Munurin millum rættingarnar hjá "Lesoto"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px| Fylgisveinamynd. '''Kongsveldið Lesoto''' (enskt ''Kingdom of Lesotho'', sesotho ''Muso oa Lesotho'') inni í Suðurafrika..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 12. aug 2012 kl. 14:13

Kongsveldið Lesoto (enskt Kingdom of Lesotho, sesotho Muso oa Lesotho) inni í Suðurafrika, er fjallaland, og tað er einasta land í Afrika, har alt lendið er hægri enn 1000 metrar oman sjóvar. Týdningarmesta tilfeingið er vatn; síðst í 1990-árunum var byrja at byggja stóra vatnorkuverkætlan, ið enn er í gerð, við tí endamálið at gera Lesoto sjálvbjargið við ravmagni og selja Suðurafrika nógv vatn. Til hon er liðug er Lesoto búskaparliga bundið at ríka grannalandi sínum. Væl ber til at halda geitir í hálendinum í Lesoto. Mest hava teir angorageitir, tí at angoraull er nógv eftirspurd, bæði til klæði og annan vevnað. Fíggjarliga støðan í landinum ger tað tórført hjá nógvum børnum at sleppa í skúla. Familjurnar eru illa fyri fíggjarliga, og børnini verða tí noydd at arbeiða ístaðin fyri at ganga í skúla.

Fylgisveinamynd.