunngjørt, at einans Helenos dugdi at avdúka, hvussu Troya kundi verða tikin. Odyssevs fangaði Helenos og noyddi hann at avdúka tríggjar treytir: sonur Akillevs, Neoptolumos, má stríðast við grikkum, grikkar mugu hava beinagrind Pelopsar um hendur, og teir mugu stjala palladiumið, ið er avmynd av Pallas Atenu, frá troyum. Tað sigst, at Helenos eisini segði, at Filoktetis mátti koma aftur til grikkar og hava bogan og ørvarnar hjá Heraklevsi við sær. Eisini sigst, at Helenos ráddi grikkum til at nýta trærossið. Fyri hesi ráð og aðrar tænastur, varð Helenos leysgivin, eftir at Troya var fallin. Ein onnur søgn sigur tó, at Helenos lat seg fanga, tí hann var illur við troyar, av tí at teir høvdu givið Deifoposi Helenu, og ikki sær; ella at hann bara fór úr Troya og til Grikkalands, setti búgv í Epiros og fekk molossar at velja seg til valdsharra.
Eftir kríggið fóru Helenos, Hekuba, Andromakka og Kassandra burtur í annað land at búsetast. Tað sigst, at Hekuba har varð gandað til eina tík, og at hon doyði. Helenos legði hana í 'tíkagrøvina'. Ein onnur søgn heldur uppá, at hann og Andromakka vórðu givin Neoptolumosi sum krígsrán.
Helenos spáddi Neoptolumosi, at hann skuldi fara heim landvegis, og soleiðis slapp Neoptolumos undan vreiði Pallasar og Posidonar og at sjólátast við meginpartinum av grikska herflotanum. Tá Orestis drap Neoptolumos, giftist Helenos einkjuni eftir hann, Andromakku. Tey fingu ein son, Sestrinos. Eisini sigst, at Neoptolumos gav Helenosi Andromakku.
Line 52 ⟶ 57:
'''Hermiona''' Einasta dóttir Menilaos og Helenu. Í Odusseiuni lovaði Menilaos Neoptolumosi Hermionu, meðan hann var í Troya. Tey giftust tá Neoptolumos kom aftur til Lakkudeimon. Men sambært griksku sorgarleikskaldunum hevði Menilaos áðrenn kríggið við Troya lovað Orestisi Hermionu. Men meðan kríggið var, hevði Menilaos lovað soni Akillevs hana í staðin, tí hansara hjálp var neyðug um tað skuldi eydnast at taka Troya. Orestis noyddist tí at lata Neoptolumos fáa Hermionu. Hon varð á henda hátt orsøk til agg teirra millum. Hermiona og Neoptolumos fingu eingi børn, og tá Neoptolumos fór til Delfi, antin at finna orsøkina til barnloysið, ella at biðja Apollon um viðurgjald fyri at hava dripið faðir sín Akillevs, varð hann dripin í gøtuófriði. Antin gav Orestis boð um at drepa hann, ella drap hann hann sjálvur. Ein søgn sigur, at Hermiona legði Andromakku, ið Neoptolumos hevði til hjákonu, undir at hava gandað seg, so hon eingi børn fekk, og royndi at drepa bæði hana og børn hennara, men at Pelevs vardi tey, og Hermiona flýddi til Orestis, ið antin var í Delfi ella Sparta. Orestis drap síðani Neoptolumos í Delfi. Síðani giftust Orestis og Hermiona og fingu ein son, Tisamenos (1).
 
=== JJulos ===
 
'''Julos''' Eitt annað navn fyri Askanios. Hetta navn kom soleiðis: í bardøgunum, eftir at Eineias var horvin, stóð Askanios fyri herliðnum og bar sigur av rutulum og sameindu teirra, etruskum (sí Mezentios). Afturfyri fekk hann hjánavnið Jobum, Jolum ella Jovlum, ið er avleitt av Jupiter. Søgan um hetta navn er longu nevnt í ritinum 'Uppruna' eftir Kato. Onkuntíð verða Julos og Askanios sagdir vera tveir, og tá er Julos sonur Askanios. Eftir at faðirin doyði, rak farbróðirin Silvius, ein sonur Eineias og Laviniu, hann frá trónuni í Alba og gav honum prestastarv. (Sí eisini Afroditu.)
 
=== KKrevsa ===
 
'''Krevsa'''
1. Ein áardís, ið peneiosá var ásttikin í. Hon átti Hypsevs, ið seinni gjørdist kongur lapitta, Stilbu (1), Sirenu og Dafnu. Onkuntíð er sagt, at hon eisini átti Andrevs.
2. Yngsta dóttir Erektevs og Praxiteu (1). Apollon neyðtók hana í eini holu í Akropolis í Aten, og hon átti sonin Jón. Hon legði barnið at doyggja á tí staðnum, har gudurin hevði tikið seg við voldum. Krevsa giftist Xutusi. Leingi var hon barnleys, men eftir at hon á eini pílagrímaferð til Delfi hitti son sín aftur, bar hon manni sínum Diometa (Doros) og Akeios, ið tríggjar tær mætastu griksku ættirnar eru nevndar eftir: jónar, doriar og akeiar.
Line 65 ⟶ 67:
Virgilius heldur, at Afrodita flutti Krevsu burtur meðan Eineias fór úr býnum saman við Ankusevs og Askaniosi. Tey savnaðust við halgidómin hjá Demetur (Keris á rómverskum), og tá varnaðist Eineias, at Krevsa manglaði. Hann fór inn aftur í býin eftir henni, men tá kom skuggi hennara fyri hann og segði honum, at Krevsa nú í øllum góðum var hjá Kibelu, og spáddi honum ferðir hansara at leita eftir einum nýggjum landi. Í elstu frásøgukvæðunum eitur kona Eineias Evrydika (7)
 
=== LLatinos ===
 
'''Latinos''' Kongur aborigina og gav latínum navn. Fleiri ymsar sagnir eru um, hvussu hann kom til. Í griksku søgnini, so sum Hesiodd greiðir frá, var hann sonur Kirku og antin Odyssevs ella Telumakkos. Onkuntíð er hann sonur Heraklevs. Tá hesin ferðaðist um Italia, hevði hann eina unga gentu, Palanto, ið var av hyperboreiskari ætt (ein sagnarætt; navnið merkir 'handan norðanvindin') við sær, ið hann gav Fafnosi til konu (sí Fafnu og Bonu Deu). Tá hon giftist Fafnosi, bar hon longu barn Heraklevsar. Tað var Latinos. Virgilius heldur, at hann var sonur Fafnos og Mavrikku (eini áardís).
Tvær sagnir eru um Latinos. Í aðrari greiðist frá, at tá Eineias kom til Italia, gav Latinos honum nógv jørð frá sær, og dóttur sína, Laviniu, til konu. Men av tí, at troyar stjólu seyð frá grannum Latinosar, noyddist hann at fara upp í part við teimum og Turnosi, rutulakongi, ímóti Eineiasi og troyum. At enda vórðu bæði Latinos og Turnos dripnir. Troyar tóku Lavrolavinium, høvuðsstaðin hjá aboriginum, og Eineiast ráddi í honum. Seinni sameindust troyar og latínar og nevndu land sítt Latium eftir Latinosi.
Line 75 ⟶ 76:
Tvær keldur eru, ið greiða frá, at Latinos hvarv tá hann fór við liði sínum móti Mezentiosi kongi í Keir, og gjørdist gudurin Jupiter Latinos ella Jupiter Latiaris, ið varð tilbiðin á fjallinum við nemivatn. Latium varð hildið vera nevnt eftir hesum sagnarkenda kongi.
 
'''=== Lavsos''' ===
1. Ein sonur Mezentiosar, ið var í parti við Turnosi móti Eineiasi. Hann doyr fyri Eineiasi.
2. Ein sonur Numitor, ið doyði fyri Amuliusi.
 
=== Lavinia ===
'''Lavinia''' Dóttir Latinos kong og Amatu. Árenn Eineias kom til Latium, var hon trúlovað Turnosi. Pápi hennara gav troyanum hana. Til heiðurs fyri hana nevndi Eineias býin, ið hann grundlegði, Lavinium. Ein søgn sigur, at Askanios kom úr hjúnarlagi Eineiasar og Laviniu, men í Eineiuni er Askanios sonur mann hennara og longu ungur, tá Eineias kemur. Summi siga, at eftir at Eineias var deyður, átti Lavinia tí andaða kappanum sonin Silvius (sí eisini Askanios) heima hjá hirðanum Tyrrosi ella Tyrrunosi, hagar hon var flýdd. Síðani gav Askanios hálvbeiggja sínum Lavinium og fór at grundleggja Alba. Og av tí at hann doyði barnleysur, nevndi hann Silvius sum sín eftirmann.
 
=== MMezentios ===
 
'''Mezentios''' Ein etruskarakongur, ið ráddi fyri Keir og stríddist móti Eineiasi. Í elstu sagnunum sendir Turnos boð eftir honum, tá hann hevur tapt sín fyrsta bardaga móti Eineiasi og Latinosi. Turnos lovaði Mezentiosi helvtina av øllum víninum, ið tað árið varð bryggjað, bæði í Latium og í sínum egna øki. Eineias hevði lovað Jupiter tað sama; lyftið til gudin vigaði tyngri, og bæði Mezentios og Turnos vórðu dripnir.
Í søgnini eftir Kato eldra máttu Eineias eftir at hava gift seg við Laviniu og bygt býin Lavinium, saman við Latinosi berja Turnos og rutularnar niður. Í fyrsta samanbresti doyðu Turnos og Latinos. Síðani sendu rutular boð eftir Mezentiosi at hjálpa. Í øðrum bardaga veit eingin, hvør vann, uttan at Eineias hvarv. Askanios, sonur Eineias, vildi hava semju. Mezentios kravdi alt vínið, ið var bryggjað í Latium. Men Askanios lovaði Jupiter sama vínið, vann síðani lættliga og týndi etruskar og drap í bardaganum Lavsos (1), son Mezentios. Mezentios setti hareftir linari friðarkrøv, Askanios játtaði, og Mezentios var síðani verandi latínum trúgvur.
Line 88 ⟶ 89:
Hendan framsøgn nevnir einki um lyftir ella vín, og bara Mezentios er fíggindi Eineiasar; etruskar stuðla troyabúgvum. (Grundin til hetta kann vera, at tá hetta varð skrivað, var Meikunevs patrónur Virgiliusar; hann var etruski og góður vinur við Augustus.)
 
=== Molossos ===
'''Molossos''' Sonur Neoptolumos og abbasonur Akillevs. Hann var sonur Andromakku. Í Andromakku skrivar Evripidevs, at tá Molossos var nýføðingur, legði Andromakka hann út at doyggja, men at hann yvirlivdi, og tá Neoptolumos var í Delfi, sá hann hann og kendi hann aftur. Hermiona, kona Neoptolumos, var øvundsjúk, tí hon fekk ikki sjálvt átt børn, og sambært Evripidevsi forfylgdi hon bæði Andromakku og Molossosi og var um at drepa tey, tá Pelevs bjargaði teimum undan henni. Tá Orestis drap Neoptolumos, gav Tetis Andromakku boð umj at fara til Epiros við Molossosi, tí hon visti, at hann var einasti eftir á lívi av ætt Eiakosar. Tað gjørdi Andromakka, og har giftist hon Helenosi. Tá stjúkpápin doyði, ráddi Molossos í Epiros, og fólkið har eitur molossar eftir honum.
 
=== NNeoptolumos ===
 
'''Neoptolumos''' Eisini nevndur 'ungi kappi' og Pyrros. Hann var sonur Akillevsar og Deidamiu, føddur meðan Akillevs fjaldi seg á Skyros í kvinnubúri Lykomedevsar eftir ráðum frá mammu síni, Tetis, so hann slapp frá at fara í kríggið við Troya. Av tí at Akillevs tá var ílatin sum genta og nevndi seg Pyrra, hekk navnið Pyrros við soninum; eisini kann tað vera, av tí at Pyrros var reyðhærdur, og 'pyrros' merkir júst 'reyðhærdur' á grikskum. Antin Lykomedevs ella Pyrra aldi Neoptolumos upp. Tá Akillevs var deyður, hoyrdu grikkar frá Helenosi, at býurin ongantíð kundi verða hertikin fyrr enn Neoptolumos kom at stríðast við grikkum. Grikkar sendu Odyssevs, Foynix (3) og Diomedevs (2) at finna Neoptolumos og fáa hann við sær. Á vegnum til Troya fór Odyssevs við sendimonnunum til Lemnos at royna at fáa Filoktetis at loyva teimum at hava vápn Heraklevsar við til Troya. Hetta eydnaðist honum til endans. Odyssevs gav Neoptolumosi vápn Akillevsar, ið hann hevði vunnið í kapping frá Easi, Telamons soni.
Neoptolumos drap Evrypylos (4) og uppfann í ovfarakæti pyrriska krígsdansin, sum er nevndur eftir honum. Hann var millum kapparnar, ið komu inn í Troya inni i trærossinum. Í síðstu og týdningarmestu bardøgunum drap hann Elasos og Astynos, særdi Korubos (2) og Aggunos, syfti síðani Astyanax av torninum, ovast uppi. Soleiðis drap Akillevs Hektor og Neoptolumos son hansara. Neoptolumos drap eisini Priamos á Zevsar altari, har hann hevði søkt um gudsins vernd. Sum part av ráninum fekk Neoptolumos Andromakku, og í summum sagnum eisini Helenos. Til minnis um faðir sín ofraði hann honum Polyxenu og drap hana á grøv hansara.
Line 101 ⟶ 102:
Ein onnur søgn um deyða Neoptolumosar sigur, at siður var í Delfi, at prestarnir tóku meginpartin av djórakjøtinum, ið varð ofrað. Neoptolumos ilskaðist inn á henda sið og royndi at forða prestunum í at taka djórið, ið hann hevði ofrað. Ein prestur, Makkurevs nevndur, drap hann. Ein seinasta søgnin sigur, at tað var sjálv pytan (prestinnan í templi), ið gav delfibúgvum um at drepa Neoptolumos, og at Apollon lat vreiði sína móti Akillevsi raka annað ættarlið. Eisini sigst, at Neoptolumos brendi tempul Apollons, og at alt fólkið í Delfi síðani legði á hann og drap hann. Neoptolumos varð grivin inni í ella uttan fyri templið í Delfi og fekk tignarliga jarðarferð. Fólkið í Delfi vanhalgaði tó grøv hansara, til hansara hamur hjálpti teimum móti einum álopi; hareftir varð grøvin heiðrað, so sum siður er at heiðra grøvina hjá einum deyðum kappa.
 
=== Numitor ===
'''Numitor''' Eldri sonur Prokas, kong í Alba. Yngri bróðir hansara, Amulios, tók valdið eftir deyða faðirins og gjørdi Numitor útlagnan, drap son hansara og sendi dóttir hansara, Reu Silviu (1), at tæna Vestu, so hon skuldi liva blúgv, til hon var ov gomul at eiga børn. Gudurin Mars elskaði tó við Reu og gav henni synirnar Remus og Romulus, ið seinni góvu Numitori trónuna aftur (sí Remus, Romulus og Faustos).
Ein onnur søgn sigur, at Numitor visti, at dóttirin var upp á vegin og tók sær tvey onnur børn og segði tey vera børnini hjá Reu. Hann sendi báðar synirnar hjá Reu til Palatinheyg, til Faustulos, ein hirða. Kona Faustulos, Akka Larentia (2), gav teimum bróst; hon hevði fyrr verið skøkja og fingið eyknevnið 'kvennúlvur' (eitt eyknevni, ið flogsur fingu). Tá teir vóru vandir av við at fáa bróst, vórðu teir sendir til Gabia at verða undirvístir. Tá teir komu heimaftur til hansara, ið teir hildu vera pápa sín, skipaði Numitor fyri, at ilt kom millum teir og hirðar sínar; síðani kærdi hann seg fyri Amuliosi, ið einki ilt grunaði, og ið stevndi øllum til Alba at døma í málinum. Eingin vansi var tá hjá Numitori og hesum ungu monnum at reka bróðurin frá valdinum og vinna trónuna aftur. Síðani gav hann abbasynum sínum hvør sína jørð, og har, beint á tí staðnum har teir høvdu búð hjá Faustulosi, grundløgdu teir ein bý.
Tað eru fleiri sagnir um Amulios og Numitor. Til dømis eru báðir eisini sagdir vera synir Aventios, kappan, ella enntá abbasynir hansara (og Prokas er tá faðir teirra). Í einari søgn varð arvur teirra býttur sundur; Amulios valdi tá at fáa valdið, og Numitor valdi ríkidømið. Og aftur ein onnur søgn sigur, at Prokas ráddi teimum til at valda á sama hátt sum rómversku konslarnir við at hava tvey kongshús, ið høvdu eins stórt vald, men at Amulios tók alt valdið sjálvur.
 
=== OOxynios ===
'''Oxynios''' Oxynios og Skamandrios (1) vóru tveir synir Hektors, sum Priamos sendi burtur til Lydia tá Troya týndist, fyri at teir ikki skuldu doyggja. Eftir at Troya varð týnt, tók Eineias, sum var flýddur upp á Iðafjall, valdið í landinum; men Oxynios og Skamandrios komu skjótt aftur og kravdu at fáa valdið í kongaríkinum hjá abbanum.
 
'''Oxynios''' Oxynios og Skamandrios (1) vóru tveir synir Hektors, sum Priamos sendi burtur til Lydia tá Troya týndist, fyri at teir ikki skuldu doyggja. Eftir at Troya varð týnt, tók Eineias, sum var flýddur upp á Iðafjall, valdið í landinum; men Oxynios og Skamandrios komu skjótt aftur og kravdu at fáa valdið í kongaríkinum hjá abbanum.
 
== P ==
 
=== Pergamos ===
'''Pergamos''' Hetjan í sínum navnabýi Pergamon. Hann var yngsti sonur Neoptolumosar og Andromakku. Pergamos kom heimaftur úr Asiu við mammu síni og drap Areios, kong í býnum Tevtrania, í einvíggi. Hann settist á trónuna og nevndi býin eftir sær sjálvum.
Pergamos er eisini navnið á friðskjólinum í Troya, men søgnin, ið í stuttum er endurgivin omanfyri, er einans ætlað greiða frá navninum á hellenistiska ella grikska býnum Pergamon, høvuðsstaðnum í kongaríki attalita.
 
=== Priamos ===
'''Priamos''' Yngsti sonur Laomedons. Hansara rætta navn var Podarkos. Hann sat við valdið tá kríggið við Troya var, og var tá gamalur. Ilionskvæðið nevnir ikki móðir hansara; yngri sagnirnar gera hana oftast dóttur áargudin Skamandros og nevna hana Strymo, men aðrar sagnir nevna hana Plasiu ella Levkippu (1).
Tá Heraklevs tók Troya, tí Laomedon ikki vildi samsýna honum fyri at hava bjargað dóttrini Hesionu, var Priamos barn, og kappin rændi bæði hann og systir hansara. Heraklevs gav vini sínum Telamoni Hesionu at giftast við, og bað hana bara nevna tað, hon kravdi í brúðargávu. Hon bað um bróður sín, ið har varð nevndur Podarkos. Heraklevs játtaði og seldi henni hann fyri slørið. Síðani varð Podarkos nevndur 'Priamos', ið rætt og slætt merkir 'keyptur', og kemur av tí forngrikska priamei, ið merkir 'eg keypi'. (Tað sigst tó eisini, at upprunin til navnið ikki er grikskur, men tað skal valla takast í álvara). Av tí at hann var seinasti sonur Lanomedons eftir á lívi, gav Heraklevs honum alt Troyaland at ráða. Valdið hjá Priamosi vaks so við og við um eitt sera stórt landøki, og eitt enn størri havøki, ið eisini fevndi um fleiri oyggjar. Tá Priamos var ungur, høvdu hann og Otrevs barst móti amasonunum við sangariosánna. Fyrst giftist Priamos Arispu, dóttur Merops, og hon bar honum son, nevndan Eisakos (aðrastaðni var tað Alexirroya, dísin hjá granikosá, ið var móðir Eisakosar; og tá var Eisakos síggjari), men hann fór frá henni og festi aðru konu sína, Hekubu, dóttir Dymas, kong frykeia. Tað var hon, ið bar honum flestu børn hansara. Fyrstur var Hektor, síðani kom Paris. So komu Krevsa (4), Laodika (4), Polyxena, Kassandra, Deifopos, Helenos, Pammon, Politis (1), Antifoss, Hipponos, Polydoros (2), og Troylos, ið eisini sigst vera sonur Apollons. Priamos átti fleiri børn við hjákonum, m.o. Lykaon (1) og Evandur (2). Sagnirnar gera Priamosi fimti synir og fimti døtur, men eingin høvdunfur játtar hesum neyva tali.
Line 120 ⟶ 121:
Frásøgukvæðir eldri enn Ilionskvæðið lýstu gjølla deyða Priamosar. Tá gamli kongurin hoyrdi fíggindan í borg síni, vildi hann taka til vápnini, men Hekuba leiddi hann oman í niðastu hædd í borgini til eitt altar, so gudarnir skuldu verja tey. Har sá Priamos Neoptolumos drepa Politis (1), ið eisini royndi at náa trygdini við altarið. Síðani dró Neoptolumos tann gamla eftir hárinum av altarinum og kvetti kvørkrar hansara. Hann varð ikki grivin. Eitt brigdi av hesari søgn sigur, at Neoptolumos dró Priamos yvir á grøv Akillevsar og drap hann har. Eisini sigst, at hann drap hann á sjálvum altarinum í borgartúninum (sí Neoptolumos).
 
=== RRea Silvia ===
1. Rea ella Rea Silvia, móðir [[Remus]] og [[Romulus]], stundum nevnd Ilia. Ein søgn sigur, at hon var dóttir Eineias og tí nevnd eftir heimlandi hansara, Troya (Ilium), og hin, at hon var dóttir Numitor, kong í Alba. Mars elskaði við henni í loyndum, hóast summir høvundar halda, at Rea gat tvíburðarnar antin av einum tilvildarligum møti ella við farbróðirinum, Amuliosi, ið hevði rikið Numitor frá valdinum. Tá tað frættist, at hon var upp á vegin, setti Amulios hana í fongsul. Antin doyði hon beint eftir, at hon hevði átt, ella doyði hon av teirri hørðu viðferðini, hon fekk í fongslinum. Eisini er møguligt, at Remus og Romulus bjargaðu henni, eftir at teir høvdu tikið sær av Amuliosi. Í teirri søgnini, har Amulios drap hana, tveitti hann hana síðani í tiberánna. Síðani sást áargudurin koma upp úr ánni fyri at taka ímóti henni og festa hana. Tað sigst eisini onkuntíð, at tað var gudurin í anioánni, ið festi hana.
 
'''Rea Silvia'''
1. Rea ella Rea Silvia, móðir Remus og Romulus, stundum nevnd Ilia. Ein søgn sigur, at hon var dóttir Eineias og tí nevnd eftir heimlandi hansara, Troya (Ilium), og hin, at hon var dóttir Numitor, kong í Alba. Mars elskaði við henni í loyndum, hóast summir høvundar halda, at Rea gat tvíburðarnar antin av einum tilvildarligum møti ella við farbróðirinum, Amuliosi, ið hevði rikið Numitor frá valdinum. Tá tað frættist, at hon var upp á vegin, setti Amulios hana í fongsul. Antin doyði hon beint eftir, at hon hevði átt, ella doyði hon av teirri hørðu viðferðini, hon fekk í fongslinum. Eisini er møguligt, at Remus og Romulus bjargaðu henni, eftir at teir høvdu tikið sær av Amuliosi. Í teirri søgnini, har Amulios drap hana, tveitti hann hana síðani í tiberánna. Síðani sást áargudurin koma upp úr ánni fyri at taka ímóti henni og festa hana. Tað sigst eisini onkuntíð, at tað var gudurin í anioánni, ið festi hana.
2. Ein prestinna, ið Herkulevs gjørdist ásttikin í á ferð síni gjøgnum Róm, eftir stríðið við oksunum hjá Gerion. Hon fekk ein son, Aventios, ið Avantinheygurin er nevndur eftir.
 
=== ARemus ===
'''Remus''' Tvíburði Romulusar. Ein einsamøll søgn sigur, at hann varð nevndur 'Remus', av tí at hann var so dølskur til alt. Í teirri søgnini dugir Remus einki so væl sum beiggin. (Sí Romulus og Reu Silviu (1) um fyrstu ár teirra).
Eftir at Amulios hevði fangað Remus á seyðaránsferð og handað Numitori hann, av tí at tað var hansara seyðir, og Romulus hevði hoyrt søguna um upprunan hjá sær og Remus og fríað hann aftur (sí Romulus, Amulios og Numitor), fóru tvíburðarnir burtur at grundleggja ein bý. Teir samdust um, at byggja hann á tí staðnum, har teir vóru bjargaðir úr kurvini (har Róm seinni bygdist), men vistu ikki neyvt, hvar tað var. Teir leitaðu jarðtekin. Romulus setti seg á Palatinheyg, Remus á Avantinheyg. Remus sá seks gammar; Romulus sá tólv. Gudarnir høvdu avgjørt at velja Palatinheygin og Romulus, og Romulus legði í vaðið at gera býarmarkið við at lata tveir oksar draga eina plógv og gera eina grøv. Remus var vónbrotin og fór at háða markið, tí tað ongum fekk hildið úti, og leyp yvirum. Romulus ilskaðist yvir hetta halgibrot og drap Remus. Eisini sigst, at tað var Kelur (merkir 'snarur'), ið gav honum banahøgg við einum spaka. Í einari søgn legði Faustulos seg ímillum at verja og varð eisini dripin. Romulus heygsetti Remus í Avantinheygin, ið lá uttan fyri pomerium, átrúnaðarliga mark Róms, til Klaudiusar tíð í ár 49 e.kr., og við jarðarferðina varð hann eymur og græt illa. Í elstu søgnini drupu gudarnir tó Remus beint tá hann leyp yvir um grøvina; tí tað var halgibrot. Tá varð Romulus eydnuleysur og tók lívið av sær. Ein onnur søgn sigur, at Remus doyði í samanbrestinum millum hirðarnar hjá sær og bróðurinum, ið fóru at klandrast um, hvønn bróður jarðtekinini í veruleikanum høvdu verið til frama fyri.
(Sí Romulus um ymsar forfedrar Remusar.)
 
=== Romulus ===
'''Romulus''' Merkir 'rómverskur'. Grundlegði Róm og nevndi hann eftir sær. Hann verður oftast sagdur vera av ætt Eineiasar og kongunum í Alba. Hann og tvíburðin Remus vóru synir Reu Silviu (1) (ella Iliu) og abbasynir Numitorar, hvørs yngri bróðir hevði rænt trónuna frá honum. Fleiri sagnir eru tó um uppruna Reu Silviu og sona hennara. Onkuntíð verða kongarnir í Alba lopnir um og Rea er tá dóttir Eineias. Onkrir høvundar hava gjørt Remus og Romulus til synir Eineiasar og Dexiteu. Í hesari søgnini vórðu tvíburðarnir fluttir til Italia á ungum aldri. Aðrar sagnir gera Romulus til son Romu og Latinosar. Móðir hansara verður stundum nevnd Emilia og var tískil dóttir Eineiasar og Laviniu. (Sí Tarketios um eina aðra søgn.)
Mars var faðir Remus og Romulus. Hann tøldi Reu Silviu í tí halga skóginum, hagar hon var farin eftir vatni. Eisini sigst, at gudurin legði seg hjá henni meðan hon svav. Farbróðir Reu, Amulios, varnaðist, at hon var upp á vegin og setti hana í fongsul. Tá hon hevði átt, legði kongurin teir út á bakkarnar við tiberánna við fótin á Palatinheyg. Eisini sigst, at Amulios sendi ein húskall sín at drukna børnini í tiberánni, men at hann ikki vildi drukna tey og legði tey í staðin í eina kurv og legði kurvina á ánna. Síðani fór kurvin við streyminum, varð syft upp á land og endaði undir einum fikutræi (ið varð nevnt 'fikus ruminalis', og ið seinni varð gjørt heilagt). Har fann ein kvennúlvur, ið júst hevði lagt, Remus og Romulus. Honum tókti synd í teimum og gav teimum at súgva. Kvennúlvurin var eitt djór, ið var Marsi heilagt, og hildið var, at gudurin hevði sent hetta djórið at ansa eftir børnum sínum. Ein spæta (heilagi fuglurin hjá Marsi) hjálpti úlvinum at geva børnunum at eta. Faustulos, ein av kongsins hirðum, sá síðani dreingjabørnini og tók tey í loyndum heim við sær, og hann og konan, Akka Larentia (2), høvdu tey síðani til fosturs.
Line 138 ⟶ 139:
Romulus ráddi í 33 ár og sá unga Róm mennast nógv; tí nevndi fólkið hann 'tjóðarfaðir'. Romulus andaðist 54 ára gamalur. Tað sigst, at tað var 7. juli, at hann vitjaði her sín á einum parti av Kampus Martius, nevndur palus Kapri (geitarskrúðgongan) tá óveður brast á og eitt skýggj kom niður, tók hann og fór avstað upp í himmalin við honum. Øll, ið vóru hjástødd, vórðu sannførd um, at hann var vorðin gudur. Aðrar sagnir nevna bara, at ódnarveður kom, og tá tað hæsaði av, var Romulus horvin. Ein rómverji, ið æt Julius Prokulus segði seg hava droymt Romulus, ið hevði sagt, at gudarnir høvdu rænt seg, og at hann nú var vorðin gudurin Kurinus, at býurin fór at fáa stórfingna framtíð, so leingi rómverjar vandu unglingar sínar og høvdu sterkan her. Hann hevði eisini biðið um, at ein halgidómur skuldi reisast sær á Kurinisarheyggi. Hetta varð gjørt. Fleiri brigdi eru av søgnini um deyða Romulusar. Tey vóru ofta íspunnin av politiskum og og skyldfólka áhugamálum. Sí Filotis um Nona Kaprotinahøgtíðina, ið var til minnis um Romulus.
 
=== Rutular ===
'''Rutular''' ella rutuli. Ein ættarbólkur úr miðitalia, sum hevði høvuðsstað í Latium og nevndu hann Ardia. Teir vildu ikki, at Eineias skuldi koma hagar, og kongur teirra, Turnos, fekk teir at taka ímóti honum við vápnum.
 
=== SSkamandrios ===
 
'''Skamandrios'''
1. Tað, ið Hektor kallaði son sín, Astyanax
2. Ein troyabúgvi, ið doyði fyri Menilaosi
 
=== Silvius ===
'''Silvius''' Ein sonur Eineiasar og Laviniu, og hálvbróðir Askaniosar. Fyrst hevði Askanios veitt Silviusi pláss sítt í Lavinium og var síðani farin at grundleggja Alba, fyri ikki at vera fyri. Tá Askanios doyði, lat hann Silviusi trónuna í Alba. Hesin valdaði í 29 ár og lat við deyða sín sonin, Eineias Silviusi, kongaríkið.
Aðrar sagnir gera Silvius til son Askaniosar, og Askanios til son Eineiasar og Laviniu. Til endans skal nevnast, at hann onkuntíð verður hildin vera sonur Eineiasar og Silviu, konu Latinosar, ið Eineias giftist við, eftir at Latinos var deyður.
 
=== TTisamenos ===
 
'''Tisamenos'''
1. Sonur Orestis og Hermionu. Ein søgn sigur, at hann tók við trónuni í Sparta og Argos eftir Orestis, men at hann doyði í bardaga við heraklidar. Ein onnur, at teir ruku hann burtur og loyvdu honum at flýggja. Hann søkti grið hjá jónum heilt har norðuri á Pelops hálvoy, men teir lupu á hann og royndu at reka hann burtur. Teir drupu Tisamenos, men taptu fyri herliði hansara, ið kringsetti Helis, býin hjá jónum, men loyvdu teimum seinni at fara til Attika, har atenar tóku ímóti teimum.
Line 156 ⟶ 157:
2. Ein sonur Tersandros (2) og Demonassu, dóttur Amfiraos. Tá teir aðru ferð søktu at Troya og løgdu at í Mysia, doyði faðir hansara longu heima hjá Telufossi (sí Tersandros (2)), men Tisamenos var ov ungur at standa fyri herliðnum úr Tepis. Ikki Tisamenos, men Peneleos, hevndi deyða kongsins við at drepa Evrypylos (4), son Telufoss. Tá Tisamenos vaks til mans, ráddi hann í Tepis. Hann fekk ein son, Avtesion, ið ráddi eftir, at faðirin doyði. Summar sagnir siga tó, at hann mátti gerast útlagin og fór upp í part við heraklidum. Tó tók abbasonur Peneleosar, Damasikton, við valdinum eftir Tisamenos.
 
=== PTyrros ===
'''Tyrros''' ella Tyrrunos. Hann var úr Meioniu í Lydialandi og var sonur Atys, kong í Lydia. Hann var eisini høvuðshirði Latinosar. Hann stóð á odda fyri latínskum bóndum at hevna tað heilaga kvenndádýrið, ið Askanios hevði dripið. Eftir at Eineias var deyður, óttaðist Lavinia fyri soninum hjá manninum og flýddi til Tyrros at eiga Silvius. Eisini er sagt, at hann førdi lydiabúgvar til Italia, tá ógvuslig hungursneyð var í Lydia. Etruskar vóru nevndir eftir honum, og Herodotus stendur við, at etruskar vóru av ætt teirra, ið flýddu undan hungursneyðini. Eitt hav vestan fyri Italia eitur eisini eftir honum.
 
=== VVenus ===
 
'''Venus''' Ein sera gomul latínsk gudinna, ið átti ein halgidóm næreindis Ardia, ið var bygdur áðrenn Róm. Í aðru øld f.kr. varð hon partur av gudasøgnini um ta griksku Afroditu. Sagnirnar um ferðir Eineiasar, soni Venusar, ella Afroditu, høvdu stóran týdning hjá rómverjum, tí Eineias búsettist til endans í Italia, og rómverjar hildu, at Augustus og hansara ætt, ið tó bert var ættleidd, men ið varð nevnd gens Julia, var av Julosar ætt, og tískil eisini av Eineiasar og móðir hansara, Venusar ætt. Tað var Venus, ið hjálpti Eineiasi at sleppa úr Troya tá eldur var settur á býin, og vardi hann móti vreiðini hjá Heru. Hon gjørdi so Dido, drotning í Kartago, gjørdist ásttikin í honum og veitti honum griðskjól tá honum tarvdist tað. Hon stuðlaði honum eisini í bardøgum sínum við Turnos við at geva honum spjótið aftur, ið sat fast í einum træi.
 
 
[[Bólkur:Átrúnaður]]
[[Bólkur:Griksk gudalæra]]
[[Bólkur:Rómversk gudalæra]]