Munurin millum rættingarnar hjá "Grikkaland"

Content deleted Content added
→‎Fólkið: Skrivaði meira tekst undir einari mynd av einum klostri á Athos (Heilaga Fjallinum, Agion Oros)
Linja 30:
 
== Søga ==
Eftir at [[Mykene]]-mentanin fór til grundar um [[1100 f.Kr.]], gekk aftur á í Grikkalandi, og landið syndraðist í fleiri býarríki, sum mangan lógu í kríggi. Størst og sterkast var hernaðarveldið [[Sparta]], men [[Athen]] gjørdist handils- og mentanarmiðdepil. Fólkatalið vaks, og um [[700 f.Kr.]] vóru býarríkini so fjølbygd, at fólk fluttu og búsettu seg fram við [[MiðjarðarhavMiðjarðarhavið]]i og [[SvartahavSvartahavið]]i. Í seinnu helvt av 500- árunum f.Kr. hótti nýggja [[Persia|persiska stórveldið]] grikkar, og tað hevði við sær, at griksku býarríkini eitt skifti stúta saman ímóti stóra fíggjindanum fyri eystan. Hóast hesar trupulleikar skapaðu grikkar eina blómandi mentan og høvdu eitt stýrislag, sum hevur verið hámett og havt ávrikan á allan heimin alt at okkara døgum.
 
Um [[600 f.Kr.]] stýrdi stórmannastætt, nevnd [[aristokratar]], [[Athen]]. Summir valdsharrar vóru harðrendir, nevndir tyrannar. Um [[590 f.Kr.]] setti valdsharrin [[Solon]] lóg í gildi; hon hav smámanninum rætt til at eiga jørð og hava fullan ríkisborgararætt. Men fólkið kravdi meiri frælsi og at fáa ávirkan á landsins stýri, og í [[508 f.Kr.]] varð [[fólkaræði]] sett í gildi. Nú kundi fólkið í [[Athen]] sjálvt velga sínar tingmenn. Konufólk, trælir og frælsir menn, sum ikki høvdu ríkisborgararætt, høvdu ikki valrætt.
 
Ár [[447 f.Kr.]] tók hægsti [[athen]]ski tingmaðurin [[Perikles]] stig til at byggja templið [[Parthenon]] á einum heyggi, sum æt [[Akropolis]]. Templið varð vígt vísdómsgudinnuni [[Athena|Athenu]] og skuldi eisini fagna Athen, sum stóð á odda fyri grikkum í stríðum við [[persar]].
 
Frælsa grikska býarlívið varð góður gróðrarbotnur fyri list, bókmentum og vísindaligari hugsan, og Grikkaland fostraði mangar mætar [[heimspeki]]ngar. [[Demokrit]] úr [[Abderra]] (um [[460 f.Kr.|460]]-[[370 f.Kr.]]) var helst fyrsti maður, sum segði, at øll evni eru úr ersmáum óbýtiligum bitlum, sum hann kallaði [[atom]]. [[Sokrates]] úr [[Athen]] ([[470 f.Kr|470]]-[[399 f.Kr.]]) bygdi sína hugsan á, at tú skuldi kenna teg sjálvan, og dugdi frágera væl at seta spurningar um ætlanina við tilveruni. Næmingur hansara [[Platon]] ([[427 f.Kr|427]]-[[347 f.Kr.]]) og aftur næmingur [[Platon]]s [[Aristotles]] ([[384 f.Kr.|384]]-[[322 f.Kr.]]) hava havt stóran týdning fyri alla [[Evropa|evropeiska]] [[heimspeki]].
 
Í [[8. øld]] tóku grikkar land helst fram við [[MiðjarðarhavMiðjarðarhavið|Miðjarhavinum]]i og [[SvartahavSvartahavið|Svartahavinum]]i. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Niðursetulondini fingu í fyrstuni hjálp heimanífrá, men sum frá leið funnu tey sær egnar marknaðir og bygdu upp á [[Sicilia]], gjørdust mætir handilsbýir. Summir býir vóru ovurríkir. Sagt var, at fólkið í [[Sýbris]] í [[Italia|Suðuritalia]] svav í song úr rósubløðum.
[[Mynd:Location_greek_ancient.png|thumb|right|250px]]
Grikkaland var ikki stórt land, so [[Hjáland|hjálondini]] (t.d. partur av [[Frakland]], [[Spania]], [[Italia]], [[Egyptaland]] og [[Kýpros]]) vóru bygd, har jørðin var fruktagóð, og havnaviðurskiftini vóru góð. [[Sýrakus]] á [[Sicilia]] var bygdur um [[730 f.Kr.]] og [[Býsans]] við [[Bosporus]] um [[650 f.Kr.]]
 
Grikkar vóru ógvuliga áhugaðir í [[Ítróttur|ítróttítrótti]] og fimleiki. Best umtóktir vóru [[Olympiskir leikir|olympisku leikirnir]], sum fjórða hvørt ár vóru í [[Olympia]], høvuðsgudinum [[ZeusiZeus]]i til heiðurs. Kappast var í diskoskasti og spjótkasti, lopi, glíming og kapprenning. Ítróttareglurnar vóru strangar, og tann, ið ikki helt tær, var revsaður harðliga.
 
Grikkar vóru gudrøknir, og templini í gamla Grikkalandi vóru stórbær og vøkur. Undurfagrar høggmyndir og standmyndir prýddu templini, og mong teirra eru til enn. Grikskir myndhøggarar vóru sannir meistarar at høgga út mannakroppin, og teir hava havt stóran ávirkan á høggmyndalistina. Kappkoyring í stríðsvogni, gudunum til heiðurs, var mangan á einum leikvølli tætt við [[Delfi]]. Vognstýrarin stendur enn og heldur í teymarnar, hóast hestarnir langt síðan eru burtur.
 
Um [[1800]] høvdu grikkar verið undir osmanniskum yvirvaldi í næstan 400 ár. Seinna helming í [[18. øld]] høvdu teir havt stóra inntøku av handli, helst við [[Russland]], og nú vildu teir hava sjálvræði. Við frælsishugsanini úr [[Frakland|fronsku]] kollveltingini sum fyridømi stovnaðu grikkar loyniligan felgasskap, sum skuldi arbeiða fyri frælsi. Í [[1821]] var tvær reisur uppreistur. Fyrri miseydnaðist, men annar eydnaðist betur, og í [[1824]] megnaði sultánurin í [[Istanbul]] ikki at berja uppreisturin niður. Hann bað [[Muhammed Ali]], varakong í [[Egyptaland]]i, hjálpa sær. [[Muhammed Ali|Ali]] sendi ein her til Grikkalands og vann nakrar sigrar. Tað loypti hvøkk á londini í [[Evropa]]. Í [[1826]] samdust [[Stóra Bretland|Bretland]] og [[Russland]] um at bjóða [[Turkaland|turkum]] av í kríggj, [[Frakland]] fór upp í hesa samgongu árið eftir. Í felagi beindu tey fyri [[Turkaland|turkiska]] og [[Egyptaland|egyptiska]] flotanum í [[Navarinovík]]ini í [[1827]]. Árið eftir lupu [[Russland|russar]] á [[Turkaland|turkar]] og vunnu fleiri sigrar. Friðurin í [[Adrianopel]] í [[1829]] fekk enda á krígnum. Londini, sum vunnu, gjørdu av at geva Grikkalandi frælsi, [[Otto av Bayern]] gjørdist kongur.
 
== Landafrøði ==