Munurin millum rættingarnar hjá "Kastrup Flogvøllur"

Content deleted Content added
Smávegis rættingar
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:København_terminal_3.jpg|thumb|right|250px|Terminal 3.]]
[[Mynd:CPH_LUFTHAVNEN_2011_(ubt).JPG|thumb|right|250px|Flogvøllurin sæddur frá luftini]]
'''Kastrup Flogvøllur''' ([[Danskt mál|danskt]] ''Kastrup Lufthavn'') er størsti mest týðandi flogvøllurin í [[Norðurlond]]um <ref>http://www.erantis.com/guide/denmark/index.htm</ref>. Haðani er samband til 150 flogvøllir úti í heimi, og eini 600 flogfør koma ella fara hvørt samdøgur. [[Atlantic Airways]] rekur loftvegis samband millum Kastrup Flogvøll og [[Vága Floghavn]], vanliga við millum 2 og 3 fráferðir um dagin. Skalt tú út í heim við flogfari úr Norðurlondum annars, mást tú oftast fyrst til Kastrup og so við øðrum [[flogfar]]i. Í 2007 avgreiddu tey 21,4 mió. ferðafólk <ref>http://www.boarding.no/art.asp?id=29823</ref>. Haðani er gott flogsamband til allar partar av [[Danmark]], til hini Norðurlondini og runt um heimin.
 
Bert fáir stórir flogvøllir úti í heimi er so tætt við ein stórbý. Flogvøllurin hevur eisini tann fyrimun, at hann er stutt frá miðbýnum í Keypmannahavn. Metro (linja M2) gongur frá Kastrup flogvølli inn í býin, og bilarnir eru nógvir við ferðafólki á flogvøllinum og av flogvøllinum. Flogvøllurin er á oynni [[Amager]]. Amager er havbotnur, sum hevur skotið seg upp úr sjónum. Tí er lendið so flátt og lágt, og tí sera hóskiligt til flogvøll. Av tí at flogvøllurin liggur út ímóti sjónum, kunnu [[Flogfar|flogførini]] fyri tað mesta flúgva lágt yvir sjónum, tá ið tey seta seg ella fara á flog. Tá eru tey ikki til so stóran ampa fyri fólkið, sum býr í [[Keypmannahavn]].