Munurin millum rættingarnar hjá "Olympiskir leikir"

Content deleted Content added
JYBot (kjak | íkøst)
Topper 1 (kjak | íkøst)
s Slóðir
Linja 4:
Tað vóru forngriksku Olympisku leikirnir fyri 2.000 árum síðan, sum birtu upp undir nútíðar leikir. Nútíðar Olympiskir leikir vóru á fyrstu sinni í [[Athen]] í [[Grikkaland]]i í [[1896]]. Einstaklingar ella lið kappast, ikki tjóðir. Ongari tjóð ber til at vinna Olympisku leikirnar, og [[Altjóða Olympiska Nevndin]] (IOC) velur altíð ein bý at vera vertur og ikki eitt land. Ítastu kappingarfólkini vinna sær heiðursmerki í bronsu, silvuri ella gulli, men ikki pening.
 
Fornu Olympisku leikirnir vóru í fyrstuni havdir [[Zeus]]i til heiðurs. Teir vóru í [[Olympia (Grikkaland)|Olympia]] frá 776 f.Kr. til 393 e.Kr. Í fyrstu leikunum var einans kapprenning, men seinni varð kappast í longdarlopi, diskoskasti, [[Nevaleikur|nevaleiki]], fimmdysti, [[renning]] og kapping við [[Hestur|rossi]] og stríðsvogni. Bara menn sluppu at royna seg ella at hyggja at. Kvinnurnar høvdu aðrar leikir at heiðra gudinnuna [[Heru]].
 
Hátíðardámur er, tá ið Olympisku leikirnir verða settir. Týdningarmesta løtan er, tá ið Olympiski eldurin verður kveiktur við kyndli. Rennarar hava skifts at borið kyndilin við eldi úr [[Olympia (Grikkaland)|Olympia]] í [[Grikkaland]]i allan vegin hagar, ið leikirnir skulu vera. Soleiðis hevur verið síðan í [[1928]], tá ið [[Pierre de Coubertin]] barónur (f. [[1. januar]] [[1863]] - d. [[2. september]] [[1937]]), sum endurstovnaði Olympisku leikirnir, heitti á ítróttafólk, at "halda lív í eldinum, ið umboðar endurfødda Olympiska andan". Olympiski eldurin brennur oman fyri Olympiska ítróttastaðin.
 
Olympiskir vetrarleikir hava verið síðan í [[1924]]. M.a. eru skirenning, íshockey, skílop og skoyturenning á skránni. Altíð eru nógvir áskoðarar til t.d. skilopskappingarnar í vetrar OL.