Munurin millum rættingarnar hjá "Skatumási"

Content deleted Content added
Chobot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: en:Common Gull
No edit summary
Linja 15:
}}
 
'''Skatumási'''/'''Skata''' (frøðiheiti - ''Larus canus'') er av teimum lítlu másasløgunum, lítið størri enn [[rita]]. Føturnir hava ein grønligan lit, og nevið er grøngult; annars líkist hon ritu í útsjónd. Í [[Noreg]]i eigur hon í hópatali. Í [[Føroyum]] hevur hon altíð verið ein sjaldsamur fuglur, mangastaðni ókend. Í seinnu tíðini hevur sæst meir til hennara og í summum støðum er hon nú farin at eiga í haganum. Eggini eru á liti og stødd sum rituegg. Dúnungin er gulgráur við svørtum prikkum, ungfuglurin gráflekkutur. Í bygdum, sum hon leingi hevur verið kend, er hon nevnd skatumási ella skata; summstaðni er hon nevnd gneggjus. Í nøkrum støðum, har hon er nýkomin, vita teir einki navn til hennara. Og í einstøkum bygdum er hon kallað fransaterna, men tað má vera av misgáum. Ritu líkist hon; ikki um nakrar vegir er hon lík ternu, so tað er ótrúligt, at teir gomlu skuldu farið at givið henni eitt ternunavn. — Tað er eingin fagnaðargestur at fáa. Hann tekur egg og ungar frá øðrum hagafuglum; fram við lundaurðum jagstrar hann sildberan, til hann má sleppa sildini, og ikki er tað sørt, hann tekur av pisum, fyrst tær koma út úr holuni.
'''Skatumási''' (frøðiheiti - ''Larus canus'')
 
== Sí eisini ==
* [[Fuglar í Føroyum]]
 
== Keldur ==
{{stubbi}}
* [[Mikkjal á Ryggi]]: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
 
[[Bólkur:Fuglar]]