Munurin millum rættingarnar hjá "Mosambik"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Lýðveldið Mosambik''' (alment ''República de Moçambique'') er eitt land í [[Afrika|Eysturafrika]]. Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í [[1975]], flýddu gomlu valdhavarnir, [[Portugal|portugisar]], av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar.
 
Í [[1975]] brast borgarakrígg á ímillum kommunistisku Frelimo-stjórnina og mótstøðurørsluna Renamo, sum [[Suðurafrika]] stuðlaði. Kríggið tók 900 000 mannalív og elvdi til stóra hungursneyð. Eftir tað at Renamo misti stuðul sín uttanlands, og Frelimostjórnin gjørdi av at seta í verk fólkaræðiliga fleirflokkaskipan, samdust partarnir um at binda frið og skrivaðu báðir undir friðaravtalu í [[1992]]. Tá ið loyst var, løgdu myndugleikarnir í Mosambik alt heilsuverkið undir ríkið og skipaðu fyri, at øll sjúkrarøkt og læknatænasta vóru ókeypis. Í drúgva borgarakrígnum vórðu flestu sjúkrahúsini og læknamiðstøðirnar á bygd oyðiløgd, og mong doyggja enn av sjúkum sum t.d. tuberklum, malariu og lungnabruna. Fleiri milliónir fólk flýddu av landinum, ella inn til býirnar. Har var tryggari. Næstan alt fólkið livir nú í størstu armóð, og helvtin av fólkinum livir av teirri matvøruhjálp, sum umheimurin sendir landinum. Hvørt ár fær Mosambik nógva neyðhjálp; mestu hjálpina senda [[USA]] og lond í [[Vesturevropa]].
 
Meiri enn 85 % av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. sukur, bummull, te, cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum. Havnabýurin [[Beira]] við [[Indiahav]] er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum [[Simbabvi]] fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10 000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í [[Simbabvi]].