Munurin millum rættingarnar hjá "Simbabvi"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 45:
Har ið [[Zambesiá]] rennur eystur eftir á markinum ímillum Simbabvi og [[Sambia]], stoytir hon seg brádliga niður í eina tronga gjógv, ið er 128 metrar djúp. Tjúkka támið og mikla fossadunið síggjast og hoyrast einar 40 km. frá fossunum. Fólkið, ið býr við fossarnar, rópar fossarnar ''mosi-oa-tunya'', "támið, ið dunar", men í útheiminum verða teir róptir [[Viktoriufossar]].
 
=== NáttúruNáttúra ===
 
Regntíðin í Simbabvi er ikki eins til longdar, og tí er vøksturin eisini ójavnur. Vøksturin er ramastur nærri skóginum og verður minni, longur ið frá honum kemur. Uttan fyri savannuna er steppan. Steppan er har, sum regnið er meira óálítandi, og vøksturin er hareftir. Savannan tekur umleið helmingin av øllum lendi í Simbabvi. Savannan er besta dyrkilendi í [[Afrika]]. Savannan er eisini tilhaldið hjá teimum stóru og nógvu [[súgdýr]]unum.
Linja 51:
[[Nashyrningur|Nasahornið]], [[fílur]]in og [[áarhestur]]in halda til á vátlendum nærhendis áunum. Inni á fløtunum ganga t.d. [[búflar]], [[Sebra|sebrur]], [[Giraffur|giraffar]] og [[antilopur]], hesi dýrini eru beinlong og góðir rennarar, sum í turrtíðini fara um víðar fløtur at fáa sær drekka og mat. [[Rovdýr]]ini tróta heldur ikki, har eru [[Leopardur|leopardar]], [[hýenir]], [[Sjakalur|sjakalar]] og [[leyvur]].
 
Stórdýrini í Simbabvi eru nógv fækkað hesa seinastu øldina, tí dúgliga hevur verið veitt, serliga hava ríkmenn úr [[Evropa]] farið stuttleikaferður suður á savannuna í Simbabvi við byrsu. Nú hava menn roynt at friða summi [[dýr]]asløg undan týning og eisini friðað stórar víddar fyri alla skjóting. Á savannuni í Suðursimbabvi eru eisini nógvir sjáldsamir [[Fuglur|fuglar]]. Har gongur eisini hin hábeinti strutsurin sum menn vóru so grammir eftir, tá ið tað var móti at ganga við strutsafjøður í hattinum. Har eru eisini gribbar, [[ørn]]ir, storkar, flamingoar og eitt ótal av sangfuglum. [[Krokodillur]]nar liva í áunum, og eiturflugurnar í vátlendinum og deyðagrasinum. Eiturflugurnar smitta fólk við t.d. [[Malaria|malariu]] og sovisjúkuni og [[dýr]]ini við dýrasótt.
 
== Søga ==