Munurin millum rættingarnar hjá "Tindhólmur"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
Tindhólmur er ikki oyggj, +umorganisering
Topper 1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 2:
[[Mynd:Tindholmur,_Faroe_Islands_(1).JPG|thumb|Tindarnir í Tindhólmi ein mjørkadag.]]
 
'''Tindhólmur''' er ein [[Hólmar í Føroyum|hólmur]] í [[Vágar|Vágunum]]. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis [[Vága Floghavn]], er tað ofta, at manein flýgur framvið Tindhólmi. Tindhólmur er stórsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 [[hektar]] til støddar<ref>[http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6565 US.fo, Umhvørvisstovan, "Størstu hólmar".]</ref>. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan [[Fuglur|fugl]]. Í hólminum er ofta grind deyð.
 
Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini [[Bøur|Bø]], hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni ''Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Boygdi'', og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.