Munurin millum rættingarnar hjá "Grikkaland"

Content deleted Content added
Linja 52:
Syðst á [[Balkan]] er Grikkaland, eitt av elstu og søguríkastu londunum í [[Evropa]]. Grikkaland er fjallaland og oyggjaland, har eru fleiri enn 2000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er eitt tað fátakasta landið í [[ES]].
 
Grikkaland er allur suðurparturin av [[BalkanhálvoynniBalkan]]hálvoynni og eitt ótal av oyggjum í [[Jónarhavið|Jonarhavinum]] og [[Egearhavið|Egearhavinum]]. Grikkaland er fjallaland við einstøkum breiðum dølum upp ímillum og onkrum stórum slættlendi. Av tí at landið er so bratt, er bert lítil partur av tí veltur. Meginparturin liggur sum beiti hjá [[Seyður|seyði]] og [[Geitur|geitum]].
 
Sunnan fyri fjallið [[Olympos]], har teir gomlu griksku "gudarnir" búðu, er slættlendi, sum eitur [[Thessalia]]; har eru stórir bókaskógir, og har velta tey nógv korn. Men annars er tað mest frukt, grønmeti, vín og tubbak, sum tey dyrka. Á oyggjunum dyrka tey bæði olivintrø og víntrø, og tað er haðani vit fáa tær søtu korennurnar. Tey mongu og høgu fjøllini gera tað strævið at ferðast yvir land. Tí hava grikkar ferðast meira eftir sjónum enn yvir land. Fram við teirri griksku strondini eru nógvar góðar havnir inni á djúpum firðum.