Munurin millum rættingarnar hjá "Snjóugla"

6 bytes løgd afturat ,  8 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s
'''Snjóuglan''' (frøðiheiti - ''Bubo scandiacus, Nyctea scandiaca'') er næstan so stór sum ein [[gás]]. Tær ungu eru gráflekkutar; sum tær eldast, lýsna tær, og gamlir steggjar eru næstan snjóhvítir. Hon eigur norðast í kuldanum, [[Grønland]]i, [[Russland]]i ([[Siberia]]) og nógvum Íshavsoyggjum. Norðarlaga í [[Noreg]]i eigur hon uppi á fjøllunum. Um veturin kemur hon oman í dalarnar, og stundum flytur hon seg nakað suður, hendir seg til [[Føroyar]].
 
Hon er grammari enn hinar [[uglur]]nar; [[Rýpa|rýpur]] og entur tekur hon, eisini fisk, og hendir seg haru. Stór og sterk, sum hon er, tykist hon ikki at ræðast fyri nøkrum. Tá ið tað ræður um at verja ungarnar, fírir hon ikki fyri fólki; særd snjóugla brennir á bæði menn og hundar og klórar og bítur, so tað munar.
 
== Sí eisini ==