Munurin millum rættingarnar hjá "Ódnir"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Helene 23 sept 1988 1042Z.jpg|thumb|Soleiðis kann ein ódn síggja út frá rúmdini, (satelittmyndfylgisveinamynd).]]
[[Mynd:1988 Atlantic hurricane season map.png|thumb|Kort yvir Atlantarhavs ódnir í 1988.]]
'''Ódn''' er ógvuliga hvassur vindur. Ódn er ringasta veður ein kann hugsað sær. Himmal og hav standa í einum, og fólk mugu taka alt leyst tilfar, sum liggur úti, upp og fáa tað til høldar innandura ella surra tað væl fast. Síðan mugu fólk halda seg innandura, so leingi ódnin leikar í. Harður vindur verður kallaður ódn, tá vindmegin er 12 á [[Beaufort-talvan|Beaufort-talvuni]], sum merkir at vindmegin er í minsta lagi 32,8 m/s. Tað er ikki ofta, at slíkar ódnir herja, men tað kemur meir enn so fyri. Í [[Føroyum]] er hetta hent fleiri ferðir, t.d. minnast mong fólk sonevndu [[Jólaódnin 1988|Jólaódnin]]a, sum herjaði í Føroyum í 1988 og gjørdi sera stóran skaða. Jólaódnin var beint áðrenn jól í 1988. Um kvøldið hin [[24. november]] [[2011]] rakti aftur ein ódn beint á [[Føroyar]]<ref>[http://vejret.tv2.dk/artikel/id-45995446:orkan-rammer-f%C3%A6r%C3%B8erne-i-aften.html Vejret.tv2.dk, Orkan rammer Færøerne i aften]</ref> og gjørdi skaða kring alt landið.<ref>[http://www.vagaportal.fo/pages/posts/logreglan-skadar-eru-um-alt-landid-15186.php Vagaportal.fo, Løgreglan: Skaðar eru um alt landið]</ref> [[Noreg|Normenn]] nevndu ódnina Berit <ref>[http://www.storm.no/nyheter/ekstremvaeret-berit-venter-hundreaarsboelger-langs-kysten-3644395.html#.Ts5stxGnlhk.facebook Storm.no, Ekstremværet Berit: Venter hundreårsbølger langs kysten]</ref>. Alsamt leika einar 2000 ódnir í ymsa staðni á [[Jørðin]]i. Tær harðastu ódnirnar hava sjálvar serstaka vindskipan, meðan tær fúka avstað sum ein eind.