Munurin millum rættingarnar hjá "Svartisvanur"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px| Svartisvanur. '''Svartisvanurin''' (latín ''Cygnus atratus'') livir í Avstralia. Stundum ala teir hann í dýragør..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 10. jul 2012 kl. 18:40

Svartisvanurin (latín Cygnus atratus) livir í Avstralia. Stundum ala teir hann í dýragørðum í Evropa, og í einum landsynningsstormi var ein komin í túnið í Sørvági kanska úr Onglandi. Hann var spakur og sera vakur. Størstu veingjafjaðrarnar vóru hvítar; annars var hann svartur, uttan nevið, sum var fagurt reytt við einari hvítari rond tvørturum. Fjaðrarnar omaná lagaðu seg í vøkrum bylgjum tvørtur. eftir veingjunum og bakinum. Hann varð sleptur á Leitisvatn og livdi har í nøkur ár. Sera fólkaalskin var hann, kom stundum tætt til fólk og fylgdist so við teimum. Mong kendu tað sum ein sakn, tá ið hann var deyður.

Svartisvanur.

Sí eisini

Keldur