Munurin millum rættingarnar hjá "Rodos"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 18:
| íbúgvatættleiki = 83
}}
'''Rodos''' ([[GrikstGrikskt mál]]: Ρόδος, Rodos, [ˈroðos]) er ein oyggj og ein býur í [[Grikkaland]]i. Oyggin er hin størsta í oyggjabólkinum [[Dodekanes]] (Tólvoyggjarnar). Høvuðsbýurin á Rodos eitur Rodos eins og oyggin, næststørsti býurin eitur Lindos. Umleið helmingurin av fólkunum búgva í Rodos býi. Býurin er m.a. kendur fyri Risan í Rodos (Kollosan), sum var risastór standmynd av sólgudinum Helios. Standmyndin varð gjørd í 3. øld áðrenn Krist og stóð í havnini á Rodos býi. Standmyndin var 30 metrar høg og var eitt av teimum sjey heimsins undrunum í fornøldini. Standmyndin brotnaði undir einum hørðum jarðskjálvta ár 226 áðrenn Krist. Í Mandraki havnini í Rodos býi, har standmyndin møguliga hevur staðið í fornøldini, eru nú tvær súlur við standmyndum av reinsdjórum. Súlurnar standa báðumegin við innsiglingina til havnina.
Rodos er í eystur Egearahavinum, frástøðan til [[Turkaland]] er bert 18 km, meðan frástøðan til havnina í [[Pireus]] við [[Athen]] er 500 km.
Rodos luttekur í [[Oyggjaleikir|Oyggjaleikum]], sum er ítróttarstevna fyri oyggjasamfeløg. Rodos var vertur fyri leikunum í 2007.<ref>[http://www.rhodes2007.info/ Rhodes2007.info]</ref>