Munurin millum rættingarnar hjá "Grikkaland"

Content deleted Content added
Linja 34:
Um [[600 f.Kr.]] stýrdi stórmannastætt, nevnd [[aristokratar]], [[Athen]]. Summir valdsharrar vóru harðrendir, nevndir tyrannar. Um [[590 f.Kr.]] setti valdsharrin [[Solon]] lóg í gildi; hon hav smámanninum rætt til at eiga jørð og hava fullan ríkisborgararætt. Men fólkið kravdi meiri frælsi og at fáa ávirkan á landsins stýri, og í [[508 f.Kr.]] varð [[fólkaræði]] sett í gildi. Nú kundi fólkið í [[Athen]] sjálvt velga sínar tingmenn. Konufólk, trælir og frælsir menn, sum ikki høvdu ríkisborgararætt, høvdu ikki valrætt.
 
Ár [[447 f.Kr.]] tók hægsti [[athen]]ski tingmaðurin [[Perikles]] stig til at byggja templið [[Parthenon]] á einum heyggi, sum æt [[Akropolis í Athen|AkropoisAkropolis]]. Templið varð vígt vísdómsgudinnuni [[Athena|Athenu]] og skuldi eisini fagna Athen, sum stóð á odda fyri grikkum í stríðum við [[persar]].
 
Frælsa grikska býarlívið varð góður gróðrarbotnur fyri list, bókmentum og vísindaligari hugsan, og Grikkaland fostraði mangar mætar [[heimspeki]]ngar. [[Demokrit]] úr [[Abderra]] (um [[460 f.Kr.|460]]-[[370 f.Kr.]]) var helst fyrsti maður, sum segði, at øll evni eru úr ersmáum óbýtiligum bitlum, sum hann kallaði [[atom]]. [[Sokrates]] úr [[Athen]] ([[470 f.Kr|470]]-[[399 f.Kr.]]) bygdi sína hugsan á, at tú skuldi kenna teg sjálvan, og dugdi frágera væl at seta spurningar um ætlanina við tilveruni. Næmingur hansara [[Platon]] ([[427 f.Kr|427]]-[[347 f.Kr.]]) og aftur næmingur [[Platon]]s [[Aristotles]] ([[384 f.Kr.|384]]-[[322 f.Kr.]]) hava havt stóran týdning fyri alla [[Evropa|evropeiska]] [[heimspeki]].